Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 137 - 22. JULI 1999 tíðindablaðið Svíuframsýning í Í 'Høllini á 23. - - 25. Juli | Aftur í ár verður hellin á Hálsi ; karmur um fram- '; sýningina >Hend- ur og Hugflog«, sum verður nå pm ' vikuskiftið. Ei og í fjør eru útl- endskir fram- sýnarar við og í ár ru gestirn ir úr haðani upprunahugskotid til framsyningina i Hålsi Tydning at menna handaverki — »Hendur & Hugflog« er ein sølustevna og ein framsyning, verkið, siga fyrireikararnir, nú triðja framsýningin verður um vikuskiftid. Hóast stutt er fráliðið síðani fyrstu framsýning- ina, so halda tey, at tekin eru um, at gongd er komin á menningina Sveinur Tróndarson Triðja árið á rað, skipað Menningarstovan og Føroya Heimavirkisfelag fyri sølu- framsyningini »Hendur & Hugflog« i høllini á Hálsi, og verður hugt eftir undir- tókuni, so kann ikki annað sigast enn, at tað hevur ver- ið tørvur á eini slíkari fram- sýning. Nógvar framsýningar eru í landinum millum ár og dag, men fyri bert tveimum árum síðani var eingin framsýn- ing, sum bara var ætlað list- handverkarunum og heima- virkisfólki. Tað er kanska orsøkin til at hugurin at luttaka hevur verið so góður øll trý árini, og tað er kanska júst orsøk- in til, at fyrireikararnir halda á fram at skipa fyri fram- sýningini. At tað hevur verið tørvur á eini slíkari framsýning ber eisini stóri skarin av vitjandi boð um. Bæði undanfarnu árini hava umleið 3.000 fólk ver- ið inni á gólvinum í høllini á Hálsi, og tað er ikki so lítið. Vit hava verið og fingið eitt lítið prát við fyrireikar- arnar, sum eru Inga Simon- sen og Suni Poulsen frá Menningarstovuni og Randi Vang frá Heimavirkisfelag- num. Byrjaði í Íslandi Hugskotið til framsýningina fingu fyrireikararnir tá tey vóru í Íslandi í 1996. — Vit vóru har yviri í sam- bandi við líknandi framsýn- ing á Akureyri í 1996, og nidurstødan av túrinum var, at vit skuldu royna tað sama her. Tað gjørdu vit fyrstu ferð árið eftir, í 1997, siga tey trý. Hetta var ein roynd at gera nakað heilt nýtt fyri eina »vinnu«, sum mangur ikki hevur roknað sum eina vinnu og nidurstødan eftir fyrstu framsýningina var at hatta skuldi roynast aftur. Men hvat er endamálið við framsýningini, um tað finst eitt einstakt høvudsend- amál? — Endamálið við framsýn- ingini er at menna listhand- verk og heimavirking í Før- oyum. Tað eru nógv fólk kring alt landið, sum sita og virka eitthvørt, og tað er fyri at stuðla teimum, at halda á fram, at henda framsyningin er sett upp á beinini, sigur Suni. Við hesari framsýningini koma tey út millum aðrar framsýnarar, har tey síggja hvat tað er teirra »starvs- felagar< takast við, og kunnu taka við læru frá teimum. Randi Vang vísir á, at tað er sera gagnligt hjá listhand- verkarum, at síggja hvat onnur gera, um enn tað er í sama faki, sum tey sjálvi ar- beiða, ella tað er á øðrum økjum, tí tú kanst altíð brúka góð hugskot. Ein góð lopfjøl Men so er spurningurin mill- um annað, um fyrireikarar- nir halda, at tað hevur eydn- ast teimum at fáa gongd í hesa »vinnuna«. — Vit skulu vera varin við at siga, at vit hava fingið gongd i, men vit kunnu siga, at vit saman við framsýnar- unum hava sett skjøtul á eitt arbeiði, sum tekur rættiliga langa tíð, siga tey trý. Hvat er tað so, sum tit hava sett gongd á? — Tað, sum eg haldi hevur størstan tydning er, at fólk, sum fåast vid handaverki skulu læra at selja tað tey gera fyri pengar, sigur Randi Vang. . — Nógv av teimum, sum eru við hava í fleiri ár arbeitt við handaverkinum, og hava í nógvum fórum latið lut- irnar frá sær uttan at taka stórvegis av peningi fyri vøruna. Tann >prosessin< at læra at taka pengar fyri sítt arbeiði er nakað sum tekur tíð, sigur Randi Vang. Hon heldur, at handverks- fólk ofta eru í so litillåtin, og at tað ávirkar evnini at áseta rætta prísin. Og hon veit hvat hon tos- ar um, tí hon er