leygardagur 24. juli 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 139 - 23. JULI 1999
tíðindablaðið
Læknastríðið í Havn:
Sleppur ikki inn i læknahølini
Stendur tað til Inga Mohr í býráðnum í Havn, sleppur nýggi kommunulæknin
í Havn, Turid Petersen, ikki at nýta nýggju vidtaluhølini í Gundadali.
RIGMOR DAM
Ingi Mohr sigur við Sosial-
in, at Tórshavnar Kommuna
nú einans skal hava skyldur
læknunum viðvíkjandi, og
ongi rættindi.
- Vit skulu fáa holi og
amboð til vega, samstundis
sum Helena Dam á Neysta-
bø skúgvar okkara innstill-
ing, um nýggjan lækna til
viks, sigur hann.
Tað sum Ingi Mohr sipar
til, er, at Kommunulækna
ráðið valdi at innstilla Turid
Petersen til nyggjan lækna
í Havn, hóast by- og bygd-
aráðini i Suðurstreymoyar
læknadømi frammanundan
mæltu til åvikavist Jens
Andreasen og Sten Larsen,
sum eisini søktu starvið.
Annars hevur vanliga
mannagongdin altíð verið,
at innstillingarnar frá bý- og
bygdaráðum varð fylgd.
Boykotta avgerðina
Ingi Mohr sigur seg ætla at
leggja hetta málið fyri á
fyrstkomandi býráðsfundi.
Her ætlar hann, at stóða skal
takast til hvat víðari skal
henda.
- Sjálvur haldi eg, at teir
menniskjaligu eginleikarnir
spæla nógv inn í slíkum før-
um, eisini í okkara innstill-
ing.
Til spurningin um hvat
býráði kann gera, sigur Ingi
Mohr, at fyrst og fremst skal
býráði mótmæla manna-
gongdini.
Umframt hetta, sigur
hann seg persónliga vilja
fara harðari til verka.
- Man kundi eisini farið
so langt, sum at boykotta
læknahølini, har ætlanin
var, at Sølvi W. Olsen og
nýggi læknin skuldu húsast.
Tvs. at vit koyra onkran
annan lækna niðan í nýggju
hølini, samstundis sum vit
8 asni
skræða hølini hjá Sølva nið-
ur. So hava vit eingi holi til
nýggja læknan. Tað kundi
eg hugsa mær at vit gjørdu.
Sambært Inga Mohr, er
endamálið við eini slíkari
framferð at protestera móti
tí ógvuliga óserigsu við-
gerð, sum hetta málið hevur
fingið í Landsstýrinum.
Jan harmast eisini
Jan Christiansen býráslimur
í Havn, er eisini harmur um
íkomnu støðuna.
- Helena Dam á Neystabø
heldur okkum fyri tað turra
spott. Tí eitt tílíkt ráð hygg-
ur einans eftir teim fakligu
førleikunum, meðan vit í
bý-og bygdaráðum hyggja
eftir øðrum viðurskiftum
eisini. Td. hvussu væl
dámdur umsøkjarin er.
Hann heldur tað verða
ógvuliga løgid, at eingin
lurtar eftir innstillingunum
hjá teimum, tí tað er ein
orsøk til at tey hava inn-
stillað sum tey hava gjørt.
Vit taka menniskjalig
atlit
Eisini Leivur Hansen bý-
ráðsformaður, sigur við So-
sialin, at uppgávan hjá
kommunulæknaráðnum
einans er at hyggja eftir tí
reint objektiva,
- Hetta meðan vit kunnu
hyggja eftir nókrum øðrum
tingum, t.d. hvussu væl um-
søkjarin er dámdur ella ikki
dámdur. Vit fáa innstillingar
frá landslæknanum um
kvalifikatiónirnar hjá um-
søkjarunum. Í hesum føri-
num vóru allir umsøkjarir
egnaðir. Vit royna eisini at
taka nøkur menniskjalig at-
lit, tí vit kenna nógvar borg-
arar í býnum, og vit royna
kanska at spyrja okkum fyri
ymsastaðni. Vit vita at Jens
Andreassen er ógvuliga væl
dámdur, og tað er ikki av
ongum, at by-og bygdaráð-
ini í Nólsoy og í Kirkjubø
og í Havn hava innstillað
hann.
