hósdagur 22. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 137 - 22. JULI 1999
Blødini koma ikki fram:
Nýggja skipanin hevur trupuleikar
Seinastu tíðina hava fleiri fólk vent sær til blaðskrivstovuna og gramt seg um, at tey fáa ikki blaðið, hóast tey langt
síðan hava goldið haldaragjaldið í bankanum. Bankin og Postverkið geva hvør óðrum skuldina
EDVARD JOENSEN
Hóast tú rindar haldaragjald
fyri føroysku blødini gjøgn
um peningastovn, er ikki
vist, at tå fært blaðið kortini.
Hesa roynd hava fleiri
haldarar gjørt seinasta års
fjórðingin
Seinastu tíðina hava fleiri
fólk vent sær til blaðið og
gramt seg um, at hóast tey
fyri einum mánaða síðan
hava goldið haldaragjaldið,
hava tey onki blað fingið,
nú ein triðingur av ársfjórð-
inginum er farin.
Tað er Blaðdeildin hjá
Postverki Føroya, sum um
sitir blødini.
Haðani verður sagt, at
trupuleikin i grundini ikki
liggur hjå teimum. Tey av-
greida tey blød, tey hava
fingið bod um. Og boðini
koma frá Girostovuni.
Trupuleikin er, verður
sagt av Blaðdeildini, at
samskiftið millum peninga-
stovnarnar og Girostovuna
virkar ikki nóg væl, eftir at
peningastovnarnir eru givn-
tíðindablaðið
Hóast fólk hava goldið haldaragjaldið, eru tað nógv, sum als einki blað hava fingið
tað, sum farið er av ársfjórðinginum. Postverkið og peningastovnarnir gevur hvor
vørum skuldina
ir at senda avrit av flyting-
um út til viðskiftafólkini.
Nú verður bara sent eitt
kontoavrit eina ferð um
mánaðin.
Hinvegin sigur Føroya
Banki, at Girostovan fær
síni kontoavrit dagliga.
I Føroya Banka verður á-
sannað, at hetta við haldara-
(Mynd: Jens Kristian Vang.)
gjaldinum er vorðið ein
stórur trupuleiki.
Manngongdin í banka-
num er soleiðis, at tá ein
haldari rindar haldaragjald-
ið. verður tað flutt á konto
hjá Girostovuni, sum so fær
yvirlitið sent dagliga
Í bankanum duga tey ikki
at skilja, at Girostovan ikki
finnur út av at lesa konto
avritini
Bankin sendir nevniliga
ikki bara kontoavritid, men
eisini girokortid, sum kom
10 er saman vid flytingini
Og tað skal Girostovan so
bara samanbera. So átti alt
at verið í lagi
Men tað er tað ikki, verð
ur sagt av Girostovuni.
Gaman í, våttar Girostov-
an, at teirra girokort ikki er
nóg nágreiniligt. Eitthvort
frámerki átti at staðið á. Til
dømis eitt haldaranummar
ella sovorðið. Tí verður nú
arbeitt við, frætta vit.
Hinvegin sigur Girostov-
an, at tað kemur alt ov ofta
fyri, at peningastovnarnir
als ikki senda girokortið
saman við kontoavritinum
Girostovan hevur ongan
verðsins møguleika at siga,
hvat ein upphædd á konto,
nummar tað og tað, er fyri.
Tí er tað, at Girostovan
má hava girokortið saman
við avritinum
Eisini kemur ofta fyri, at
ul dømis maður stendur
haldari av blaðnum.
meðan gjaldið er flutt av
konto, sum stendur í navni-
num hjá konuni. So er aftur
sperðil í
Báðir parta vóna kortini,
at talan bert er um byrjunar-
trupuleikar. sum skjótt eru
loy stir
Girostovan sigur í hvussu
er, at teirra girokort skal
broytast.
Men tað hjálpir ikki upp
á lagið hjá teimum, sum
bara gjalda haldaragjald,
men einki blað fáa
Tí hava tey tó eini ráð
fyri, verður sagt av Giro-
stovuni
„Fólk kunnu bara fara
beinleiðis á posthúsið og
gjalda við girokortinum. So
er trupuleikin loystur.<
sum
Útlendingar umskipa í Havn:
Nógv fremmand skip
Væl av virksemi hevur seinastu tíðina verið á Havnarvåg, har fleiri fremmand
skip hava verið og lossað
EDVARD JOENSEN
Tórshavnar Havn hevur
havt nógvar fremmandar
Vitjanir seinastu tíðina.
