Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið NR. 139 - 23. JULI 1999 Føroyskt chat gevur ungfólki møguleika fyri at liva eitt annað lív á internetinum. Eitt lív har fordómar eru ringir at fáa eyga á, og har vinarbond kunnu knýtast tvørtur um leidningar og telduknappaborð Tunatos í cyberspace YÐUN KLAKKSTEIN FEKNINGAR: JÓGVAN Á HOVDANUM. YNGRI SN k 3 K SK ternetinum nast óteljandi stød, har K Kunnu stytta sær um á teldu til teldu. Og tað kann gerast á nærum einum og hverjum tungumáli og í nærum ein- um hverjum samanhangi — tosa saman tr tað er altíð okkurt stað, sum er ognað tínum máli ella nar dansa oman á ippaborðinum, i og onn skiggjan, og millum spurt igar og svar, skemt og finna tey ein feril av einum øðrum heimi; einum telduheimi, har styttsti veg- millum tey er eitt telduknappaborð, og har 1- tøl og O-tøl siga meira enn túsund orð Nýggi, fagri heimur Burtur við brøvum, frí- merkjum, telefonsamrødum og telefaxum. Hvor hevur brúk fyri meira enn einum internetsambandi, har heim- urin liggur fyri tína fótur, tá tú hevur latið telduna snara tey fýra tølini til servaran hjá Føroy a Tele Tveita fólk á dyr Eisini føroyingar kunnu práta saman á egnum máli á internetinum. Faroese chat er mest vitjaða føroyska chatrúmið, og har er gongd í frá tíðliga á morgni til langt út á náttina — ja, so at siga døgnid runt Prátið gongur lívliga, og aftanfyri tey løgnu nøvnini, sum verða brúkt sum eitt stokkut skjól fyri veruliga navninum, goyma seg oftast ungfólk. Men ikki bara ungfólk. Hugflogið er stórt, tá fólk skulu finna sær eitt navn, sum tey kunnu brúka á faroese chat. Klikkadi, Bleylum, Screwtape, Bono, Rooster, Huldan, Rurab: Pillola, Aristocrap, Eraser og Dud eru nøkur av nøvni- num, tú kanst renna teg í á faroese chat Men sjålvt um tað í viss an mun ber til at fjala seg aftanfyri eitt sokalla nick, er tað næstan altíð onkur sum veit, hvørji tey veru ligu nøvnini eru. Á heima- síðuni hjá faroese chat sum kann finnast undir adressuni http:// heima.olivant.fo/-fridberg/ faroes, er ætlanin at upp- lýsa, hvørji fólkini eru, sum royna at stýra chatrúminum, teir sokalladu OP" arnir. Tað eru tey, sum ansa eftir, at farið ikki verður út um mark, og tey hava møgu- leikan til at tveita fólk á dyr, um tað nú er neyðugt. Og tað er tað við hvort. Tað eru ikki øll, sum for- máa at halda tunguna mitt í munninum og halda tann urbana tónan í hevd. Í lógu- num fyri chatrúmið verður mælt fólki frá at bannast, at verða ónærislig ella í aðrar mátar at stoyta fólk. Valstríð fyri at koma í tað góða selskapið Og tað er gravgangur eftir OP-heitinum — í roynd og veru eitt klassiskt stríð um makt og ávirkan. Nakrar ferðir um árið er OP-val, og tá skulu verandi OP" arnir velja nýggjar kollegar til tað góða selskapið. Hetta valið hevur ført við sær illgruna um mutur, sleikjarí og korruptión, og tað eru tey, sum leggja nógv fyri í royndini at vinna sær eftirtráaða op- heitið. Tað kann í nókrum serligum førdum næstan LENE: PH 2 á 8 í NR. 139 - 23. JULI 1999 CASARora: Jú, Fólk By inuit HALDA MEG VERA OG KLÆNAN. LENA: Nå NÁ. Hvussu Gamma ERT TÚ ? CASRMOY LEKKRAN se tíðindablaðið minna um valkampanjurnar her heima á klettunum, hóast eingin