leygardagur 24. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 139 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið =
Vågsfjørdur
er tryggur
Havnarfútin í Vági er sannfórdur
um, at einki hald er í
grundgevingin hjá Strandferðsluni fyri at tað ikki er
trygt hjá Smyrli at sigla Vágsfirði á vetri
— Eingin ivi er um, at tað er trygt hjá Smyrli at sigla inn eftir Vágsfirði á vetri, sigur
havnafútin í Vági, Martin Andreasen
JOHN JOHANNESSEN
— Vågsfjørdur er tryggur.
Hetta sigur Martin And-
reasen, havnarfúti í Vági, í
sambandi við, at
Strandferðslan í brævi til
Vinnumálastýrið greiddi
frá, at tað er ótespiligt at
sigla eftir Vágsfirði í myrkri
á vetri.
— Eg skilji als ikki hesar
grundgevingarnar hjá leið-
sluni í SL, og eg vænti ikki,
at tað er manningin, ið hev-
ur givið leiðsluni hesa fatan.
Martin Andreasen vísir á,
at Smyril fleiri ferðir er
komin av Drelnesi til Vágs
óveðurskvold á håvetri, tí
tað er tryggari at liggja við
bryggju í Vági á nátt enn á
Tvøroyri. Hesir túrarnir til
Vágs hava gingist væl, og
er Martin vísur í, at mann-
ingin á Smyrli kennir seg
trygga at sigla inn eftir
Vágsfirði.
— Eg havi fult álit á, at
eingin av manningini um-
borð á Smyrli heldur tað
vera vandamikið at sigla inn
á Vågsfjørd, og tiskil kann
eingin av teimum hava
givið leiðsluni í Strandfara-
skipum Landsins fatan av,
at tað er vandamikið. Tí
skilji eg ikki, hvaðani leiðs-
lan hevur fingið tær grund-
gevingarnar frá, ið eru
skrivaðar í svarið til Vinnu-
málastýrið.
Væl kendur
Havnarfútin í Vági sigur seg
vera vísan í, at skiparin á
Smyrli aldri so mikið sum
hevur givið leiðsluni í SL
eina ábending um, at tað er
ótrygt at sigla við einum
skipi sum Smyrli inn á
Vågsfjørd.
— Skiparin å Smyrli er
vaksin upp kring Vågsfjørd,
og hann, sum tann skila-
maður hann er, veit væl, at
Vágsfjørður er eins tryggur,
um ikki tryggari enn Tvgrá-
fjørður.
Martin Andreasen nevnir,
at hann bert veit um eitt
skip, ið er farið á Vágsfirði,
og er her talan um eina
fransaskonnart, og eftir
hansara tykki, er Smyril
munandi betri útgjørdur enn
ein fransaskonnart.
Síðuprotrið
Havnarfútin í Vági ásannar
vansan við, at Smyril ikki
fær lagt reyvina at í Vági,
og tiskil ikki so væl fær last-
að stórar trailarar, men hann
vísir á, at tað ofta kemur
fyri, at Smyril er noyddur
at leggja at bryggjuni við
flakavirkið á Tvøroyri, or-
sakað av, at tað er ov ókyrt
at leggja at á Drelnesi, og
tå er stødan tann sama, tá
fær skipið bert nýtt síðu-
portrið.
— Tað sum undrar meg er,
at als einki verður nevnt um
hetta. Strandferðslan ynskir
bert, at vísa á vansarnar við
at sigla á Vág, uttan at kom-
ið verður við øðrum grund-
gevingum enn, at fjørdurin
er vandamikil og at Smyril
bert fær lagt síðuportrið at
bryggjuni.
Havarfútin í Vági kann tó
ikki siga, um nakað verður
gjørt við bryggjuna í Vági,
so at tað fer at bera til hjá
Smyrli at leggja reyvina á
Smyrli at bryggjuni. Hetta
er ikki nakað, ið hann hevur
heimild til at taka støðu til.
Hetta liggur í hondunum hjá
býraðnum í Vági.
Stórt tap
Vágs Havn fær væl av pen-
ingi fyri tann eina túrin um
vikuna hjá Smyrli. Talan er
um eitt gjald á 14.000 krón-
ur um mánaðin. Men fer
Smyril ikki at sigla á Vág,
kemur hesin peningurin ikki
í kassan hjá Vágs Havn.
