Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2005 19 r aftur hann heldur, at vit hava lyndi til at stara okkum blind uppá tær forðingar sum eru fyri at menna vinnulívið. – Seinastu tíðina hevur tað gingið illa. Men hetta verður sum ein ónd ringrás, har tað tykist sum um at vit bara síggja forðingarnar og ikki tær avbjóðingar vit standa fyri og teir møgu- leikar, vit hava. – Men tað verður neyð- ugt at bróta hesa óndu ring- rásina. Ístaðin fyri at síggja forðingarnar, eiga vit at hugsa nógv meiri um teir møguleikar, vit hava fyri at menna oynna. Og Søren Lünell Bruhn heldur, at møguleikarnir fyri at menna Suðuroynna eru ikki so smáir og fáir. – Umframt onnur skip, hoyrir ein stórur partur av djúpvatnstrolarunum í flot- anum til Suðuroynna. – Vit hava eisini nógv fiskavirki á landi. Vit hava stóra frystigoymslu. Og okkara bestu fiskigrunnar eru beint sunnanfyri Suður- oynna. Og hvaðani úr Før- oyum er tað styst niður a marknaðin? Tað er úr Suð- uroynni. – Bera vit okkum rætt at, hava vit sostatt allar for- treytir fyri at skapa vøkstur í Suðuroynni. Men hann heldur, at tað er eisini ein fortreyt, at vit finna eina skipan so at bátarnir fáast at avreiða til virkini í Suðuroynni. Søren Lünell Bruhn hevur onkur hugskot um, hvussu tað kann gerast. Men enn eru tey ov lítið fyrireikað til at hann vil siga meiri um tey. – Mítt mál er at gera Suð- uroynna til eina fram- leiðsluoyggj. Vit hava allar fortreytir fyri at gera Suð- uroynna til Føroya fram- leiðsluoyggj nummar eitt. Tað er bara at leggja til brots og at fara til verka. – Tað skal verða Suður- oynna, sum skipini sigla til við fiskinum at avreiða og tað skal verða Suðuroy, sum skipini sigla frá við fiskinum niður á marknaðin. – Vit skulu bara savna allar tær góðu kreftirnar, sum eru í oynni. Vit mugu øll somul seta okkum niður í felag og tosa um møgu- leikarnar og syrgja fyri, at tað endar við ítøkiligum tiltøkum. Og stjórin í Sparikassan- um ætlar at hava ein virkn- an leiklut í royndunum at samskipa og fyrireika tað arbeiðið, sum skal til. – Eydnast hetta, so tað nokk fara at ganga framá aftur í Suðuroy, tað eri eg heilt vísur í, sigur nýggi stjórin í Suðuroyar Spari- kassa. – Fyri nøkrum árum síðani var Suðuroy fesk- fiskaoyggj nummar eitt í Føroyum. Og tað kunnu vit verða aftur, sigur Søren Lünell Bruhn. Men hann ivast ikki í, at tað vánaliga flutningssam- bandið ímillum Suður- oynna og umheimin er ein orsøk til trupulleikarnar hjá vinnulívinum í Suðuroynni. – Tað mesta skal til Havnar fyrst og tað er ein trupulleiki.Vit hava allar hentleikar og vit eru nærm- ast við marknaðin. Tað logiska hevði verið at flutt alt norðaneftir til Suður- oyar og so varð tað ført hið- ani og niður á marknaðin. – Tí heldur hann, at ein beinleiðis ruta ímillum Suðuroynna og Skotland, er neyðugt. Hinvegin er hann sann- førdur um, at framgongdin hjá Suðuroynni skal byggja á eitt burðardygt vinnulív á privatum grundarlagi. – Eg trugvi ikki upp á eitt alment stýrt vinnulív. Tíðin, eg arbeiddi í danska kapp- ingarráðnum sannførdi meg um, at almenn stýring av vinnulívinum er ikki serliga heppin. Kortini heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið meiri vágafúsan pening í Suður- oynna. – Tí hevði ein Suður- oyargrunnur kanska verið ein fyrimunur. Men tað skal vera við størsta varsemi, tí tað er ikki altíð, at almennir grunnar eru so hepnir. Tað hava vit royndir av. Eitt nú leggur tað stórt trýst á politikarar at fáa teir at ávirka virksemið hjá