Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið NR. 137 - 22. JULI 1999 Tað almenna skal verða við í endurreisingini av útoyggjunum - Einki er at ivast í, at tað almenna má taka lut í eindurreisnini av útoyggjunum, eisini fíggjarliga. Men almenni leikluturin má ikki 1 sf vera al ] veita rakstrarstudning til privat vinnuliv, tað hevur misydnast fyrr, og tað fer 9 fr? 8877, misyvanasT! au, ndi løtur, ein sjålvur hevu t her og aðrastaðni i Føroyum Eg fan heldur ikki aftur í søg una at røda um tey stórmenni, ið høvdu sín heimstað í Fugloy, í Svínoy. í Skúvoy. á Dímun, í Koltri í Gásadal: ella øðrum plássum. sum í dag eru avskorin frá meginlandinum. Tílíkt tos er stuttskygt, gevur ikki mettuna, | kki brúkast, tá stóða ast til, um útjaðarin aftur skal gerast ein virkin partur av kkara samfelagi, ella um itoyggjarnar skulu parkerast sum fritidarøki hjá strongdum niðstaðaríbúgvum Í dag er aftur lív og menning í Føroyum. Men tað er ein sann- nd, at alt ov lítið er gjørt til tess at tryggja, at allar Føroyar fáa lut í framburðinum. Og enn riliggur eingin jað É fullfís »olitisk ætlan, sum vit Í felag kunnu fara í holt vid, at seta í Vælferðin í bý og á bygd Sum landsstýrismaður í almanna yg heilsumålum, fari eg fyrst it nema við spurningin um arsamfelagið, og hvussu vit skulu menna tað. Daprar svartskygdar røddir føra fram aftur og aftur, at sjålvstyris- ætlanirnar, ætlanirnar um før ullveldi og buskaparligt sjålvsbjargni fara at gera av við vælferðarsamfelagið, bæði á bygd í býr og ONYSKI I SOKA i Helena Dam á ) SE ismaður. á fólkafundinum t KENNA ar R yg tann ið kennir seg sum i støðugt minnast til, i hevur verið. og kemur aftur at vera móttakari Stokkt er tann hiti, ið er ing týna ein annan part A sá látt sum vit sum samfelag hava felags ábyrgd av hvørjum øðrum. hava vit fingið alla tjóðina í varðveitslu, og vit hava skyldu til at røkja hana væl og at fáa landið alt at nørast og vaksa í virði. Stokkutur er tann hiti. ið er fingin við at týna ein innan part av landinum. Tað kemur okkum aftur um brekkur fyrr ella seinni Vit standa í dag á einum vega- móti. Fólkatalið minkar støðugt á útoygjunum, meðal livialdurin hækkar nógv og vinnumøgu- leikarnir og sostatt inntøku- møguleikarnir eru ikki nóg góð- ir. Hetta er ein politisk avbjóð ing og skylda at taka í álvara her og nú, á gåttini til eina nýggja old Møguleikarnir eru nógvir. Líta vit okkum í kring, so liggur eitt stórt umvælingararbeiði á láni Her standa tóm hús, sum við ábótum kundu verið nýtt til ferðavinnuendamál ella til lista- fólk og rithøvundar at búleikast í. Her átti at borið til at fingið meira burturúr landbunadinum, jørdini og bjørgunum. Vit megna framvegis ikki at gagnnýta tað tilfeingi, sum fyrr var Føroya gull. Og tann framkomna sam- skiftistøknin átti at gjørt tað møguligt at røkt eitt inntøku- gevandi arbeiði, hóast búsitandi á útoyggj. Helst eru aðrir møguleikar eisini, sum eg ikki havi nevnt ella hugsað um. Fólkafunduru Fu eloy var hildin i Men eins og eg fyrr tosaði um lívsæðrina í vælferdarsamfelag- num - hugburðin hjá tí einstaka. Eins væl er tað neyðugt, at fólk- ið á útoyggjunum bjóðar seg fram, sýnir vilja at røkja síni lunnindi og at kenna sína søgu Útoyggjaálitið skal skrivast Harumframt skulu vit politiskt bera so í bandi, at vit sum skjót ast fáa lýst ul fullnar, hvar forðingarnar eru og hvorjir møguleikarnir eru. Er tað lóg gåvan, sum ikki er nóg full fíggjað Til dømis ferðavinnulóggáva okkara. Atti henda lóggávan ikki í nógv stórri mun eisini at snúð seg um skyldur Ferðaráðsins at vera við til at búgva oll økini í landinum út til at taka ímóti ferðafólki Er tað ikki soleiðis, at okkara kommunuskipan forðar fyrr, at tey fámentastu økini í landinum sjålvi orka at gera neyðugar íløgur og útbyggingar fyri at vera við í kappingini Er tað neyðugt at geva útoyggjunum møguleika fyri einum lægri skattatrýsti? Forðar MVG skipanin fyri, at vit fáa nakran heimamarknað av týdningi í Føroyum? Ein heima- marknað har tú og eg, við at keypa føroyskt kunnu tryggja okkum sjålvi ella grannanum eitt lønt arbeiði? Heimurin óttast alt meira dálkaðar