listhandverk - ari sjálv, hóast hon tó held- ur vil kalla seg handverkara enn listafólk. Sølustevna og framsyning Nú hevur framsyningin øll trý árini ligið í juli mánaði, seinasta vikuskiftid áðrenn ólavsóku, og tað er kanska onkur, sum heldur, at tíð- arbilið er væl valt, serliga tá ein hugsar um søluna. - Hetta er ein sølustevna og ein framsyning har list- handverkararnir fáa høvi til at vísa fólkið - bæði keyp- monnum og kundum, hvat at er, tey gera. — Fleiri teirra, sum vit hava tosað við siga, at sølan í veruleikanum ikki er tað týdningarmesta hesar dag- arnar, sigur Inga Simonsen. — Tey vísa á, at tey koma út við tí tey hava gjørt, og á tann hátt vísa kundunum, at tey eru til. So kann tað vera, at kundarnir venda aftur seinni, um teir ynskja at keypa. Soleiðis fáa hand- verkararnir kontaktirnar út til kundarnar, og tað siga fleiri teirra, hevur sera stóran tydning, leggur Inga Simon- sen afturat. Men kortini er tað ein ver- uleiki, at tað verður selt rætt- iliga nógv á sjálvari fram- sýningini. — Nógvir føroyingar, sum búgva uttanlands eru heima um hetta mundið, og ein framsýning sum henda gev- ur teimum høvid til at finna nógv á einum stað, og tað er nokk ein orsøk til, at tað verður selt so nógv. Eitt ann- að er so úrvalið á framsýn- ingini. T. d. eru fleiri básar, sum hava ymiskt til føroysk klæði, og tað verður eisini selt nógv av. Kortini leggja fyrireikar- arnir dent á, at hóast talan er um eina sølustevnu, so hev- ur tað stóran týdning, at framleiðararnir halda fast við teirradagliga sølunet. Framsýningin er ikki á nakran hátt ætla at koma í- staðin fyri hetta sølunet, men er heldur ætla til at styrkja marknaðarføringina av vør- unum, og kemur hetta vón- andi eisini handlunum til gagns. Fjølbroytni skal til Fyrireikararnir royna av øll- um alvi at bera so i bandi, at framsýningin verður so fjøl- broytt sum yvirhøvur gjørl- igt. Framsýnararnir — sjálvir hjálpa væl til í so máta, tí tað er rættiliga ymiskt hvat verður sýnt fram í teimum ymsu básunum. Fyri at seta ein eyka dám á, hava fyrireikararnir tey bæði seinnu árini boðið útl- endskum gestaframsýnarum við til framsýningina. Tað er altíð eitt »nåttårl- igt< skifti millum luttakarar- nar. Ikki allir, sum vóru við í fjør, eru við í år, og soleiðis skal tað eisini vera halda tey trý. — Hjá nøkrum er tað tí, at tað ikki hava stundir tí tey hava so nógv at gera, og hjá øðrum er tað tí, at tey heldur vilja bíða eitt ár, áðrenn tey koma við aftur. Men hóast tað, so halda fyrireikararnir, at tað eisini er neyðugt við íblástri utt- anífrá. — Vit hava tað fatan, at tað kann vera gagnligt fyri før- oysku framsýnararnar at síggja hvussu útlendingar ar- beiða, og tí hava vit tey bæði seinnu árini boðið útlend- sum hevur sum høvudsendamål at menna føroyska handa- ingum vid. I fjør var gestaframsyn- arin ein føroyingur, sum er busitandi i Danmark. men i år koma gestaframsynarar- nir år Islandi. og fyrireikar- arnir halda sjálvir. at tey hava fingið trý sera spenn- andi og fjølbroytt islendsk lista- og handverksfólk hend- avegin. — Næsta ár kann verða, at vit bjóða onkrum úr Het- landi at koma hendavegin, ella úr Noregi, sigur Randi Vang. Geva handlum fyrimun Ein onnur broyting i mun til undanfarin ár, er at i år verð- ur framsyningin latin upp i tveimum pørtum. Klokkan 13 verdur fram- syningin latin upp fyri inn- bodnum, medan hon letur upp fyri almenninginum klokkan 15. — Vit gera tað soleiðis í år fyri at geva viðskiftafólku- num hjá teimum, sum sýna fram, ein fyrimun. Hini bæði árini hevur tað verið so, at dyrnar eru latnar upp eina ávísa klokkutíð og tá hava vit ikki hugsað um t. d. handlarnar, sum selja vor- urnar hjá framleiðarunum. Hetta vildu vit broyta í ár, og ti hava vit avgjørt, at frá klokkan 13-15 er bert opið fyri innbodnum. Fyrireikararnir vóna at síggja eins nógv fólk íár og undanfarnu árini.