leygardagur 24. juli 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið 505'2 177?
NR. 139 - 23. JULI 1999
Trolarareiðari:
Uppbodssølan ov svikalig
Nú upsaprísirnir á heimsmarknaðinum eru fallandi, er tað ov svikaligt at fara á uppboðssóluna við fiskinum, sigur
Bjarti Mohr. sum varðar av trimum partrolarum
Grund 1, at partrolararnir
kki selja upsa um uppboðs
sølu er tann einfalda, at
cingt 0 koma
að sigur Bjarti Mohr
in hrá tímum
Men boð fekst IKKI, so
reiðartið keypti sjálvt. Ups-
in var landaður og sendur
feskur av landinum
Bjarti Mohr hevur sjálvur
selt upsan til
vmsar KEYD-
Partrolararnir eru í løtuni á veg burtur frå uppbodssøluni. Men ein trolarareiðari væntar, at tað bara verður fyribils
arar í Europa
Tað er nógv stríð. men
einasta loysnin, sigur Bjarti
Mohr
At so ringt er at sleppa av
við fisk júst nú, kemst eisini
av árstíðini.
Olavsøka er mitt í næstu
viku. og fleiri virki liggja
still orsakað av summarfrí.
Hetta er kortini eitt árliga
afturvendandi fyribrigdi,
sigur Bjarti Mohr, sum hev-
ur álit á, at stødan fer at
rætta seg aftur móti heysti-
num.
Um fiskiskapin hjá trol-
arunum sigur hann, at hann
er við at koma aftur í van-
liga legu. Tað vil siga, at
upsin er um at koma aftur.
I fjør var at kalla ikki upsi
at fáa. Alt var toskur. Men
nú líkist tað aftur meira van-
ligum árum, sigur Bjarti
Mohr.
Upsi og toskur eru hvor
sín fiskur. Ikki bara í út-
sjond, men so sanniliga eis-
ini á døgurdabordinum.
foskurin fer á fínara
marknaðin til dømis í Eng
landi og USA, meðan upsin
endar sum >discount< dog
urði serliga í Týsklandi og
Fraklandi.
Og í løtuni eru goymslur
nar har niðri fullar. Tí ber
ikki til at selja meira. So
einfalt er tað.
Kanska sleppa vit at:
Fiska tunfisk í altjóða sjógvi
Fiskivinnupolitiskt er eingin ivi hjá landsstýrismanninum um, at vit eiga at fiska tunfisk í altjóða sjógvi. Hugt verður
at, hvat íslendingar fara at gera
EDVARD JOENSEN
Teir, sum fara at fiska tun-
fisk undir Føroyum í summ-
ar, fara skjótt at fáa at vita,
um teir eisini sleppa í al-
tjóða sjógv.
Tað sigur landsstýrismað-
urin í fiskivinnumålum,
Jørgen Niclasen.
Fiskivinnupolitiskt er
eingin ivi um, at vit eiga at
fiska tunfisk í altjóða sjógvi,
sigur landsstýrismaðurin.
Men fleiri altjóða fyri-
varni eru at taka, so stødan
má umhugsast eina løtu
enn, áðrenn endaligt svar
verður givið.
Jørgen Niclasen sigur, at
tað leingi hevur verið eitt
føroyskt prinsippmål, at vit
skulu ikki geva loyvi til
fiskiskap í altjóða sjógvi.
Í hesum málinum hevur
hann toygt seg nógv, sigur
Jørgen Niclasen, nú hann er
farin at umhugsa málið.
Jørgen Niclasen sigur, at
svar kann væntast stutt eftir
ólavsóku. Hvat hann fer at
svara monnunum, vil hann
ikki siga beinleiðis.
Og av tí, at tað er skeivt
at gita, hvat fólk hugsa, fara
vit ikki her á blaðnum út
frá eini samrødu at gita, at
hann sigur ja.
Hann vil sjálvur sleppa at
siga monnunum tað.
Men hann lovar, at hann
fer at svara skjótt.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður, sigur, at hann
fyrst vil vita, hvussu tað
gongur í heyst.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann fylgir við, hvat
íslendingar fara at gera.
Og teir fara at loyva sín-
Trý japansk tunfiskaskip
fara at fiska
saman við føroyingum
undir Føroyum
í summar
um skipi - teir hava bara eitt
- at fiska í altjóða sjógvi.
Tunfiskiskapurin verður
vidgjørdur og umsitin av
felagsskapinum ICATT.
Hetta er í grundini ein
sjálvbestaltaður felagsskap-
ur av londum, sum fiska
tunfisk.
Vit hava, eins og íslend-
ingar, bara eygleidarastødu
í felagsskapinum. Tað
kemst av, at vit ikki fiskadu
tunfisk yvirhøvur, tá felags-
skapurin varð stovnaður, og
tí fyrst fyri stuttum komu
uppí.
Japanarar eru líkasum
ráðandi í hasum selskapi-
num. Og tann stóri markn-
aðurin er eisini í Japan.
Føroyski tunfiskiskapurin
er enn bara á royndarstødi,
sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Try føroysk skip fara í
heyst at fiska tunfisk í før-
oyskum sjógvi saman við
trimum japanskum skipum.
Tað fyrsta japanska skipið
hevur boðað frá, at tað
væntaði at vera her í gjár,
sigur Jørgen Niclasen.
Í viðmerking til at trol-
ararnir eru farnir at selja
uttan um uppbodssølurnar,
sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður, at hann
fylgir málinum.
Og hann er ikki serliga
fegin um gongdina, sum nú
hevur tikið seg upp.
>Tað kann gerast neyðugt
at tvinga partar av veiðuni
um eina telefonuppboðs-
sølu«, sigur hann.
Jørgen Niclasen sigur, at
hann ræðist fyri, at vit skulu
koma aftur í støðuna, sum
var í åttatiårunum, tá skip
og virki vóru samantengd.
Hendir tað aftur, fer
marknaðarmekanisman úr
gildi, og vit fáa bara fallandi
prísir, er hann sannførdur
um.
Jørgen Niclasen vísir á, at
hóast vit fáa eina kunngerð,
sum noyðir skipini á upp-
bodssølu, er eingin sum sig-
ur, at tað skal vera nøkur
ávís uppbodssøla.
Tann, sum bara keypir
sær nóg nógvar telefonir,
kann søkja um loyvi at
stovna uppbodssølu.
Og so er kappingin aftur
í gongd.
Eitt annað mál, sum er
uppi og vendir í løtuni, er
málið um stuðul til endur-
nýggjan av flotanum.
Jørgen Niclasen sigur, at
eitt uppskot verður lagt fyri
Tingið í september ella ok-
tober.
Samgonguflokkarnir eru
samdir um, at tað skal ger-
ast, og pengar eru avsettir,
sigur Jørgen Niclasen.
Tó er semja enn ikki
fingin um, hvussu tað skal
gerast. Men hon man fara
at koma, væntar hann.
>Ég fái meg ikki at
trúgva, at nakar av sam-
gonguflokkunum fer at
loypa frå.«