Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 136 - 21. JULI 1999 tíðindablaðið 9 Føroyar eiga at velja evruna Nú nógv bendir á, at danir áðrenn langt umlíðir skulu velja millum krónuna og evruna, er bráneyðugt, at landsstýrið alment tekur stóðu til, hvat gjaldoyra skal verða galdandi í Fóroyum í framtíðini . Sambandsflokkurin mælir longu nú til, at Føroyar fylgja Danmark i gjaldoyra- spurninginum. Tað merkir, at vit skulu taka evruna, um danir gera tað. Hjá okkum er als ongin ivi. Vit eiga at fylgja Dan- mark í gjaldoyraspurning- inum. Tað merkir, at Før- oyar eiga at taka evruna til sín sum gjaldoyra, um Dan- mark velur at seta felags evropeiska gjaldoyrað í staðin fyri krónuna. Hetta sigur Edmund Joensen, formaður Sam- bandsfloksins í tíðinda- skrivi frá Sambandsflokk- inum. Viðmerking hansara kemur í sambandi við, at nógv nú bendir á, at fólka- atkvødugreidsla verður í Danmark um framtíðar gjaldoyraspurningin. Týðandi mál Politiski framsøgumadurin hjá danska javnaðarflokk- inum, Jacob Buksti, segði í farnu viku við danskar fjøl- miðlar, at Poul Nyrup Ras- mussen, forsætisráðharri, helst longu í summar fer at áseta dagin, tá ið danir skulu velja millum krónuna og evruna. Føroyar eru í gjaldoyra- samgongu við Danmark, og tí hevur danska stødutakan in stóra ávirkan á vidurskift ini her heima Tí eigur landsstýrið alt fyri eitt at taka støðu til hetta týdningarmikla mál. Eftir okkara tykki eigur lands stýrið at greiða føroyingum og umheiminum frå, at Før- oyar fara at fylgja Danmark i gjaldoyraspurninginum. A tann hått sleppa vit undan óneyðugum ótrygg- leika og órógv, og soleiðis kann álitið á føroyska bú- skapin og búskaparliga trú- virði okkara sum heild varð- veitast, sigur Edmund Joen- sen, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landsstýrið framvegis noktar at taka stóðu til gjaldoyramálið Flyta kapital Hann minnir á, at um fólk fara at seta spurnartekin við føroyska búskapin, so er skjótt, at kapitalur verður fluttur av landinum Tað hevði verði ein sera óheppin stóða at komið í, sigur Edmund Joensen í tíð indaskrivinum frá Sam bandsflokkinum Lesarabræv Svar til Georg Petersen Tveir hættir eru at leggja eitt mál fram. Ein er at argu- mentera, t.e. at grundgeva hví eitthvørt eigur at vera so og so, grundað á vit og skil. Hesin háttur verður nýttur innan filosofi. Einki skal góðtakast uttan kritik. Hin hátturin er at vísa á ein autoritet, t.d. “tað er, sum eg sigi, tí at eg eri Gud og eg bestemmi” og hetta er so at siga einasta grund- geving, ið verður nytt innan átrúnað. Gud sigur ikki hví vit skulu gera sum Hann sigur. Trupulleikin er, at Gud ikki sær út til at hava hug at prógva hvor, Hann er. Av tí at alt hongur á, um tað veruliga er Gud, sum hevur skrivað bíbliuna (av tí at bíblian als ikki argu- menterar fyri nakað av tí, hon sigur), so noyðist Hann at prógva, at so er. Annars fellur alt til jarðar. Kemur ein maður til mína hurð og sigur at hann er politistur, og at hann skal rannsaka hús mini ella taka børn mini avstað við sær, tí at tey eru handtikin, so krevji eg at síggja løgreglu- skelti hansara. Hann skal prógva at hann veruliga er løgreglumaður, áðrenn eg fari at loyva honum innar. Eitt kjak millum skyn- semi og dogma kundi t.d. ljóða soleiðis: Dogma: Homoseksuali- tetur er ómoralskt og oll homoseksuell fólk fortjena æviga pínslu sum revsing fyri syndir teirra. Skynsemi: Hví? Homo- seksualitetur er nakað, ið fólk ikki kunnu gera við, líka sum heteroseksuali- tetur. Og tað skaðar ongan. Mótsett neydtøku er homo- seksuel samlega nakað sjålvbodid hjå øllum pørt- um. Vit og skil siga, at einki kann vera Omoralskt, uttan so at tað skaðar onkran. Homoseksualitetur er ikki meiri ómoralskt, enn at ganga í gulum buksum. Dogma: Spyrt tú hví? Hvønn heldur tú teg vera? Ég eri Gud, og sigi Eg, at antin homoseksualitetur ella tað at ganga í gulum buks- um er ómoralskt, so er tað ómoralskt. Og ert tú ikki lýðin so tveiti eg teg í æviga eldin. Skynsemi: Men vilt tú ikki siga hví, so mást tú prógva, at tú veruliga ert Gud, síðani alt tað, tú sigur byggir á autoritet heldur enn vitogskil. | Dogma: "Ond og ótrúgv ætt krevur tekin" sigur Matteus 13:39. Skynsemi: Býtt fólk krevja hvorki tekin ella grundgevingar, sigi eg. Dogma: Gudsspottari! Heidningur! (savnsmynd) Skynsemi: Eg gangi í øll- um fórum ikki og reypi av at hava dripið småbørn. Tað einasta eg síggi, er at homo- seksualitetur ikki ger nøkr- um nakað, meðan tú ert drápsmaður. Hótt alt tað tær lystir. Eg nígi fyri góðsku og vísdómi, ikki yvirgangs- kroppum og valdsharrum. Tá ið tú sigur at Gud ikki koyrir nakran í helviti, men at tað heldur er Satan, ið tekur sær av tí, so átti tú at vita, at tú ikki bert kallar meg býttan, men eisini oll tey, eg havi kjakast við inn- til nú. Ikki einans noktar tú at argumentera við viti og skili, sum øll hini. Tú sigur heldur ikki hvagani tú hevur fingið hetta hugskot. Van- ligt er í minsta lagi, at vísa á hvar í bíbliuni tað stendur, at so er, vil ein ikki grund- geva á annan hátt, men heldur ikki tað gert tú. Eg vil hinvegin vera við, at biblian greiðir okkum greitt frá, at bert Gud hevur makt, at kasta nakran í eld- sjógvin. Í Lukasar Evan- gelii, kapitul 12, vers 4 til 5, stendur soleiðis: "Men Eg sigi tykkum, vinir Mínir: Ottist ikki fyri teimum, ið drepa likamid, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Ottist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helv- iti! Ja, Eg sigi tykkum: Ott- ist Hann!" Er tað veruliga Satan tal- an er um her, so átti tú at fingið tey, ið prentað bíbli- una, at gevast við at skriva "Hann” við stórum. Kom vinarliga aftur við einum skilagóðum aftursvari, heldur enn at kalla alt fyri nakað "vemmeligt svans” uttan nakra grundgeving, ella hald teg uttanfyri hetta kjakið og far aftur í sunnu- dagsskúla. John Johannesen Tíðindablaðið Sosialurin — fimm ferðir um vikuna Vit umboða, selja og umvæla: AEBI - GOLDONI NIBBI - THIELBURGER ROTECO - EUROSYSTEM EISINI ERU NAKRAR BRÚKTAR MASKINUR TIL SØLU Búnaðardepilin - 410 Kollafjørdur - Tlf. 421300 al sosialin