enn hevur latið seg avmyndað, meðan skjúrtuermarnar verða brotnar upp. Tað eru fyribils bara ljósareyðu valstrateg- arnir hjá Nyrup og Eides- gaard, sum mæla til tað. Skrellispannin við rakstrarópum Seinastu vikurnar hava vit í sambandi við hesa greinina fylgt við prátinum á faroese chat, og tað er neyvan at fornerma nakran at staðfesta, at tað er ikki altíð so áhugavert, upp- lýsandi og undirhaldandi, sum tað kundi verið. Møguleiki er fyri at tosa undir tveimum eygum, og tað er ivaleyst har, at meiri álvarsamu og sigandi sam- rødurnar verða førdar, með- an alrúmið, har øll kunnu skriva og lesa boðini, ofta verður brúkt sum ein skrellispann hjá teimum, sum hava hug at rópa rakstrarróp fyri onkrum ítróttarfelag ella tónleika- bólki. Ja, tað er líkavið at tú sært litaða blóðstreymin í æðrunum. Men tó so, við hvort øsast fólk upp av sjálvstýrispráti ella øðrum heitum politisk- um málum, og tá kann av og á okkurt skilagott orð fella — okkurt sum er meira undirbygt enn markleysa hálovanin av lokala fót- bóltsliðnum ella yndistón- leikabólkinum; um tað so enn eru sjónligu fiskarnir úr Gøtu ella teir klikkaðu skøltarnir, har oddafiskurin er maðurin, sum pástóð, at eingin sól er til. Nei, kanska skínur sólin ikki altíð í Gøtu, men við- hvort raka sólstrálurnar faroese chat. Og tað finnast nógv dómi um, at vinar- bond eru knýtt tvørtur um leidningar og telefonstikk, og okkurt dómi er eisini av tí meira heita slagnum, har avleiðingarnar eru telefon- samrøður mitt á nátt og teldupostar, sum kann fáa telduskøltarnar at odna um kapp vid heilarnar og inn- vølin f telduni. Ein av teimum, sum vit hava tosað við, greiður frå, hvussu hann møtti síni nýggju vinkonu inn á far- oese chat. — Tað var púra tilvildar- ligt, at eg kom í prát við júst hana. Vit greiddu hvørj- um øðrum frá, hvørji vit vóru og har frá koyrda tað so bara, sigur ungi maðurin, sum hvorki vil hava sítt veruliga navn ella chatt- navn við í greinina. — Fyrsta kvøldid, vit chattaðu, var sambandið hjá mær eitt sindur óstøðugt, so tå eg hevði fingið telefon- nummarið hjá henni, gjørdi eg stutt og greitt tað, at eg ringdi til hana. So prátaðu vit eina løtu, og tá vit so hittust aftur á chattinum, prátaðu vit aftur saman. Síðani hava tey bæði ungu fólkini sent teldubrøv til hvønn annan, tey hava chattað, og telefonsamrød urnar eru so við og við vorðnar gerandiskostur. Og fyri kortum hitti tey bæði ungfólkini hvør annan, og tað spældi væl av, og chatt arin, sum nú er vorðin eitt upplivilsi ríkari, hevur fing- ið eina staðfesting av, at internetið er meira enn ein endaleys mongd av óvið- komandi upplýsingum. Eitt spark í teldu- afturpartin Faroese chat er at saman- líkna við ein nógv traffiker- aðan krossveg mitt á informatiónsmotorvegnum. Men tú sleppur undan at steðga fyri reyðum ljósi. Og rennur tú teg inn í onkran, gloymir kanska at halda høgravikiskylduna, er Ogvusligasta avleiðingin eitt spark í telduafturpartin og út av chatrúminum Gjøgnum allan dagin finnast nógvir brúkarar á faroese-chat, men um kvøldið kemur talið í hædd ina, og tá eru so at siga altíð yvir 100 brúkarar inn í senn. Metið, sum javnan verður tikið, nærkast teim um 200 brúkarunum í senn