Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SS Så Sostalurin ferðast við Toyota frå Reyni Service (Mynd: Edvard Joensen) EDVARD JOENSEN steyndu fólk til Tjørnuvikar sunnudagin. Nú var il t til, at tað fór at eydnast t sleppa í Stakkin, eftir at avlýst heyði verið tveir fylgjandi sunnu- I dýrdarveðri dagar Og sanniliga eydnaðist tað hesa- ferð. og tey umleið 170 fólkini fingu ein ógloymandi túr. Teir fyrstu berararnir og sleip- ararnir fóru eitt sindur undan høv- uðsfeltinum. Teir skuldu út við á Fo på 4 + Mym Edvard Joensen tidindabladid SOS 077 útgerð og at gera rennistrongin klår- an, til allur riðilin kom. Tjørnuvikingar hava tann góða sið, at áðrenn farið verður, verður sungið í túninum uttan fyri Bygd- arhúsið. Ferðin er, hóast ein ferða- fólkaútferð, ikki heilt vandaleys, og teir halda gamlan sið við eini stillari løtu, áðrenn farið verður í bakkan. So verður lagt til brots. Eitt fjøl- broytt lið kann av sonnum sigast. Har eru fleiri ymisk fólkaslog savnað. Danir, sviar, týskarar og sjálvandi føroyingar úr øllum her- aðshornum. Vit síggja fleiri jardarmødur. Guð viti, um tær hava gjørt kollektiva útferð. Her eru heilar familjur, fót- bóltsspælarar, nygift por og gamlir dreingir. Skipsmenn, skrivstovu- stjórar og pensionistar. Tann elsti er 78 ára gamal og fýrir ikki fyri at halda í brekkuna. Aja, vit ragga okkum niðan brekkuna móti Torvadali. Blaðmað- urin sleppur við teimum, sum undan fara, soleiðis at til ber at taka nakrar myndir av flokkinum, sum aftan á kemur. Mynd: Edvard Joensen Komnir á Torvadal verður eftir gomlum siði hvílt. Her plagdu neytakonurnar at hvíla, og her er eisini reist ein steinpláta teimum til minnis. Men kanska gjørdu vit í so leingi av, ella eru tey seinni tjóvstartað. Tí ikki høvdu vit meira enn reist okkum, so var fyrsta gongan á rgð- ini. So nú var at taka halan á há- rógvuna og skunda sær í Stakkin, so fólk ikki skuldu bíða ov leingi eftir at sleppa út. Vit taka tann lættara vegin. Vit fara í Dumbustíggj. Ein rás undir Kambinum, har ikki er ráðiligt at fara við ov nógvum ókendum fólki. Tey fara upp um Kambin, og tað skuldi so givið okkum ein lítlan fyrimun. Men smátt í tað, vorðið ikki var. Hesir ungu jassarnir vóru lættir á fótum, og høvdu okkum næstan aft- ur, tá vit náddu rennistronginum. Ná, men vit komu tó út í øllum góðum. Og nú byrjaði ein strævin dagur av álvara hjá flutningsmonn- unum, meðan vit onnur kundu ganga og hyggja okkum um og njóta tað vakra útsýnið. Nakrir seyðir ganga í Stakkinum í ár. Heldur styggir, tóktist okkum. Teir vóru riknir eystur á Stakkin, og hegnað varð so fyri, til tess, at teir ikki skuldu gerast heilt óðir í NR. 140 - 27. JUII 1999 Kunnigir ferðaleiðarar eru við á ferðunum í Stakkin NR. 140 - 27. JUII 1999 tíðindablaðið SS Bx | Tjørnuviksstakk ( Mynd: Edvard Joensen) Tjørnuvikingar hava eitt frålikt ferðamál í Stakkinum. Tað er ført, at teir hava gjørt av at bjóða ferðafólki út hagar á hvørjum sumri. Og hetta er vorðin ein rættiliga væl umtóktur túrur. Sunnu- dagin varð ein av hesum túrunum gjórdur, eftir at fleiri fyrr í summar hava verið avlýstir vegna veður. Sosialurin var við hendan túrin høvdinum av øllum hesum fólki- num. Men myndamaðurin var tó ikki nóg varin og kom teimum ov nær. Teir hildu á