mikudagur 12. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 7 - 12. januar 2005
Føroyar - einar ella fleiri? Hvørji eru
VINNUSÍÐU-
KRONIKKIN
Signar P. Heinesen
Skulu vit vinna framá, er
ein tann fyrsti spurningur-
in, sum settur verður, hvørji
"vit" eru. Í so mongum av
lívsins viðurskiftum er
hesin spurningurin so ein-
faldur, at orð neyvan verða
sett á hann. Sum so mangir
spurningar, verður hann
svaraður, áðrenn hann varð
spurdur. Viðhvørt kunnu
svar uppá slíkar óspurdar
spurningar verða til mikið
ógagn.
Ein týðandi partur av
kjakinum í Føroyum snýr
seg um, hvussu vit skipa
okkum. Nógv væl lærd - og
væl meinandi - fólk hava í
fleiri ár roynt at benda okk-
ara skipan móti størri
kommunueindum, einum
valdømi, liberalisering av
marknaðinum,
greiðum
ábyrgdarbýti o.s.fr. Mangur
fær tað til at vera sjálvsagt,
at soleiðis er best at skipa
seg. Men er tað so? Hvør er
fortreytin
undir
hesum
skipanum? Mítt boð er, at
ein av høvuðsfortreytunum
er, at Føroyar er eitt land,
sum onnur lond. Eitt land,
har mangar skipanir eru at
kalla sjálvvirkandi, um-
framt at landið er ein
marknaður. Ein arbeiðs-
marknaður, ein kapital-
marknaður, ein elmarkn-
aður, ein fjarskiftismarkn-
aður o.s.fr.
Er hetta ein rímilig for-
treyt? Og um hetta ikki er
ein rímilig fortreyt, fær tað
so avgerðandi ávirkan á,
hvør skipan er heppin og
hvør skipan er óheppin?
Heimsins minsta
veruliga tjóð?
Fleiri av heimsins ríkjum
eru smá - heilt smá og væl
minni enn Føroyar. Men
finst nøkur minni tjóð í
heiminum, sum er so
"sjálvstøðug" og samstund-
is so rík, sum Føroyar? Eru
ikki allar hinar ríku, smáu
tjóðirnar annaðhvørt eitt
"smørhol" millum onnur
rík lond, nógv stuðlað frá
øðrum landi, skattaparadís
ella eitthvørt annað, sum
vit onkursvegna kunnu
siga, er eitt sindur "óveru-
ligt" fyri eina tjóð? Føroyar
hava eitt fjøltáttað mentan-
arlív við egnum máli, og
samanborið við Monaco
ella Isle of Man hava vit
eisini eitt fjøltáttað vinnu-
lív.
Framburðurin í
Føroyum frá 1856 til í
dag - ein tulking
At vanligi føroyingurin í
allari túsund ára langu søgu
okkara hevur verið væl
frælsari enn vanligi borg-
arin úti í heimi um somu
tíð, er helst ein veruleiki,
vit sjáldan geva okkum far
um. Fríhandilin í 1856 gav
møguleikan fyri vinnuligari
menning í landinum, men
ikki fyrr enn um aldarskift-
ið 1900 var hesin møgu-
leikin búgvin í nakran mun.
Fyrsta sluppin í 1876 skuldi
vísa seg at kollvelta før-
oyska samfelagið eftir rími-
liga stuttari tíð og gjørdist
okkara lívsgrundarlag, sum
nú rillar. Um aldarskiftið
1900 vóru føroyingar ser-
liga væl fyri og løgdu stórar
ætlanir. Tá var eitt telefon-
net stungið út í kortið, eitt
havnanet, eitt veganet og
royndir vóru eisini gjørdar
at fáa eitt elnet. Á mentan-
arliga økinum bygdu føroy-
ingar eina mentan um tað
føroyska málið, eins og
onnur mentanarlig framtøk
vóru gjørd. Kreppan seinast
í 20-unum og 30-árunum
og seinni heimsbardagi
gjørdu, at hesar ætlanir
fingu eitt skot fyri bógvin,
tó at mentanarbyggingin
helt áfram.
Eftir kríggið tóku føroy-
ingar aftur við. Hóast 50-
árini vóru sera trupul,
stungu føroyingar stórar
ætlanir út í kortið tá. Eitt
veganet, eitt elnet, eitt fróð-
skaparsetur og havnir kring
landið vóru nøkur av teim
stóru
prosjektunum.
