Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 7 - 12. januar 2005 Omanlop við Dalsvegin Stutt fyri jól varð omanlop við Dalsvegin, og nú er aftur galið. Mánamorgun leyp við Dalsvegin, og Landverk fór beinanvegin í gongd við at arbeiða uppá trupulleikan. Tað er koyrandi um vegin, tí lopið blokerar ikki sjálvan vegin, men byggjast skal upp undir framvið vegnum. Vegna arbeiði er vegurin stongdur týsdag frá 13-16. Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerkingar frá Landsverki áðrenn evsta- mark á blaðnum Menningarstovan fer møguliga at skipa fyri handilsferð til Kina. Endamálið er at fáa í lag samstarv um útflutning og ráðgeving – Skulu føroyingar fara inn í størri handilssam- starv við kinesarar? Skal úrslitið verða so, at kines- arar fara at seta føroyskan fisk á borðið? Tað er sjálvandi ringt at spáa um framtíðina. Men Menningarstovan ætlar so í øllum førum ikki at liggja á latu síðuni, tá tal- an er um at menna vinnu- lív okkara. Og her er eis- ini talan um tiltøk, ið kunnu fremja útflutning okkara. Menningarstovan hevur tí sett upp eina lista yvir hugskot til fimm ymiskar handilsferðir í ár. Í 2005 verður sostatt møguligt at gera handilsferðir til Est- land, Reykjavík og Bost- on, London, Russland og heilt eystur til Kina. Høv- uðstankin við hesum ferð- um er at fáa í lag ella menna samstarvið, m.a. innan KT-vinnuna og fiskivinnuna. Í London hava fleiri føroyingar funnið stevið innan sniðgeving. Og verður ferðin til London veruleiki er endamálið at matcha føroyskar kreativ- ar vinnur og kreativar før- oyingar í London. Har- aftrat skal eina fáa fatur á og troyta møguleikarnar fyri handli annars. Í Russlandi er endamál- ið at staðfesta tað handils- liga perspektivið. Her skal kannast møguleikin fyri at føroyskar tænstu- fyritøkur kunnu servisera russisk fiskiskip. Og í Kina er endamálið at lata upp fyri møguleik- um at keypa og selja fisk, og at fáa íblástur til ef- fektivisering av fram- leiðsluni í Føroyum. Vanliga verður skipað fyri tveimum slíkum ferð- um um árið. tí verður spennandi at síggja hvag- ar leiðirnar bera í ár. Spennandi verður at fylgja við í, hvussu tað føroyska vinnulívið fer at megna tær stóru avbjóð- ingarnar í framtíðini. sb. Heri Kragesteen, sál- arfrøðingur á psykia- trisku deild á Lands- sjúkrahúsinum, held- ur ikki, at føroyingar eru so strongdir sum íbúgvarnir í granna- londum okkara SÁLARSJÚKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hagtøl vísa, at føroyingar ikki eru verri fyri enn onnur. Men gongdin í øðr- um londum er skjót tann skeiva vegin, tá tað kemur til sálarligar trupulleikar. – Eg haldi ikki, at tað er vist, at vit hava líka ilt í sálini, sum útlendingar ella tey í grannalondum okkara, sigur Heri. Hann heldur fram, at tað enn ikki tykist sum at føroyingar renna líka skjótt sum útlendingar. – Vit hava mangan skund, og alt skal ganga skjótt fyri seg, men enn er tað ikki so galið sum í útlondum, sigur Heri Kragesteen og leggur afturat, at tað kann vera ein spurningur um tíð, tí føroy- ingar hava lyndi til at duga væl at taka óvanar aðra- staðni frá til sín. Ongin skomm Fyrr varð tað dult sum mansmorð, um ein per- sónur varð raktur av de- pressión ella av øðrum sálarligum trupulleikum. Sum so nógv onnur við- kvom evni, var hetta ikki nakað, sum ein tosaði nak- að serligt um. Hetta er við at broytast í dag, og tað merkist aftur innan sálar- liga viðgerðarøkið. Heri Kragesteen, sálar- frøðingur, heldur ikki, at sálarligir trupulleikar eru so tabuaðir í dag sum fyrr. – Tað er ikki skomm í dag at hava sálarligar trup- ulleikar. Fólk eru eisini sum heild nógv betur upp- lýst í dag, sigur Heri Kragesteen. Hann heldur fram, at upplýsingararbeið- ið bæði í fjølmiðlum og aðrastaðni um, hvat fyri hjálp er at fáa, ger eisini sítt til, at fólk eru skjótari at søkja um hjálp. Depressión vanligast Av teimum sálarsjúku, sum verða løgd inn á psykiatr- isku deild á Landssjúkra- húsinum, eru nógv tey flestu løgd inn orsakað av depressión. – Depressión verður í út- londum skýrd at vera tann nýggja fólkasjúkan, og tað er ongin orsøk til at halda, at tann tendensurin ikki fer at speglast aftur í okkara samfelag, sigur Heri. Psykiatriøkið í Føroyum er annars voksið sera nógv seinastu árini. Inntil fyri seks árum síðani arbeiddi bert tann eini sálarfrøðing- urin á deildini á Lands- sjúkrahúsinum. Í dag eru tey fýra. Tey eru í ferð við at byggja eina økispsykiatri upp, og eina til børn og ungdóm. Til hetta seinna væntar Heri, at tað verður ein sálarfrøðingur, sum kemur at taka sær av tí burturav. Kinesarar eiga eisini at smakka føroyskan fisk Føroyingar: Sálarliga frískari enn onnur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, heldur ikki, at føroyingar eru sálarliga verri fyri enn fólk úr øðrum londum