mikudagur 12. januar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 7 - 12. januar 2005
Suðuroyggin kann fáast á føtur
– Vit hava stórar
trupulleikar í Suður-
oynni í løtuni. Men
vit hava eisini stórar
møguleikar at fáa
oynna á føtur aftur og
teir skulu vit at brúka
sigur nýggi stjórin í
Suðuroyar Spari-
kassa, Søren Lünell
Bruhn
ØKISMENNING
Àki Bertholdsen
aki@ssialurin.fo
– Vit skulu ikki hongja
okkum so nógv í tær forð-
ingar, sum eru. Vit skulu
heldur síggja tær avbjóð-
ingar og teir møguleikar,
vit hava.
Orðini eigur nýggi stjórin
í Suðuroyar Sparikassa,
Søren Lünell Bruhn.
Hann tók við stjórastarv-
inum á nýggjárinum, eftir
at stjórin seinastu 19 árini,
Mikkjal Sørensen, segði
seg úr starvi í fjør.
Og nýggi stjórin ætlar
ikki at sita hendur í favn.
Tvørturímóti ætlar hann at
Suðuroyar Sparikassi skal
hava ein virknan leiklut í
royndunum at fáa Suður-
oynna á føtur aftur.
Hann ásannar, at tað
verður ikki heilt lætt at lyfta
arvin eftir Mikkjal Søren-
sen, sum nú er farin frá, tí
hann menti Sparikassan
ómetaliga nógv.
Men hann dylir kortini
ikki fyri, at hansara mál
verður at føra sparikassan
enn longur framá.
Vit spurdu hann fyrst,
hvørjar møguleikar hann
metir, at ein lítil peninga-
stovnur, sum Suðuroyar
Sparikassi, hevur, nú vit
javnan hoyra um peninga-
stovnar, sum leggja saman
fyri at verða størri so at teir
kunnu standa seg í kapp-
ingini.
– Tað er rætt, at nógvir
peningarstovnar
leggja
saman. Tað eru stovnar,
sum stremba høgt og sum
vilja gera seg galdandi á
altjóða marknaðinum.
– Men tað eru eisini
nógvir smáir peningastovn-
ar ymsastaðni og nógvir av
teimum ganga ikki so illa,
hóast teir eru smáir. Tað eru
peningarstovnar, sum meiri
og minni liva av tí fólka-
grundarlagi, sum er í nær-
umhvørvinum. Ein lítil
peningastovnur sum Suður-
oyar Sparikassi, kennir
lokalsamfelagið sera væl.
Og vit kenna eisini okkara
viðskiftafólk sera væl og tí
halda vit, at vit fáa givið
teimum eina hollari og
meiri persónliga ráðgeving.
– Og okkara viðskifta-
fólk eru eisini vælkomin
inn í Sparikassan bara til at
práta.
– Sostatt fáa vit givið
okkara viðskiftafólki nak-
að, sum vit ikki halda, at
tey fáa aðrastaðni og tað er
ein av okkara stóru fyri-
munum, sigur Søren Lünell
Bruhn.
Men hann leggur so aft-
urat, at av tí at sparikassin
ikki er so stórur, hevur
hann heldur ikki umstøður
til at fíggja stórar verkætl-
aninr, og tað er tann størsti
veikleikin hjá einum lítlum
stovni.
Søren Lünell Bruhn sig-
ur, at nú hann hevur tikið
við sum stjóri, fer hann at
leggja stóran dent á at
varðveita og byggja út tað
persónliga sambandið við
viðskiftafólkini, sum und-
anfarni stjórin legði lunnar
undir.
– Men so fari eg eisini at
royna at gera Suðuroyar
Sparikassa sjónligari. Eg
vil fegin hava, at Suðuroyar
Sparikassi,
sum
onkur
norðanfjørðs hevur kallað
eina lítla bankakiosk, gerst
sjónligari í samfelagnum,
so at enn fleiri taka spari-
kassan til sín.
Hvussu hann ætlar at
gera tað, vil hann ikki siga
so nógv um enn.
– Men vit hava ymsar
ætlanir, sum ikki eru roynd-
ar í Føroyum fyrr, men enn
fái eg ikki sagt, hvat tað er.
