Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 138 - 23. JULI 1999 SAA ff fy ff [ ffffff[[[[[[[[[f—— ur, tær eru naturligar, eins og her i Føroyum. Tær eru ikki spoleraðar, og tær eru gløggar. Hetta leggi eg áherðslu á, at tær veruliga skilja orðið nei, og at tær skilja orðið ja. Tær skulu t.d. duga at siga nei til at lata seg úr klæðun- um og duga at ansa eftir sær sjálvum. Føroyingar ov lágt sjálvsvirði Ein stórur partur av arbeið- inum hjá Kollu, er at undir- vísa fólki í at fáa stórri sjá- lvsálit og sjávsvirði. - Vit undirvísa fólki í sjá- Ivsåliti, at fáa framgongd í lívinum, ikki at vera smæð- in og afturhaldandi og at vera sterk. Tá eg gangi á gø- tuni her, síggi eg allatíðina vakrar gentur. Ovanliga nógvar. Einasti trupulleikin er, at fólk eru so smæðin her. Tey krúpa framvið vegginum. Hon greiðir okkum frá, hvussu tey venja starvsfólk á stórum fyritøkum. Til dø- mis telefonfólk, avgreiðslu fólk og ferðaleiðarar. Tey læra, hvussu tey skulu fara við kundunum og loysa tru- pulleikar. - Tit føroyingar mugu skilja, at tit hava eitt vakurt land, reint vatn og nógv at bjóða ferðafólki. Eg havi sjálv arbeiðtt í íslendsku ferðavinnuni og eg kenni á mær, at fólk fara at verða ør eftir at koma til Føroyar um eini 10 ár. Tá eg pråti við fólk kring allan heimin, kenna tey ikki Føroyar. Men seinni fer hetta at merkja stóra framgongd fyri oyggj- arnar, tá talan er um keyp. sólu, hotellir og líknandi. Men tit noyðast at vera nógv meira opin. Tær eru vinnarar Hon peikar yvir móti gentunum, sum nú fáa sær ein steðg frá dansinum, og hon vísir á, at tær hava eitt opið kroppsmál, tær slappa av. Hon sigur, at hesar gen- turnar eru vinnarar, tí tá tey komu her fyrstu ferð fyri 6 vikum síðani, tordu fólk ik- ki at koma á modellskúla. Men tær tordu, og koma nú á framhaldsskeið. Her læra tær, hvussu tær skulu ganga og hvussu tær skulu søkja um arbeiði. Tær eru andlitið á teirra egna virki. Tú sum persón- ur, er størsta fløgan tú eigur í lívinum. Ein iløga, sum eingin kann taka frá tær. Íslendska fyritøkan hev- ur ætlanir um at halda skeið fyri føroyingum, har vit kunnu læra at hækka tæ- nastustødid. Til hesi skeið ynskir Kolla, at serliga kvi- nnur yvir 25 ár koma at luttaka. Eisini ætlar hon, at seta seg í samband við skú- lastjórarnar í Havn, soleiðis at hon fær fótin innum á skúlagkinum. Hetta, sigur hon, er vanligt í Íslandi, har hon undirvísir børnum lika niður í 10 ára aldur. Um føroyingar skulu byggja upp virkir og ung dómin í Føroyum, so nýtist sjálvsálit. Tit mugu fáa ey- guni upp fyri rikidøminum her, og læra at selja tað til ferðafólk. Fólk mugu fáa eyguni upp fyri, at tey eru tíðindablaðið nakað serligt, at tey eru vøk- ur og at tey kunnu blíva fy- rimyndir hjá øðrum. Lítla samfelagið Eg royni at fritta hana um trupulleikarnar í Føroyum við jantelov og ovundsjúku. Kann hetta ikki vera ein tru- pulleiki hjá m.a. modellu- num her? Fyrst tykist tað, sum hon als ikki kennir til slíkar trupulleikar, men eftir at ha- va greitt henni frá um lítla samfelagi, har øll kenna hvønn annan, sigur hon, - Vit hava bara hetta eina lívið, vit eru oll nakað ser- ligt og skulu hava nakað serligt burturúr tí. Tann stør- sti vandin er tín egna frykt. Qvundsjúk fólk eru óbúgvin og áttu at lisið fleiri bøkur og fingi meira vitan. Tey skuldu heldur li vað sítt egna lív enn lívið hjá øðrum. Mær tykir synd í fólki, sum ikki kunnu frødast um, at tað gongur ødrum gott. Tí um tú livir títt egna lív, fært tú eitt so nógv glaðari og ríkari lív. Fólk skulu sle- ppa at gera tað tey vilja. Frødist um sjálvstýriskósina - Einki frøddi meg meir, tá eg kom hagar, enn at hoy- ra at tit ætla at loysa frá Danmark, sigur Kolla, - Eg havi ongantíð verið eitt av teimum fólkunum sum elskar Danmark, og vit fóru sjálvi úr ríkisfelags skapinum í 1944 Føroyska fólkið skal sjá- lvsagt hava sjálvstýri. Tit skulu hava tykkara egna In- dependence Day'. Bara so- leiðis kunnu tit veksa og fáa meir álit á tykkum sjålvi. Íslendska Anna er dansi- lærari hjá gentunum, sum eita: Ann Krista 12, Bjørk 11, Annika 15, Liv 15, Maifrid 20 og Helma 13 år. pa Fibua Á 20 SU RU Me Bs UU Annika, sum 15 ár, Maifrid, sum er 20 år og Liv, sum er 15 år Tað er hart arbeiði at læra røttu stevini, men tær duga væl.