Á
vinnuligu síðuni var tað
serliga Sjóvinnubankin og
Føroya Fiskasøla, sum vóru
stór felags tøk. Hetta varð
alt stungið út í kortið og
sett í verk í eini tíð, tá ið tað
var svangligt hjá mangum
føroyingi.
Øll hendan menningin
var eitt felags føroyskt átak.
Øll prosjektini at kalla vóru
sett í verk í felag fyri allar
Føroyar.
Hálvthundrað
kommunur vóru nóg samd-
ar til, at tað bar til at byggja
eitt elnet upp í Føroyum.
Tíggjutals eindir í fiski-
vinnuni vóru nóg samdar
um, at tað var skil í at
byggja eina fiskasølu upp í
felag. Politikarar úr sjey
valdømum og 50 kommun-
um (tá vóru vegir kommu-
nalir) vóru nóg samdir um
at byggja eitt veganet, at
tað bar til at gera eina
brúkiliga skipan.
Steinur var lagdur oman
á stein. Eitt klípi nú og
annað tá. At vilja tað sama
saman. Tann, sum hevur
sitið á fundi við onkrum av
hesum gomlu bygdarráðs-
formonnum ella øðrum og
tikið við læru, hevur fingið
í blóðið, hvat hesin fiksi
setningurin merkir í prak-
sis.
Hesi høvdu eina greiða
fatan av Føroyum, sum eitt
felags menningarprosjekt.
Um tað vóru 50 kommunur
ella sjey valdømi ella 60
flakavirki var ikki so avger-
andi. Tey bygdu skipanir,
sum knýttu hesi nógvu til ta
einu skipanina. Tá ið ein
skilamaður ella eitt konu-
brot rópti "ohoy", tá hálaðu
tey flestu í tað, sum tey
høvdu fingið at hála í. Tey
vistu
nøkunlunda,
nær
teirra túrur var at fáa í sín
part. Og Føroyar fluttu seg
framá.
Ein slík tulking fer lætt
um mangt og hvat, umframt
at hon kann tykjast í so
romantisk. Til okkara enda-
mál eru tað tær stóru linj-
urnar, sum helst skulu
hómast. Hvat fólk ítøkiliga
hava hugsað, hvat er tilvild
og hvørji nyttuleys kegl
eisini er partur av somu
søgu, er óviðkomandi í
hesum føri.
Tá og nú - enn ein
tulking
Tíðin er broytt og umheim-
urin er broyttur - fyri ikki at
siga kollveltur. Tað ídn-
aðarsamfelagið, sum okk-
ara fólk royndi at virka í, er
eitt heilt annað í dag.
Onkur nevnir tað "net-
samfelagið", annar "vitan-
arsamfelagið", triði "dream
society", fjórði "creative
man"-samfelagið.
Fleiri
heiti verða sett á.
Seinastu 10-15 árini hava
vit roynt okkum við einum
øðrum høvuðssjónarmiði
av Føroyum. Umsiting,
vinnupolitikkur,
komm-
unupolitikkur, mentanar-
politikkur
o.a.
verður
skipað, sum um Føroyar
eru eitt land, ein marknaður
við
fleiri
sjálvvirkandi
skipanum.
Sjey atskild aðalráð, eitt
mál um 7-9 kommunalar
eindir við hvør sínum al-
mannaverki,
skúlaverki
o.ø., eitt mál um eitt frælst
el-net við fleiri elveitarum,
eitt mál um eitt frælst fjar-
skiftisnet við fleiri fjar-
skiftisveitarum, frælsi hjá
fremmandum kapitali at
koma inn á okkara til-
feingisgrundarlag, karmar í
vinnupolitikkinum o.s.fr.
Listin er langur. Føroyar
eru ikki longur "eitt pro-
sjekt Føroyar", men heldur
eitt prosjekt "skipan av
føroyska marknaðinum".
Tær skipanir, sum gjørdu
Føroyar til eina eind, eru í
stórum og heilum burtur-
beindar bæði á umsitingar-
liga økinum, vinnuliga øki-
num og mentanarliga øki-
num.