Talan er bæði um vinnu-
rekandi og stuttleikafor,
sum leggja leiðina hendan-
vegin.
Jónsvein Lamhauge,
havnarstjóri, sigur, at um
summarið er altið meira
trafikkur um havnina, enn
tað er um veturin.
Tað kemst sjálvandi part-
Russari, týskari og orknovingur við bryggju í Havn í gjár (Mynd:
vís av, at stuttleikafor,
ferðamannaskip 0.s. fr.
koma framvið.
Men eisini fleiri fiskiskip
koma hendanvegin um
summarið enn um veturin.
Tað heldur havnarstjórin
hevur okkurt við fiski-
mynstrið at gera.
Russisk skip hava í fleiri
ár lagt upp til frystigoymsl-
una hjá Skipafelagnum,
eins og nógv umskiping
hevur verið á redini.
Men eisini onnur hava
A #0“ 20:
funnið útav, at tað loysir seg
at umskipa í Føroyum.
Til dømis skip, sum fiska
á Rygginum.
Í summar hava bæði týsk-
arar, spaniólar og portugis-
arar verið her og umskipað
og eru síðan farnir aftur til
fiskiskap.
Jónsvein Lamhauge,
havnarstjóri, heldur, at tað
er ein staðfestan av, at sam-
band okkara við útheimin
er í lagi, at øll hesi fremm-
andu skipini koma hendan-
Jens Kristian Vang)
vegin.
Umframt tað, sum Tórs-
havnar Havn fær burturúr,
liggur eisini ymiskt annað
eftir hesi skipini.
Tað verður bæði olja, pro-
viantur og onnur útgerð
keypt.
Umframt, at fólk skal til
at lossa. Onkuntíð í fleiri
dagar. Goymslurnar fáa sítt
o.s.fr.
Okkurt dryppar av og á
eisini á Skipasmiðjuna.
Og eisini flogfeløgini fáa
part, tí vanligt er, at skipini
skifta manning, meðan tey
eru her.
Ein teirra, sum hevur ver-
ið eina mest í samband við
hesi fremmandu skipini
yvirhøvur, er Arni Dam á
Skipafelagnum.
Hann hevði í gjár fýra
skip á Havnini umframt
bæði í Suðri, á Skálafirði og
á redini.
Arni Dam sigur, at higar-
til í ár hevur Skipafelagið
havt 30 fleiri útlendsk skip
enn somu tíð í fjør
Á Havnini var Orcades
Viking við teknisum um
vælingum. Eitt russiskt
farmaskip legði fisk upp til
Fiskavirking. Eitt var á
Skipasmiðjuni við spæl
skaða. Og ein týskur trolari
lá eisini við bryggju í Havn
Hann legði tómar kassar
upp. sum skulu goymast
her, meðan hann er til fiski-
skap á Rygginum. Hann
kemur so aftur og skiftir
um, soleiðis at fongurin fer
niður við farmaskipi.
A redini liggur eitt stórt
farmaskip og bíðar eftir um-
skiping
Tvey smærri bíða eftir
hvor sínum trolara at lasta
fisk frá, og tvey tangaskip
vóru væntandi, tá vit tosaðu
við Arna Dam, beint áðrenn
blaðið fór til prentingar.
www.nummar.fo
føroyska telefonbókin á internetinum
— FOROYA cc TI.
T
Fornavn'T elefonni
Eftirnavn Virki
Leita | Angra |
Telefonbókin er nú tok á internetinum.
Fleiri eru moguleikarnir at leita ávísa
felagnummarið fram
* Einfeld leiting: er niðast í hogra horni á
. forsiduni
* Økisleiting: klikk á eitt av økjunum á
Foroyakortinum
* Víðkað leiting: tá ið fáir upplýsingar eru
tokir
Ikki er neyðugt at skriva alt navnið ella
gotunavn, men bara t.d. ein part av tí
Roynið t.d. í Einføld leiting niðara felt
Eftirnavn/virki at skriva: te/eb
Virki/stovnar! Lesið meira um lysingarmøgule
kar undir slóðin