og vandamiklar matvørur. Men vit framleiða at kalla ongar sjålvi Er tað bara ein miðvís og samskipað marknadarføring av føroyskum verum, sum er neyðug Og hvussu við ognarætti til jørð og onnur lunnindi? Tað ber ikki til, at avbygdafólk framhaldandi skulu kunnu vera størstu eigarar av jørð. Men eiga vit ikki samstundis at gera reglur um framleiðsluskyldu ? Vit fingu ein Framtaksgrunn, sum skuldi vera við til at menna nýggjar vinnur og fremja økismenning. Enn sæst einki til tað. Eisini hetta er tað politiska skylda okkara at gera nakað við. Vit hava fyri stuttum fingið eitt rúgvismikið kommunuálit á borðið, men í hesum fáa vit ikki svar uppá spurningarnar um, hvat vit fáa gjørt fyri at útoyggjunum verður lív lagað. Eg kann tí av fullum huga taka undir við uppskotinum frá stigtakarunum til henda fundin, at ein neynd ella arbeiðsbólkur verður settur beinan vegin at svara hesum, og mongum øðrum spurningum. Og vit mugu bera skjótt at, soleiðis at tað vera tey. sum framvegis búgva her, hava sínar røtur og sínar kenslur her, at tað vera tey, sum vera við í hesum arbeiðsbólki. Heimildin er til staðar í ti samgonguskjali, sum landsstýrið og samgongan hava átikið sær at fremja í verki Har stendur soleiðis: Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á ollum plássum í landinum. Utjaðarin er í einari serligari støðu. Samgongan er samd um, atneyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og småplåssum skal vera liv lagad. Lagt kann vera afturat, at grundlógarneyndin, sum eg eri limur í, og sum ger uppskot til eina føroyska grundlóg, sjálvandi eisini skal viðgera spurningin um rættindi og skyld- ur mótvegis útjaðaragkjunum í Føroyum. Tad almenna må taka lut Nú er bygdamenning ikki nakað nýtt hugtak í føroyskum politikki, og eg haldi tí at tað er hóskandi at minna á, at vit hava gjørt royndir, sum vit ikki eiga at endurtaka. Einki er at ivast í, at tað al- menna má taka lut í eindur- reisnini av útoyggjunum, eisini fíggjarliga. Men almenni leik- luturin má ikki vera at veita rakstrarstudning til privat vinnu- lív, tað hevur misydnast fyrr, og tað fer at misydnast aftur. Vit kenna uppskriftina, spekulation niður í egnar lummar og fei- liløgur, og heldur enn at virka bygdarmennandi, verður studn ingsmyllan tann endaliga av- toftingin. Hópurin av virkjum og skipum, sum bert hava landskassan at liva av. Henda uppskriftin kostaði bæði lands kassanum og bygdamenningini lívið. Og fer at gera tað aftur. Hesi dómi verða nevnd til tess at minna á, attað ikki ber til at Mynd oysregn Rigmor Dam seta vanligar búskaparlógir úr gildi í royndini at fremja bygdamenning, ella kanska í royndini at skapa sær sjálvum eitt grundarlag fyri afturvali til løgtingid ella til bý- og bygdaráð. Eg fari ti at endurtaka, at tå ið vit tala um at menna útjaðaran og útoyggjarnar, so eigur al menni leikluturin = ikki at vera at veita vinnuni rakstrarstudning og veðhald, men at tryggja neyðuga útbúgving, plan legging, gransking, samferðslu kervi og at tryggja vinnuni, at hon fær selt sína vøru á alheims marknaðinum. Sið okkara at fara á fólka- fundi er ein gamal og góður føroyskur siður, sum vit hava varðveitt hóast skiftandi byr á sjálvstýrisleið og hóast sam- felagsligar og mentunarligar stórbroytingar, og fólkafundurin er eitt hóskandi høvi at spyrja, um vit í dagstrevi okkara eru trúgv ímóti okkum sjålvi, móti landi okkara og móti framtíðini hjá børnum okkara. Abyrgdin at fáa tað at bera til í hesum landi er jú okkara - í felag. Lata vit tað upp í hend- urnar á øðrum at seta kósina at fylgja í blindum. Tá verður land- ið avtoftað og tjóðin fokin. Skaldið Chr. Matras sáli yrkti um Blinda liðið I. Ganga fram í myrjkri oll tey blindu. Ganga ymsar leiðir eftir lyndi. Eingi hóma málið fram bert ganga - so fer blinda liðið vegin langa. 2. So í sælum stundum henda lívsins undur blindir fáa megi at lata eygu sundur liva ríkar løtur ið leingi minnast sjá at allar gøtur saman finnast Eisini blinda liðið fær í sælum stundum megi at lata eygu sund ur. Lat okkum vóna at hesum fólkafundur er júst ein tílík lota Helena Dam á Neystabø. landsstýrismaður