mikudagur 12. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 • mikudagur • 12. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
OLJULEITING
Jan Müller
Mánadagurin 17. januar
kann gerast søguligur dag-
ur í føroyskari vinnusøgu.
Tá verða helst loyvini latin
oljufeløgunum, sum søktu í
2. útbjóðing á landgrunnin-
um. H etta eru m.a. loyvi,
sum liggja tætt upp at tí
seinasta stóra oljufundinum
við markið, og kann tí sig-
ast, at talan er um eitt nýtt
og spennandi kapittul í
leitingini eftir olju og gass
við Føroyar.
Sigurð í Jákupsstovu,
stjóri á Oljufyrisitingini
sigur við Sosialin, at tað
mesta av arbeiðinum í
sambandi við 2. útbjóðing
er liðugt. Okkurt smávegis
er eftir at fáa uppá pláss, so
hann heldur tað er sannlíkt,
at loyvini kunnu latast
mánadagin komandi. Men
tað velds so aftur um, at alt
er klárt og liðugt.
Sum skilst hevur gingið
væl at viðgera umsóknirnar
frá teimum 8 oljufeløgun-
um. Nú so stórt øki er
boðið út kann roknast við,
at feløgini hava søkt um
nógvar ymsar teigar og
tískil kunnu vit rokna við,
at feløgini sum heild helst
fara at fáa tey øki tey hava
biðið um. Hetta vita vit tó
ikki við vissu fyrr enn
mánadagin.
Tað eru umleið fimm ár
síðani, at fyrstu loyvini til
leiting eftir olju og gassi
vórðu latin oljufeløgum. Tá
varð stórt hátíðarhald í
Norðurlandahúsinum.
Hesaferð verður tað ikki
gjørt so nógv burtur úr men
Sosialurin skilur, at loyvini
fara at verða latin feløgun-
um við eitt hátíðarhald,
sum helst verður seinna-
partin mánadagin.
Feløgini, sum hava søkt
um leitiloyvi í 2. útbjóðing
eru: Statoil, ChevronTexa-
co, Shell, Dong, OMV,
Faroe Petroleum, Atlantic
Petroleum og Geysir.
Týsdagin
18.
januar
verður
oljuráðstevna
í
Norðurlandahúsinum og tá
verður 2. útbjóðing ein
týðandi partur av skránni.
OLJUUMHVØRVI
Jan Müller
Oljufelagið Statoil, sum er
ein av týðandi luttakarun-
um í oljuleitingini við Før-
oyar, fer í næstum at flyta
inn í høli úti á Bryggju-
bakka í Vágsbotni. Felag-
ið, sum hevur hildið til í
Tórsgøtu, fer ein av kom-
andi døgunum at flyta inn í
gamla
smiðjubygningin,
úti á Bryggjubakka 31, har
Fiskasølan hevur hildið til í
eina tíð. Sum skilst, so fær
oljufelagið munandi betri
pláss til sítt virksemi. Stat-
oil er eitt av teimum stóru
oljufeløgunum, sum er
mest virkið í leiting á land-
grunninum. Roknast kann
við, at tað eisini verður tað
oljufelagið, ið fær tillutað
flest loyvi í 2. útbjóðingar-
umfarinum, sum eftir øllum
at døma verður kunngjørt
komandi mánadag.
Nú flutt verður inn á
Bryggjubakka kann sigast,
at økið er vorðið oljuum-
hvørvi burturav. Framman-
undan húsast í grannalag-
num bæði italska oljufe-
lagið AGIP og tað føroyska
Føroya Kolvetni . Í síni tíð
vórðu eisini oljufeløgini
Texaco og Saga partur av
umhvørvinu m í Vágsbotni.
Tað hevur ikki eydnast okk-
um at fáa nakra viðmerking
frá Statoil til ætlanina at
flyta.
Nógva leitivirksemið hjá
Statoil á landgrunninum setir
størri krøv til høli. Nú flytur
leitideildin hjá Statoil í gamla
smiðjubnygningin úti á
Bakka.
Vinnusíður um
ráðstevnu
Vinnusíðurnar í komandi viku fara at snúgva seg
um olju- og fiskivirnnuráðstevnuna, sum verður
hildin í Norðurlandahúsinum týsdagin 18. januar.
Tískil verða tær fluttar frá mikudegnum til
týsdagsblaðið ístaðin. Tilfar og lýsingar skulu vera
blaðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin. Ætl-
anin er at gera væl burtur úr ráðstevnuni í vinnu-
síðunum.
Nýtt kapittul í oljuleiting
byrjar mánadagin
Statoil flytur út á Bryggjubakka
Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á
Oljufyrisitingini sigur, at
ætlanin er kunngera
leitiloyvini í 2. útbjóðing nú
mánadagin.