Spurningurin er tí, hvussu
tað ber til, at Smyril ikki fær
atløguplåss í Vági leygar-
dagar, eins lagt er til rættis
í nýggju ferðaætlanini.
— Vit hava als ikki brúk
fyri at fáa Smyril á Vág
leyg ardagar. Og harafturat
verður atløguplåssid, har
Smyril plagar at leggja at,
nytt til annað endamål leyg-
ardagar, so tað ber rætt og
slætt ikki til hjá Smyrli at
leggja at í Vági leygardagar.
Politisk avgerð
Tað var ein politisk avgerð,
ið gjørdi, at ein túrur á Vág
varð settur í ferðaætlanina í
ár. Men havnarfútin í Vági
er sannførdur um, at av-
gerðin hjá leiðsluni í
Strandfaraskipum Landsins
um at leggja túrin á Vág
leygardag, tá minst er brúk
fyri Smyrli í Vági, er væl
stuðlað av ávísum politik-
arum, ið ynskja, at Smyril
bert skal sigla á Tvøroyri.
Hvussu er og ikki, Smyril
sleppur ikki at leggja at í
Vági leygardagar og SL vil
ikki flyta túrin til nakran
annan dag. Men tó stendur
fast, at samtykt er at hava
ein túr um vikuna á Vág.
ses
út fheim
við Atlantic Airways |
USS
Mg
ER
|
|
|
|
|
Í
|
WE
|
|
|
| LANGT VIKUSKIFTI Í KEYPMANNAHA 'N
Atlantic Airways flýgur tykkum
beinleiðis til Keypmannahavn...
Keypmannahavn, býurin við teimum mongu
møgulcikunum. Vit halda okkum kenna hann so
væl Í veruleikanum rúmar hann nógv fleiri
møgulceikar enn vit vanliga geva okkum far um
Gist verðir á 4" hotelli í miðbýnum
Í dupultkamari
HÓSDAG TIL MÁNADAG >
Fyri hvygng.......... Kr. 3.910
Íroknað eitt atgongumerki til Tivoli
Afturat prísinum koma ferdaavgjøld
fn HA A
|. Fráferð úr Føroyum hvørt hóskvold kl. 17. 30
>
X LANGT VIKUSKIFTI I TELE
Aberdeen er kendur fyri sínar góðu
handilsmøguleikar, men eisini er býurin
kendur sínar vøkru parkir og urtagarðar,
søguligu bygningar og sevn...
Gist verður á Patio Hotel, ið liggur nær miðbýnum
og stutt frá Cordonas stuttleikaparkini. Hotellið er
nýtt og hevur nógvar itrivismøguleikar t.d
innandurasvimjihyl og boblubað
Í dupultkamari á Patio Hotel
HÓSDAG TIL MÅNADAG
Fyri hvonn... Kr. 3.415,-
Afturat prísinum koma ferdaavgjøld
( — Fráferð úr Føroyum hvønn hósdag til 14/10/99. |
BS LANGT VIKUSKIFTI I LONDON
Flogid verdur um Aberdeen til
London, milliónabýin har ongum
nýtist at keda seg …
London er eitt mentanarligt mekka, vidagitin
fyri sini leikhus, listasøvn og konserthøllir
London er eisini handilsbyurin av ollum. Tað
sum ikki fæst í London, fæst valla aðrasteðs í
verðini
Á dupultkamari við morgunmati
Fyri hvonn...Kr. 4.566,-
Afturat påsinumi koma ferdaavgjøld
Fråferd úr - Føroyum h hvønn hosdag til 14/ 10/ 99.
ER SEP
Ut í heim við Atlantic Airways...
Sí annars øll okkara
góðu tilboð í blaðnum
"Út í heim"
Tað er óneyðugt at ferðast tusundtals
kilometrar og standa í kvaland: heitum
floghavnum og bíða í timavis fyri at fara út
verðina at ferðast
Norðurlond og Bretland eru
grannalagnum, og har er alt, sum ein
ferðamaður yvirhevur kann droyma um
Verðin er í grannalagnum og
stendur við vidopnum føvningi og bíðar
eftir tær
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380
Ferðirnar kunnu bíleggjast
á øllum ferdaskrivstovum
kring landið.
GS> SANSIR - TEL 355 355