Skilamaðurin
og
konubrotið eru nú sjáld-
som í okkara leiðslu. Loys-
unarorðið
er
nú
ikki
"ohoy", men innanlands
kapping og hóttanir. Tora
vit at hugsa tankan, at fleiri
av teim loysnunum, sum
settar vórðu í verk í níti-
árunum, eru týðandi partur
av okkara trupulleikum í
dag? Tora vit at hugsa
tankan, at fleiri skipanir frá
nítiárunum eru til stórt
ógagn í dag? Tora vit at
hugsa tankan, at heldur ikki
skipanir frá tíðini fyri 1990
eru gagnligar í dag? Tora
vit at hugsa tankan, at tað
heldur ikki ber til at finna
frægastu
skipanir
aðra
staðni í heimi? Tora vit at
hugsa tankan, at vit - vit
føroyingar, sum vilja felags
framburð - standa einsa-
møll við uppgávuni?
Fáur borgari veit í dag,
hvar hann skal geva sítt
íkast, hvussu fegin hann
vildi tað. Skal hann keypa
ella selja? Skal hann toga
ella trýsta? Skal hann
byggja ella bróta niður?
Skal hann menna ella
kvetta á stokkinum? Skal
hann tiga ella tala? Um
hann ynskir at tala, hvønn
talar hann tá við? Um hann
heldur seg hava funnið eitt
embæti at tala við, hevur
hann tá álit á persóninum í
embætinum?
Týðandi ábendingar eru
um, at fleiri fólk í føroysk-
um vinnulívi í dag í stóran
mun hava mist viljan til
"tað føroyska menningar-
prosjektið" - helst tí ilt er at
síggja nakað slíkt "pro-
sjekt". "Commitment" er
eitt fremmant orð, sum
lýsir veruleikan aftanfyri
viljan til felags tøk út í tað
óvissa. Tá ið vanligi borg-
arin hevur mist viljan til
felags tøk, har óvissan er
stór, tá er vandi á ferð.
Kemur tað so langt. Eisini
eru týðandi ábendingar um,
at fleiri og fleiri hava ikki
álit á almennum skipanum,
eins og fleiri og fleiri við-
komandi fólk ikki halda tað
vera ómakin vert at seta seg
í samband við týðandi part
av formligu leiðsluni.
Føroyar - einar?
Hvussu mong innan tele-
marknaðin rokna í dag
50.000 fólk sum ein tele-
marknað? Hvussu nógv
innan elmarknaðin rokna í
dag 50.000 fólk sum ein el-
marknað?
Hvørjar
"marknaðir"
skulu vit festa okkara eygu
á? Skulu vit festa okkara
eygu á Føroyar, sum ein
marknað? Skulu vit heldur
festa okkara eygu á út-
lendskar
marknaðir
og
síggja Føroyar, sum felags
útgangsstøðið? Og hvat
merkir
tað
í
praksis?
Hvussu byggja vit brýr
millum marknaðir? Hava
vit yvirhøvur eina realist-
iska fatan av útlendska
marknaðinum? Á hvørjum
økjum virka Føroyar sum
ein marknaður og á hvørj-
um økjum virka tær ikki
sum ein marknaður?
Hvussu nógvar størri
eindir eru neyðugar, áðrenn
tað ber til at tosa um eitt
marknaðarskikkað samfe-
lag? Hvør samanseting av
smáum og størri virkjum er
neyðug, skal tað hava nakra
meining at tosa um ein
marknað? Og hvat hendir,
um vit brúka marknaðar-
amboð, har tað ikki gevur
meining? Tora vit at spyrja,
um trupulleikarnir í aling-
ini í løtuni partvíst er eitt
úrslit av hesum?
Hvørji eyðkenni eru við
teimum einstøku virkjun-
um inni í einum væl virk-
andi altjóða marknaði? Eru
hesi eyðkenni eisini eyð-
kenni fyri føroysku fyri-
tøkurnar, sum vit kenna tær
í dag?
Mangur tosar um fremm-
andan kapital í Føroyum.
Men fáur spyr eftir føroysk-
um kapitali í útlondum.
Hvørji
eyðkenni
hevur
fremmandur
kapitalur?
Hvørjir eru "útlendsku"
keypararnir hjá Vónini?
Eru tað ikki m.o. føroying-
ar í fremmandum skipum?
Kapitalur verður stýrdur og
tey, sum stýra, eru partur av
eini tjóð. Kapitalurin kenn-
ir kanska ikki landamørk,
men tey, sum stýra kapi-
talinum kenna landamørk.
Tora vit at hugsa tankan, at
eins neyðugur fremmandur
kapitalur er í føroyska sam-
felagnum - eins neyðugur
er føroyskur kapitalur á al-
tjóða leikpallinum? Tora vit
at hugsa tankan, at einvegis
fremmandur kapitalur til