Samstundis
arbeiðir
Sparikassin við møguleik-
anum at lata onkra deild
upp afturat, men tað er ikki
avgjørt enn.
Vakstrarhús í Suðuroy
Søren Lunell Bruhn á-
sannar, at Suðuroyggin
stendur fyri stórum av-
bjóðingum í royndunum at
fáa bilbukt við tí stóra
arbeiðsloysi sum er og fyri
at fáa gongd aftur í vinnu-
lívið.
Og í hesum sambandi
ætlar hann, at Suðuroyar
Sparikassi skal hava ein
virknan leiklut.
– Eitt er, at vit kunnu
fíggjar ymsar vinnulívs-
ætlanir. Men tess størri
undirtøku,
Sparikassin
hevur ímillum fólk, tess
betri verður hann førur fyri
at fíggja vinnulív.
– Jú fleiri suðuroyingar
ið stuðla Sparikassanum,
tess meiri peningur verður
at arbeiða við til frama fyri
vinnulívið og privatu við-
skiftafólkini. Brúka suður-
oyingar tann lokala pen-
ingastovnin, verður pening-
urin verandi í oynni, heldur
enn at verða sendur norður-
eftir.
Men Suðuroyar Spari-
kassi hevur eisini stovnað
íløgufelagið Kveiking, ið
eftir ætlan skal kunna seta
meiri vágafúsan pening í
burðardyggar
vinnulívs-
ætlanir.
Men stjórin í Sparikass-
anum hevur eisini ítøkiligar
ætlanir um at virka fyri, at
seta vakstrarhús á stovn í
Suðuroy.
Her er talan um vakst-
rarhús í yvirførdum týdn-
ingi og hann greiðir frá:
–
Suðuroyingar
hava
brúk fyri einum staði, har
teir kunnu venda sær við
hugskotum um vinnuligar
ætlanir.
– Vit hava nógvir suður-
oyingar við ymsum dygd-
um. Vit hava granskingar-
depil, vit hava fólk við skili
fyri fígging, vit hava fólk
við vinnuligum royndum,
vit hava peningastovnar og
í miðnámssskúlanum hava
vit verkfrøðingar, lívfrøð-
ingar, o.s.fr.
– Eg kundi hugsa sær, at
vit gjørt eitt slag av eini
miðstøð, har vit savnaðu
allar góðar kreftir í Suður-
oy, sum fólk, við góðum
hugskotum kundu vent sær
til.
–
Serfrøðingarnir
av
ymsum slagi kundu so
hjálpt til við vitan, hugskot-
um og leiðbeiningum um,
hvussu viðkomandi kemur
víðari við sínum hugskot-
um.
– Hevði tað so borið til at
fingið Menningarstovuna
til Suðuroyar einar tvær
ferðir um mánaðin, hevði
tað avgjørt bara verið ein
fyrimunur.
Søren
Lünell
Bruhn
sigur, at hetta kundi fingið
nógv hugskot til at borið
ávøkst og til at sæst aftur í
ítøkiligum vinnuætlanum.
Hann heldur eisini, at
Suðuroyar Syðra Vinnuráð
eigur at verða umskipað.
– Eg fari at virka fyri, at
vit fáa eitt vinnuráð fyri
alla Suðuroyn og sum kann
tala fyri alla oynna og ikki
bara fyri syðru helvt ella
norðarðu helvt.
– Hevði øll oyggin verðið
savnað í einum slíkum
vinnuráðið, hevði tað givið
sjónarmiðjunum hjá ráð-
num eina heilt aðra tyngd
enn tað hevur, nú tað bara
umboðar ein part í oynni.
Skulu hugsa meiri um
møguleikarnar
Stjórin í Suðuroyar Spari-
kassa ásannar, at vinnan í
Suðuroy
hevur
stórar
trupulleikar í løtuni. Men
– Fyri nøkrum árum síðani var Suðuroy feskfiskaoyggj nummar eitt í Føroyum. Og tað kann og gerast aftur, sigur nýggi stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren
Lünell Bruhn. Hann ætlar at Suðuroyar Sparikassi skal hava ein virknan leiklut í royndunum at fáa Suðuroynna aftur á føtur
Mynd: Áki Bertholdsen