Og tað er ilt at staðfesta, hvørji fólkini eru, sum brúka faroese chat, men ein av teimum, sum hevur fing- urin á pulsinum er Sokka- Boiler, sum stovnaði chat- rúmið seint í 1997. Grundin til, at føroyska chattið varð bjóðað fram á netinum var fyri at geva føroyingum ein møguleika at chatta á sínum egna máli. — Mín hóming er, at flestu fólkini eru millum 16 og 25 ár, men tað finnast bæði yngri og eldri brúkara, sigur hann — online á chattinum. — Nógv av fólkunum eru av Streymoynni, Eystur- oynni og úr Norðoyggjum, men tað finnast brúkarar um næstan alt landið, og fleiri eru eisini at finna uttanlands. — Hetta er ein ødrvisi háttur at vera til uppá. Á chattinum kunnu fólk koma at kennast uttan at hava fordómar mótvegis hvørjum øðrum. I so máta er chattið ødrvisi enn veruliga lívið, heldur Sokka-Boiler. Enda aftur í føroyska túnatosinum Og brúkarnir uttanlands enda ofta aftur mitt í tí føroyska túnatosinum, hitta nýggj og gomul vinfólk heima á klettunum, og stað- festa, at tað ber til at halda eitt tætt samband við før- oyingar, fyri tað um bústað urin er flata Danmark, for bods-Svøriki ella heim- staðið hjá tí amerikanska dreyminum og Superman — Føroyska chattið er ein frålikur møguleiki hjå mær at fylgja vid heima i Før- oyum. Eg havi fleiri vinfólk á chattinum, og frá teimum fái eg ofta tíðindi, sum ikki kunnu frættast gjøgnum fjólmiðlarnar, sigur ein av útisetunum, sum javnan er at finna á faroese chat Við hvort rýkur tíðin avstað, uttan at tú fært nak að sum helst burtur úr, men stundum er okkurt áhuga vert at frætta frá teimum. sum tú kennir. Onkur slatur, okkurt stuttligt frá viku- skiftinum ella okkurt annað - Og tað ber eisini til at knýta nýggj vinarbond, men av og á kann eg ivast i, um tað er rætt, at eg má leita inn á internetið fyri at finna nýggj vinfólk Tað finnast eingin hagtøl yvir brúkarar á føroyska chattinum, men tað eru altíð útisetar at finna millum gestirnar, og stundum kunnu teir gerast millum 10 og 20 í tali í senn Síggja fjesini aftanfyri nøvnini I desember mánaða í fjør tóku fólkini á faroese chat upp táttin, sum hver fyri- tøka, bindiklubbur, sauna- vinir og skúlakammiratar semastu árini hava gjørt til sín egna. Jólafrokostur, sum tað so rámandi eitur Hotel Muntra, har Poul Rustin dagliga brillierar við sínari framúr matgerð., varð karmurin um fyrstu jóla- veistluna hjá fólkunum, sum tríva í chatkvæði á faroese chat. Har hittust summir chattarar fyri fyrstu ferð, sóu fjesini aftanfyri tey uppfinsomu nøvnini, og fingu høvi at tosa andlit til andlit. Og fyrr í ár skipaðu chattarar fyri symposium í Klaksvík, har nógvir av chattaranum hava sína dag- ligu gongd. Og tá var aftur møguleiki hjá chattarunum at hitta hvør annan, um tað so var fyri fyrstu ferð, aðru ferð, ella 87. ferð. — Tað kann verða stuttligt at meta fólki, sum tú hevur tosað nógv við á faroese chat, men onkursvegna missir tað eisini sína sjarmu, at tú hittir fólkini aftanfyri nøvnini, sigur Sokka-Boiler Og meðan fleiri og fleiri føroyingar ferðast á mark- inum millum veruleika og internet, kunnu vit bara taka uppaftur eina vending, sum ein av chattarunum brúkti í eini løtu, tá inspiratiónin kom yvir hann Real life sucks!