hósdagur 22. juli 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
á
LL
á
á
;
á
NR. 137 - 22. JULI 1999
tíðindablaðið
19
Storan tydning at geva
náttúru og umhvørvi ans
— Við skilagóðum
atgerðum ber vanliga
til at menna
samfelagið og
samstundis tryggja,
at neyðugu atlitini
verða sýnd náttúru
og umhvórvi. Á
henda hátt ber til at
varðveita stórbæru
føroysku náttúruna.
segði Eyðun Elttør í
róðu, hann helt á
Sandoyarstevnuni í
Skálavík seinasta
vikuskiftið
Góðu áhoyrarar,
Fyrst fari eg at takka fyrireikar-
unum fyri at hava boðið mær
suður higar til oyggjastevnu
tykkara. Tað var her í oynni, at
fyrsti fólkafundurin varð hildin
fyri meira enn hundrað árum
síðani og tað er hugaligt, at
ungmannafelagið í bygdini,
Keldan, tekur táttin uppaftur
ídag.
Eisini havi eg verið so heppin
at siglt saman við fleiri
skálvíkingum og monnum
aðrastaðni úr oynni.
Bygdamaður tykkara, skaldið
Heðin Brú, letur søguna
Fjallaskuggan enda við, at
børnini spyrja påpan: "Nær
verður summar ?" Og pápin
svarar: "Tá ið fjallaskuggin
undir Heiðafjalli er uppi, tå
eingin svartur flóki bolir undir
fjallinum longur". Síðani leggur
rithøvundurin afturat: So fóru vit
heim at bíða eftir summri
Eri ikki staðkendur her um
leiðir og veit tí heldur ikki,
hvussu langt tað líður á árið.
áðrenn skuggin aftur sæst undir
Heiðafjalli. Hugsa vit um
samtelagslig viðurskifti. mugu
Vit tó ásanna. at summarið er
stutt, tí sjáldan eru vidurskiftini
soleiðis, at tað ikki eru skýggj á
luftini og skuggar undir
fjøllunum.
Fyri fáum árum síðani var
okkara samfelag í svárari
búskaparkreppu. Sólin stóð lágt
og skuggarnir vóru langir.
Vantandi fiskiskapur, arbeiðs-
loysi og beinhørd krøv um
afturgjalding av gamlari skuld
gjørdi tað óliviligt hjá mongum.
Serliga hart raktar vóru bygdir
og oyggjar, ið eru tætt knýttar at
okkara høvudsvinnu. Størsta
samfelagsliga vanlagnan var
kortini fråflytingin, ið fleiri
familjur, ja kanska heilar bygdir,
enn kenna svidan av.
Sandoyggin var hart rakt. tí í
tíðarskeiðnum frá 1990 til 1998
minkaði fólkatalið í oynni við
16,5%, meðan minkingin í
Føroyum sum heild var umleið
5,6%. Tað búðu 1658 fólk í
Sandoynni í 1990, meðan talið í
1997 var komið niður á 1349
Í søguni fóru faðir og børn heim
at bíða eftir summrinum. Søgan
speglar soleiðis eina tíð, tá
stundir vóru at bíða - og kann
vera ein áminning um, at
tilveran líkist árstíðunum: tað
eru myrkari og ljósari tíðir. Vit
høvdu ikki stundir og ráð at bíða
eftir, at kreppan loysti seg sjálv,
men tóku ógvuslig tøk fyri at
menna samfelagið aftur. Um tað
eru tiltókini ella skaparans
signing við øktum fiskiskapi ella
ein blanding av hesum, ið førdu
okkum aftur á kós, kunnu vit
kjakast um.
Asannast má kortini, at
búskaparliga gongur betri, bæði
hjá tí einstaka, virkjum og
samfelag. Eisini her í oynni er
meira virksemi og sambært
fjølmiðlunum eru urslitini ikki
av leið. Fólkatalið í Føroyum er
aftur farið at vaksa, men enn eru
tað serliga miðstaðargkið og
— Ein kæra um vatnorkuúthvgg-
ing í Eysturoy ella laksaaling á
vøtnum í Suðuroy kann virka
forðandi fyri felagið, ið skal
undir verkætlanina. Hinvegin
eru slíkar kærur vid til at økja
almennu tilvitanina um virk-
semið, sum farið verður undir,
segði Eyðun Elttør
høvudsstadurin, ið draga fólk til
sín. Tó kvinkar rætta vegin í
Sandoynni eisini, tí 31. mars í ár
búðu 1400 fólk aftur í oynni.
Heldur búskaparliga
framgongdin á, verður fólkatalið
í oynni helst at vaksa uppaftur
meira. Vónandi kunnu betraðu
ferdamøguleikarnir, sum nýggja
Sandoyarferjan fer at geva,
eisini gera tað hugaligari hjá
ungfólki at búsetast í oynni.
Brúka vit myndina frá søguni
hjá Heðini Brú, kunnu vit siga,
at búskaparliga stendur sólin
høgt — og skuggarnir eru fáir,
sjálvt um onkur svartur flóki enn
bolir undir fjøllunum. Fari at
lata onnur hugsa um prís- og
lønarvøkstur við versnandi
kappingarføri sum avleiding,
meðan eg hugsi um ein flóka, ið
hevur við ein part av mínum
målsøki - umhvørvismålini - at
gera.
