Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 NR. 139 - 23. JULI 1999 tíðindablaðið 17 Hugleiðingar á 65 ára degi Tann 25. julí í ár eru 65 ár. síðan Frodbiar Sóknar Róðrarfelag var stovnað, so tað kundu verið onkrar ferð- ir, ein kann minnast aftur á. Ein av ferðunum, sum eg serliga komi í huga nú, er ferðin til Norðoyastevnu 1957, og seinni til Vestan- stevnuna í Miðvági sama ár. Tað hevur ikki altíð verið, sum tað er nú, líka lætt at fáa fart til stevnurnar. Í 1957 skuldi farast til Norðoyastevnu, men illa lá fyri við farti. Tað bar so til, at okur kundu sleppa til Havnar við >Ternuni<. Men hvat var so víðari? Tað var helst leygardag. Jú, í Klaksvík varð skipað soleiðis fyri, at útróðrarbát- urin >Dragin< skuldi koma til Havnar eftir >Suðringi- num« og manningini. Og í Klaksvík vórðu okur væl Í samband við, at tað í morgin, tann 25 juli, eru liðin 65 ár, síðan Froðbiar Sóknar Róðrarfelag varð stovnað, verða prentaðar hugleiðingar, sum Kaj Nolsøe, fyrrverandi formaður felagsins í nógv ár, hevur skrivað frá tveimum stevnuferðum í 1957 Suðringur á jóansóku 1957 móttiknir. >Suðringurin< vann 10- mannafars róðurin. Ein onnur ferð, ið eg ser- liga minnist, var ferðin til Vestanstevnuna sama ár. Farast skuldi av Tvøroyri sunnumorgun við einum enskum trolara, sum skuldi koma á Tvøroyri, so farast kundi klokkan sjey á morgni. Men tíðin gekk, og eingin trolari. Men so um 10 tíðina kom trolarin undan Høvdanum, og roynt varð so í skundi at fáa manningarnar saman aftur. Við hendan túrin vóru >Suðringur< og >Firvaldur< (dreingir). Manningarnar á Firvaldi og Suðringi framman fyri Kappróðrarneystinum eftir róður- in á joansøku 1957 (Mynd: Anna S. Nolsøe) (Mynd Anna S. Nolsøe) Ferðin til Miðvágs var baldrut. Sjóverk var nógv. Ferðin tók fýra tímar ella meir. Okur vórðu væl móttiknir í Miðvági og fingu gott at eta, so tað stimbraði aftur aftan á hendan strævna túr- in. Eg haldi meg minnast, at bæði >Suðringur< og Fir- valdur vunnu sínar róðrar. Ferðin suður aftur bleiv eisini drúgv. Farast skuldi av Miðvági klokkan sjey um kveldið, men klokkan 10 - 11, áðr- enn leyst varð, so tað var langt út á mánamorgun, áðr- enn okur komu aftur á Tvor- oyri. Hetta vóru so nakrar hug- leiðingar um ferðir. Tað kundu verið fleiri aðrar, men tað verður so til eina aðra ferð. Við hesum fara vit at ynskja Froðbiar Sóknar Róðrarfelag tillukku við teimum 65 árunum og alt tað besta í framtíðini. Anna S. og Kaj Nolsøe Aftan á Norðoyastevnuna 1957 vórðu hesi ørindi sett saman Nordoyastevnan 1957 Norðoyarstevnan fyrsta í árinum er, har vilja unglingar stevna hvor teirra vil spengurnar spenna Av Tvøroyri løgdu teir fjørøin út. Garpar fusir å »Ternu« baki hetta var ei vid sorg og sit, nú takast skal ódnartakið. Komnir teir vóru á Havnar våg, »Ternan« tá flogið misti. »Dragin« var komin úr Klaksvík tå, hetta teir allir vistu. Í Klaksvík var dystur harður at lúka, Germann og Hjørleif á toftini tita, Kristin og Aage næst teimum sita, >Suðringur< fram mundi strúka. Sniålvur knassin mikli er, ei okur nú skulu lúta. Kári hin rádni var eisini við. mangt takið hann tók á hesi ferð. Hans Henrik fast um árina heldur. eg svørji, nú á tað stendur. Napoleon tá hart mundi rópa, nú er studenturin feldur. Ola Jákup fróur mundi rópa, hetta verður mikil dagur. Hartmann við lið á honum man toga, nú skulu vit eftir hinum gáa. Kumpas teir ei mugu nýta, bert á Kaj teir kunnu líta, í rongini situr hann treystur, hann rópar sum ein prestur. A ólavsgku kom tólvti maður, altíð er hann fróur og glaður, Poli okur hann mugu nevna, fattur og spelkin hann spengur man spenna. Eysturoyingur aftur til Scilly oyggjanar at rógva kapp Nú er skal kappingin vinnast - tað er málið hjá manningin á Eysturoyingi JONHARD HAMMER Aftur næsta ár verður tað manningin á Eysturoyingi, sum fer at umboða Føroyar í kapprógvingini á Scilly oyggjunum í maj mánaða ár 2000. Eysturoyingar kláraðu seg sera væl á Scilly í ár, har teir gjørdust nr. 8 av 65 båtum. Målid hjå manning- ini er sjálvandi at fáa eitt fyrsta plåss og fyri at klåra tað er ætlanin at venja mið- víst við bátinum Brendan, sum Amerada Hess hevur keypt til føroyingar. Ætlan- in er at venja tann rógving- arháttin, sum teir brúka á Scilly oyggjunum. Tad er Jóhan Mortensen frá oljufelagnum Amerada Hess, sum stendur á odda fyri tí føroysku luttøkuni á Scilly oyggjunum. Hann hevur góðar vónir, um at føroyingar kunnu fáa eitt fyrsta pláss. Manningin á Eysturoyingi eru sera raskir, sum bara skulu venja ein annan teknikk, um tað eydnast til fulnar. — Men so er fyrsta plássið heilt sikkurt heima, sigur Jóhann Mort- ensen. Av tí at tað er stórur al- mennur áhugi fyri hesum tiltakið, verður giggin Brendan sýnd fram á Bursa- tanga undan og meðan kappróðu Olavsøku rin fer Eysturovingar skulu enn ein túr til Scillyoyggjarnar