Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2005 21 ð virðismiklasta botnfiskaslagið tykist vera rættiliga jøvn øll árini. - Undir seinna heimsbar- daga var veiðan av hesum fiskasløgum sera lítil, og soleiðis var eisini í kreppu- árunum seinast í áttatiárun- um og fyrst í nítiárunum. Tí er hugsandi, at hetta er tann nøgd, sum kann veiðast av hesum fiskasløgum um árið, sigur Hjalti. Seinast í sekstiárunum byrjaði fiskiskapurin eftir kongafiski, blálongu og svartkalva á djúpum vatni. Hesin fiskiskapur, sum mest hevur verið við teim- um størru lemmatrolarun- um, vaks fram til mið- skeiðis í áttatiárunum, men síðan er heildarveiðan av hesum fiskasløgum minkað munandi. Upsi og toskur Botnfiskaslagið, sum mest verður fiskað av, er upsi. - Hóast veiða av upsa er fráboðað at kalla alla øld- ina, byrjaði veruligur fiski- skapur eftir upsa undir Før- oyum ikki fyrr enn seinast í sekstiárunum - í fyrsta lagi av týskum og seinni fronsk- um fiskiskipum. Tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, byrjaðu føroysk skip at fiska upsa av fullum alvi - og síðan tá hava okkara skip fiskað at kalla allan upsan, sum veiddur verður við Føroyar, sigur Hjalti. Í ritinum leggur hann dent á, at toskur alla hesa øldina hevur verið virðis- miklasta slagi av botnfiski við Føroyar. - Undan 1977, tá ið fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, varð nógvur toskur veiddur við Føroyar av útlendskum fiskiførum, serliga skotum og onglend- ingum. Hjalti vísir á, at eitt serligt fyribrigdi við toska- veiðini kring Føroyar er, at veiðan við tveimum undan- tøkum alla øldina hevur ligið millum 20.000 og 40.000 tons. - Bestu árini er heildar- veiðan komin upp á 40.000 tons, og vánaligastu árini hevur hon verið umleið 20.000 tons. Hann sigur, at undantøk- ini eru undir seinna heims- bardaga og kreppuárini seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, tá ið toskaveiðan var óvanliga lítil. - Undan fyrra heimsbar- daga var mesta veiðan av toski við Føroyar fiskað av bretskum fiskiskipum, men undir seinna heimsbardaga minkaði bretska veiðan burtur í einki, og føroysk fiskiskip tóku yvir. Undir bardaganum tyktist stovn- urin at hava ment seg mun- andi og í 1918, tá ið fiski- skapurin bert var við før- oyskum fiskiskipum, kom veiðan upp á stívliga 20.000 tons. Hjalti vísir á, at í 1919 var føroyska veiðan 25.000 tons og samlaða veiðan av toski undir Føroyum heili 42.000 tons. - Tá ið bretsku fiskiskip- ini komu aftur higar at fiska, minkaði føroyski parturin av veiðini eftir toski heilt nógv. Pelagiska veiðan Størstu broytingarnar í veiðinøgd hava verið í pelagisku fiskasløgunum. - Sild varð nógv fiskað í fimti-og sekstiárunum og so aftur miðskeiðis í níti- árunum. Veiðan eftir svart- kjafti byrjaði í sjeytiárun- um og veiðan eftir makreli í áttatiárunum. Onkur ár fæst eitt sløg av brislingi á Tangafirði og Skálafjørð- inum. Onkur ár hevur lodna verið fiskað norðanfyri, og onkur ár er rossamakrelur veiddur við føroyar. Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at nógv tann størsti parturin av veiðini av pelagisku fiskasløgunum er svartkjaftur, og serliga síðan ár 2000 er veiðan eftir svartkjafti vaksin heilt nógv. Talvur við veiði Í snotuliga bóklinginum, Fiskiskapur við Føroyar í 100 ár, eru talvur, sum lýsa veiðina eftir hesum fiska- sløgum: Sild, brislingi, gulllaksi, hýsu, upsa, toski, hvítingi, hvítingsbróðir, svartkjafti, brosmu, longu, blálongu, havtasku, konga- fiski, steinbíti, makreli, kalva, svartkalva, reyð- sprøku, tungu. Eisini eru talvur, sum lýsa veiðina eftir hummara og jákups- skel. Í talvum sæst eisini, hvussu nógv ymisku lond- ini hava fiskað av ymiskum fiskasløgum við Føroyar. Tað er virðismikið taltilfar, sum er til skjals um fiskiveiðina í Norðuratlantshavi seinastu hundrað árini Er lítil toskur at fáa - og lítil hýsa, gongur ikki væl hjá línuskipunum og útróðrarflotanum