hegnið, og einir tveir sluppu vestur um. Nú var verri, tí lupu teir út av, var ikki lukkuligt. Men staksmenninir høvdu verið í lótum fyrr, og skjótt var alt komið upp á pláss aftur. Eisini mynda- maðurin, sum kom aftur røttu megin tráðin. Tjørnuvikingar hava eitt frálíkt hús í Stakkinum. Vatn og ljós er Utsýnið er frálíkt eystureftir Karis Olsen) inni, umframt koyggjur, so væl ber til at liggja har úti, nú fleygatíðin er fyri. Hendan dagin varð húsið tó brúkt at bjóða ferðafólkinum eitthvørt upp í munnin. Sodavatn og Twix. Alt fødi við nógvum sukri, sum er væl umhugsað. Ikki er ætlan teirra, sum reika fyri, at nakar skal leggjast fyri av maktarloysi. Meðan vit eru har úti, eru vit einir tveir, sum fáa høvi at sleppa niður í ein av fleygasessunum norðantil á Stakkinum. Trygvi, sum er ferðaleiðari okk- (Mynd: ara,vil ikki hava fleiri við, tí bratt- lendi er, og ikki er vert at taka nøkur óráð fyri. Vit fara so. Trygvi undan og tveir astaltføroyinar úr Århus aftaná. Lesningur er lagdur, sum vit halda í oman brattan. Holut er og bleytt, so tað hendir, at vit stíga heldur djúpt vidhvørt. Og so hesin deym- urin av fuglaskræpu. Ikki er ættin tann rætta, so land- koma er eingin soleiðis. Tó síggja vit onkran hendinga lunda. Hitt sindur flýgur, men lítið hevði verið til stongina, um hon var við. Annars láta teir at, at árið hevur oynst rættiliga væl higartil. Eina- staðni millum 4.000 og 5.000 hava teir fingið, og tað tykjast reir nøgdir Skipanin er, greiðir Trygvi frá, at gamaðurin eigur teir fyrstu 200 darnar, hann fær. Síðan eigur in hevlvtina av restini, meðan hin vtin verður býtt til jørðina. ungt er at koma uppaftur. Vit staddir heilt niðri á eggini, og kkan er beint í bróstið. Ikki hava tað stóra vidførid. Eina tasku, tað er alt. Men tað er nóg t kortini. eygamaðurin, greiðir Trygvi skal bera fongin, stongina í aðr- iondini og so halda í lesningin unari. Tað man vera óhugnaliga ungt, kann eg væl ímynda mær. Tá teir eru og fleyga í Stakkinum, eru teir ofta bara einir tríggir mans. Og so kann vera tungt at koma heimaftur. Fyrst skulu teir um Sund- ið og síðan at bera. Trygvi greiðir skemtandi frá, at teir plaga at royna at fáa so mikið, at teir ikki orka at bera alt sjálvir. >So hava vit eina umbering at senda boð eftir fólki at hjálpa okk- um.< Men ein slíkur túrur fær eisini ein enda, og vit skulu innaftur. Jú, vit fara upp í bíðiróðina, sum Ahh, tað var gott at koma úr aftur kassanum Trygvi á veg niður í fleygasessin Edvarrd Joensen) bara longist afturút. Og hóast vit nú hava verið eina heilt fitta løtu úti í Stakkinum, er rødin innan fyri framvegis long. Heimaftur fara vit aftur gjøgnum Dumbustiggj. Ein donsk genta er vid, og henni dåmar væl. Hoppar runt og tekur myndir at visa mammuni, tå hon kemur aftur til Keypmannahavnar. Hon væntar, at mamman fær propp, tå hon sær, hvar dóttirin hevur gingið. Sum vant endar túrurin í Bygdar- húsinum, har tjórnuvíkskonur standa til reiðar við borðum, sum bogna av breyði við føroyskum við- skera. Eina túrur, sum avgjørt er verdur at royna, er at enda komin. Og oll komu glad og fró aftur og lótu væl at. Lundin flýgur í ring Edvard Joensen) (Mynd:Edvard Joensen) 78 ára gamli Líggjas Eliassen úr Mikladali var elsti maður á ferðini (Mynd: Edvard Joensen)