Hóast teir báðir, Jan
Christiansen og Leivur
Hansen, eru harmir um av-
gerðina hjá landsstýris-
kvinnuni, so fara teir siga
teir ikki hvørji tiltøk býráð-
ið eigur at gera.
Treytirnar hjá ráðnum
Kommunulæknaráðið setir
nakrar treytir til umsøkjar
arnar. Tað er millum annað
ein fyrimunur, um viðkom-
andi hevur verið kommun-
ulækni úti á bygd. Hetta er,
sambært Helenu Dam á
Neystabø, fyri at tað skal
geva nakað til førleikarnar
hjá umsøkjarum, um teir
hava verið á bygd. Soleiðis
kann tað verða hægri mett
at verða lækni uttanfyri
Havnina, sigur hon
Leivur Hansen býráðsfor-
maður í Havn, metir at
henda treyt er sera óheppin,
tí hetta ger at læknar frá
m.a. Landssjúkrahúsinum
ikki kunnu gerast komm-
unulæknar i Havn.
Eisini skal kommunu-
læknaráðið hava javnstødu-
spurningin í huga, tá inn-
stillað verður.
Nýggi læknin
Turid Petersen, sum er sett
er 49 ára gomul. Hon tók
embætisprógv sum lækni
við Universitetið í Keyp-
mannahavn í 1980. Seinastu
14 árini hevur hon arbeitt
sum kommunulækni í Koll-
afirði. Seinasta árið hevur
hon tó havt farloyvi úr
starvinum og hevur hesa
tíðina avloyst Kristionnu
Nordendal í Havn.
Turid hevur harumframt
starvast sum lækni á ymsum
deildum á Landssjúkrahús-
inum í Havn og í Svøriki.
Nýggja læknamiðstóðin, sum skal takst í nýtslu 1. september í ár, er komin longri áleið-
is enn henda myndin vísir.
savnsmynd
Turid Petersen situr sjålv
i kommunulæknaráðnum,
sum hevur tikid dagar mill-
um umsøkjararnar, men var
ikki við í viðgerðini, tå met-
ast skuldi um læknarnar í
hesum føri.
Gongst eftir ætlan. so
byrjar Turid Petersen sum
kommunulækni í Havn, tá
nýggja læknamiðstøðin
stendur klár við R.C. Effer-
søesgøtu |. september. Har
fer Sølvi W. Olsen eisini at
húsast
Stendur tað til INga Mohr,
so sleppur nýggi
kommunulæknin ikki inn í
nýggju læknahølint
S
Hendur á Hugflog
Søluframsyning fyri
Listhandverk
Heimavirking
Smáídnað
í Høllini á Hálsi 23. - 25. juli
” . z
Framsyningarskrå:
Allar dagarnar vera sýningar, har fólk virka (ledurarbeidi, tøting,
liting, veving, gerð av brústsukur og annað).
Fríggjadagur 23. juli
kl. 15.00 Framsýningin letur upp fyri almenninginum
kl. 16.00 Framsyningin ver ur sett - Framførsla vi Moniku
Stauss Joensen og Martin Kuhn
| kl. 18.00 Victor Carlsen spælir klaver
| kl 20.00 Framsýningin letur aftur
Leygardagur 24. juli
kl. 14.00 Framsýningin letur upp
kl. 15.00 Victor Carlsen spælir klaver
kl. 16.00 Móta- og vørusyning
| kl. 17.00 Føroyskur dansur - Tøkum Lætt
kl. 18.00 Móta- og vørusyning
kl. 20.00 Framsyningin letur aftur
| — Sunnudagur 25. juli
| kl. 14.00 Framsyningin letur upp
kl. 15.00 Føroyskur dansur - Tøkum Lætt
kl. 16.00 Móta- og vørusyning
| ki 17.00 Victor Carlsen spælir klaver
| kl. 1800 Móta- og vørusyning
kl. 20.00 Framsýningin letur aftur
Feroya Heimavirkisfelag
og
Menningarstovan