grunninum. Tað er óheppið og kann vera ein forðing fyri at grunnurin verður rikin á vinnuligum grund- arlagi burturav. – Ein annar máti kundi verið at gjørt tað lokkandi hjá vinnulívsfólki norðan- fjørðs at gjørt íløgur í Suðuroynni. Men ein grunnur hevði kanska verið tann skjótasta loysnin, heldur hann. Men hann heldur eisini, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið størri fjølbroytni í vinnulívið í Suðuroy. Tí heldur hann eisini, at tað kann vera rætt at flyta almenn arbeiðspláss suður. – Tað kundi givið ein ávísan tryggleika. Men tað, sum hevur nógv størstan týdning, er at fáa gongd á vinnulívið aftur, tí tann ófaklærda arbeiðsmegin er stór, so tað er stórt trot á vanligum arbeiðsplássum. Tað verða ikki almenn arbeiðspláss, sum koma at seta gongd á Suðuroynna aftur. – Hinvegin átti tað ikki at verið óhugsandi hjá vinnu- lívsfólki norðaneftir at sett seg niður í Suðuroy, her húsaleiðan er helvtina av tí, hon er í Havn. – Eitt nú skuldi ikki nakað verið í vegin fyri at KT- virki settu seg niður í Suðuroy. Í hesum sambandi heldur hann, at Fróðskap- arsetrið kundi umhugsa at lagt KT- deildina í Suðuroy. – Vit hava brúk fyri fjølbroytni í vinnulívinum, sigur Søren Lünell Brun. Neyðugt at saman- sjóða Suðuroynna Longur frammi í greinini vísir tú á, at at tú fer at virka fyri, at Vinnuráðið í Suðuroyar Syðru helvt, verður gjørt til eitt vinnu- ráð fyri alla oynna. Heldur Hóast nýggi stjórin í Suðuroyar Sparikassa er ungur, hevur hann ikki sørt av royndum Søren Lünell Bruhn er 30 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Struer í Danmark, har hann tók studentsprógv í 1993. Hann varð cand. polit við Keypmannarhavnar Uni- versitet í 2000. Síðan hevur hann á Robert Gordon Universetinum í Aberdeen tikið eina útbúgving í leiðslu sum nevnist "Master of Manegment". Tað var ikki ætlanin, at hann skuldi enda í Føroy- um, tí hann tað, sum hann hevði sæð fyri sær, var, at hann skuldi liva og virka í Danmark. Men tann søgan um, hvussu hann endaði í Før- oyum, er tann klassiska: Hann møtti eini gentu av Tvøroyri, sum vildi sleppa heimaftur at búgva og so fylgdi hann við. – Men her er gott at búgva, so tað havi eg ikki angra eina einastu løtu, sigur hann. Søren Lünell Bruhn hev- ur góðar royndir í sínum yrki sum búskaparfrøðing- ur og hóast hann er dani, er hann vælkendur við før- oysk viðurskifti. Hann hevur verið fulltrúi bæði í danska og í før- oyaska fíggjarmálaráðnum, og harafturat hevur hann arbeitt eitt skifti í danska Kappingarráðnum. Í 2003 varð hann fíggj- arleiðari á Almannastovuni í Føroyum. Søren Lünell Bruhn býr á Tvøroyri, haðani konan, Rudi Nielsen, sjúkrarøktar- frøðingur, er. Saman eiga tey ein hálvt- triðja ára gamlan son, sum eitur Jens Erik eftir abban- um, men í mai verða tey foreldur fyri aðru ferð. Søren Lünell Bruhn byrj- aði í Suðuroyar Sparikassa 1. desember í fjør, har hann tann fyrsta mánaðin ar- beiddu saman við stóranum sum var, Mikkjali Søren- sen. Men 1. januar tók hann við sum stjóri og sam- stundis fór Mikkjal Søren- sen úr starvi, eftir at hann segði upp í heyst. Endaði í Føroyum av tilvild Søren Lünell Bruhn tók útbúgving í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen Hendan útbúgvingin ger hann ikki til ein góðan leiðara, men hon hevur givið honum nøkur hent amboð og eina góða barlast, nú hann skal øva seg í verða leiðari.Her eru hann og konan, Rudi Nielsen, avmyndað, tá ið hann fekk prógvið frá Robert Gordon University Mynd: Jan Müller Framhald á s. 24