Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 7 - 12. januar 2005 Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár: Alla øldina hevur toskurin verið - Eitt serligt fyribrigdi við toskaveiðini við Føroyar er, at veiðan við tveimum undan- tøkum alla øldina hevur ligið millum 20.000 og 40.000 tons. Bestu árini er heildarveiðan komin upp á 40.000 tons, og vánaligastu árini hevur hon verið um- leið 20.000 tons. Undantøkini eru undir seinna heims- bardaga og kreppu- árini seinast í áttati- árunum og fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveiðan var óvan- liga lítil, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknar- stovuni FISKIVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri gav Fiskirannsókn- arstovan út snotuligan bók- ling, sum lýsir veiðina í høvuðsfiskasløgunum við Føroyar seinastu 100 árini. Tað er Hjalti í Jákups- stovu, leiðari á stovninum, sum hevur skipað tølini í bóklinginum til prentingar. Høvið til hesa útgávu av veiðihagtølum er, at fe- lagsskapurin, ICES, varð settur á stovn fyri stívliga 100 árum síðan, nevniliga í 1902. Tað vóru fleiri av londun- um í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, sum settu sær fyri at samskipa kanningar av havinum og lívinum í havinum. ICES var soleiðis fyrsti altjóða felagsskapur av sín- um slagi. Norðurlond vóru millum fremstu londini at taka stig til felagsskapin, og fleiri fundir at fyrireika stovn- setanina vóru eitt nú í Noregi, Svøríki og Finn- landi. Í 2002, tá ið ICES hevði 100 ár á baki, var stórfingið hald í Keypmannahavn í sambandi við árliga vís- indafundin hjá felagsskap- inum. Hagtøl í 100 ár Eitt tað fyrsta stigið hjá ICES var at savna hagtøl frá fiskiskapinum í ICES- økinum, sum er økið eystan fyri eina linju úr Kappanum í Grønlandi og suður áraka Gibraltarsundið. Alt hetta økið er síðan býtt sundur í smærri økir eftir vistfrøði- ligum og havfrøðiligum eyðkennum. Føroyska økið er býtt upp í tvey, harav Føroyabanki er fyri seg og restin av økinum, ið eftir er, er fyri seg. Limalondini hjá ICES bundu seg frá byrjanini at lata ICES hagtøl yvir fiskiskapin, býtt eftir fiska- slagi og øki. Somuleiðis skuldu londini lata felags- skapinum hagtøl fyri veiði- orku og roynd í tann mun, hesi vóru tøk. Hagtølini komu út í ein- um bóklingi til 1988, og síðan hava tey ligið á heimasíðuni hjá felags- skapinum. Aftrat hesum eru hagtølini fyri veiðina síðan 1973 at fáa á fløgu. - Vit hava mett tað vera týdningarmikið at savna tølini fyri veiði av fiski við Føroyar í hesi 100 árini til tess at síggja, hvussu fiski- skapurin er broyttur við tíðini. Tølini fyri tey týdn- ingarmestu fiskasløgini verða lýst í bóklinginum, sum nú er komin, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Taltilfarið Fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu fiskiveiðan hevur verið við Føroyar hesi 100 árini, ICES hevur savnað hagtøl, er Fiskirannsóknar- stovan farin gjøgnum øll bindini av Annales Stati- stique frá 1903 til 1986. Veiðan fyri hvørt fiskaslag sær eftir landi hvørt árið er síðan goymd í einum dátu- savni. Síðan eru somu tøl- ini fyri tíðarskeiðið 1973- 1999 drigin úr talgildu dátufløguni frá ICES. Tølini fyri tíðarskeiðið 1973-1986 eru samanborin, og har frávik hava verið, eru tølini á fløguni nýtt. - Munurin er í flestu førum eingin, og har munir hava verið, hava teir verið sera smáir. Hjalti sigur, at ymiskt er, hvussu skjótt londini lata endalig hagtøl frá sær, og fyri tíðarskeiðið 2000-2003 eru tølini, sum givin er upp til Vaktartænastuna, nýtt. Veiðitølini eru umroknað og byggja á ókruvda vekt. Tølini, sum eru fráboðaði til ICES, eru almennu tølini frá hvørjum landi sær. - Fyrstu árini hjá ICES kann ivi vera um, hvussu neyv tølini eru, men fleiri av teimum stóru fiskiveiði- tjóðunum høvdu góðar hagtalsskipanir longu, tá ið skipanin byrjaði. Hjalti sigur, at Danmark gav á hvørjum ári frá 1901 út "fiskeriberetninger", har úrslitini frá fiskiskapinum frá øllum pørtum av ríkin- um - og eisini Føroyum - eru skrásett. Ongland og Skotland hava altíð borið orð fyri at lata góð hagtøl frá sær og somuleiðis Noreg. - Hesi londini hava øll árini staðið fyri mesta fiskiskapinum av botnfiski við Føroyar. Seinnu árini og serliga í byrjanini av sjeytiárunum hava almennu tølini fyri fleiri fiskasløg viðhvørt vikið frá veruligu veiðini og eru í fleiri førum skrivað til onnur øki enn tey, har fiskiskapurin veru- liga er farin fram. Við Føroyar er í summ- um førum ivi um, hvussu røtt tølini fyri pelagisku fiskasløgini, serliga sild og makrel, eru. Men fyri hini fiskasløgini er hetta ikki nakar trupulleiki. - Tøl fyri veiðina hjá føroyskum fiskiførum eru fráboðað frá 1903 og øll árini síðan. Hjalti sigur, at tá ið veið- an í "fiskeriberetninger" fyri veiðina við Føroyar hjá føroyskum fiskiførum fyri tíðarskeiðið 1913-1924 verður borin saman við veiðitølini hjá ICES í sama tíðarskeiði, er kortini stórur munur. Í ritinum, sum Fiskirann- sóknarstovan hevur givið út, eru tølini frá "fiskeri- beretninger" nýtt. - Tøl fyri veiðina hjá føroyskum fiskiførum eru ikki latin ICES fyri tíðar- skeiðið, 1940-1951, men frá 1906 er líkt til, at lond, sum hava fiskað undir Føroyum, hava latið hagtøl til ICES, sigur hann. Heildarveiðan Í ritinum vísir Hjalti í Jákupsstovu á, at fráboðaða heildarveiðan av øllum fiskasløgum veiddum undir Føroyum vísir ein vøkstur úr stívliga 1.200 tonsum í 1903 uppí 700.000 tons í 2003. - Vøksturin fer fram í seks tíðarskeiðum. Fram til seinna heimsbardaga er miðalveiðan við Føroyar stívliga 42.000 tons, í tíðar- skeiðinum 1950-1970 er hon 93.000 tons, 1971- 1980 181.000 tons, 1981- 1990 274.000 tons, 1991- 2000 285.000 tons og at enda seinastu trý árini - árini 2001-2003 - er heild- arveiðan í miðal 620.000 tons. Heildarveiðan kann být- ast í fleiri bólkar. Fiskasløg sum toskur, hýsa, tunga, reyðsprøka, steinbítur, hav- taska og kalvi, sum nógv hava verið fiskað við troli, hava verið fiskað við Før- oyar alla øldina. Heildar- veiðan av hesum fiskasløg- um, sum hevur ligið millum 40.000 og 60.000 tons, Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, hevur lagt til rættis snotuliga og áhugaverda bóklingin, Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár - Toskurin hevur verið virðismiklasta fiskaslagi hjá okkum alla hesa øldina, staðfestir Hjalti í Jákupsstovu