Síðani fyrru helvt av áttatiáru-
num er nógv gjørt fyri at betra
um reinhaldið av okkara bygd-
um og býum. Vit hava fingið
eina vælvirkandi innsavning av
burturkasti við tilknýti til
brennistødir og tyrvingarplåss,
og bæði fjøra og hagi eru sum
heild ruddiligari nú enn fyri 10
— 15 árum síðani. Í kjalarvørr-
inum á búskaparligu framgongd-
ini økist burturkastið almikið, og
nú megna okkara brennistødir
ikki at arbeiða undan. Burtur-
kastið verður tíbetur savnað,
soleiðis at tað ikki skemmar
náttúruna. Umboð fyri okkara
brennistødir eru nú farin undir at
kanna, hvørjir møguleikar eru
fyri t.d. at endurvinna partar av
burturkastinum.
Eingin skipað innsavning er
av burturkasti frá skipum, og tað
hendir, at slíkt verður tveitt fyri
borð. Nøgdirnar av burturkasti
frå skipum eru vaksandi, og
spell er. um havið verður brúkt
sum køstur.
Vit eiga eisini at stríðast móti
dálking frá stóru idnadarøkju-
num á meginlandinum". Sjålv-
andi skulu vit gera vart við hesa
dálkingina, tí m.a. kyksilvur- og
PCB-kanningarnar av grinda-
hvali hava víst, at ídnaðardálk-
ingin ávirkar okkum almikið.
Grindahvalurin, ein partur av
okkara náttúrutilfeingi, sum vit í
øldir hava lívbjargað okkum við
er kanska ikki hóskandi sun
mannafødi longur.
Dálkingin av havinum er sama!
við luftdálkingini og vakstrur
húsárininum dómi um, at dálk-
ingin er global, og at verulig
umhvorvisverja bara kann eeras
við skilagóðum altjóða sam
starvi
Við ætlanunum um Føroyar sum
fullveldi er tað sjálvsagt. at vit
verða uttanríkispolitiskt meira
virkin.
Fyri umhvorvismálini merkir
hetta, at vit føroyingar sjålvir
eiga at gera okkara sjónarmið og
áhugamál galdandi í altjóða
samstarvi um umhvørvismål.
Serliga, tå talan er um mål, ið
hava tydning fyri okkara livi-
umstødur.
Har sum vit menniskju virka
og liva, har gera vit inntriv i
náttúruna so ella so. Kortini
eigur tað at bera til at liva í sam-
ljóði við náttúruna og við virð-
ing fyri tilfeinginum, sum okk-
ara ættarlið hevur fingið at um-
sita.
Vit kunnu vera ósamd um
neyvaru lutirnar í einum um-
hvørvis- og tilfeingispolitikki,
t.d. um hvar markið fyri einum
livfrødiliga ráðiligum veiðitrýst
liggur, ella nær ein åvis verk-
ætlan er somikið skemmandi
fyri náttúruna, at hon átti at
verið steðgað. Her ræður, sum í
so mongum av livsins viður-
skiftum, um at finna eina javn-
våg.
Tad, sum eftir minum tykki
hevur alstóran tydning, er, at tað
í samfelag okkara eru einstakl-
ingar, myndugleikar og feløg, ið
geva umhvørvinum og náttúruni
ans. Somuleiðis hevur tað týdn
ing, at skaptir eru fólkaræðislig::
møguleikar fyri at seta spurna-
rtekin við ymiskar verkætlanir
Ein kæra um vatnorkuútbygg
ing í Eysturoy ella laksaaling á
vøtnum í Suðuroy kann virka
forðandi fyri felagið, ið skal
undir verkætlanina. Hinvegin
eru slíkar kærur við til at økja
almennu tilvitanina um virk-
semið, sum farið verður undir.
Stundum føra slíkar kærur eisi
til, at verkætlanirnar verða
gjøgnumførdar við stórri var-
semi. Við skilagóðum atgerdu:
ber vanliga til at menna sam-
felagið og samstundis tryggja.
neyðugu atlitini verða sýnd ná
túru og umhvørvi.
A henda hátt ber til at
varðveita stórbæru føroysku
náttúruna.
Okkara fjøll, áir og vøtn, firðir
og sund, byir og bygdir eru
sannir gimsteinar, sum vit eiga
at røkja og fara væl um. Húsast
vit skilagott og fara væl um
okkara tilfeingi, kunnu vit skapa
okkum trivna og lívskor fyri
okkum og okkara eftirkomarar
Við slíkum hugburði kunnu
vit líta frameftir.
Fyrst í hesi øldini stóð ein
ungur maður norðuri á landi, í
Fogrulíð. norðoyggjarnar aftan
fyri, kagar inn í Eysturoynna,
hyggur so langt suður, sum eyga
røkkur, og hugsar um "Tú al-
fagra land ”. møguliga han
hevur hug "Hvussu skal
eg taka ímóti hesi nýggju øld"
Vit spyrja c . hvussu við
okkum, nú vit fara inn í ár
2000?. Ar 2000 trupulleiki verð
ur havdur á munni, og fremm-
andafólk banka á dyr okkar fyri
at vera við í einari møguligari
komandi oljuvinnu.
Lat okkum taka við tí avbjóð
ing. sum kemur, eins og hann,
Simun av Skarði. gjørdi, tá hani
segði:
Eg nigi ti niður
i bøn til tin, Gud:
Hin heilagi fridur
mær falli i lut!
Lat sål mina tvåa
sær i tini dyrd!
So torir hon våga
. av Gudi væl skird —
at bera tað merkið.
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mitt land'
So skal tað hepnast.
Takk fyri.
Eyðun Elttør,
landsstýrismaður