Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| NR. 140 - 27. JUII 1999 vestureuropearum. Føroy- ingar vildu hava ein suve- renitet, sum Kjartan kallaði tað. Ikki ein suverenitet í beinleiðis stjørnmålatrødi- ligari merking, men ein ex- cellens í handilsligum týdn- ingi, ið bert kemur, um tú ert frægur, ella kanska best- ur á tínum øki. Tú ert altso suverenur, um t.d. aðrar fyr- itøkur vilja hava teg. Tískil segði menningarstjórin tað vera alneyðugt at fara út at hyggja eftir øðrum fólkum og tjóðum, skulu vit kenna okkum sjålvi. Valið byrjar hjá tær sjálvum, men tú mást meta teg í mun til onn- ur. Tann føroyski marknað- urin er eisini lítil. og tær føroysku fyritøkurnar smár Verða tær bert á ti føroyska marknaðinum, gerast tær ti skil heldur ikki so suveren ar. Tí tann, id bert verður heima við grúgvuna fær ikki nógva vitan um seg sjálvan, bert mistreysti, segði Kjartan L. Kristian- sen, og bað tey lesandi í salinum ikki bert hugsa um ta almennu umsitingina, tá tey komu heim, tí so var lítil nytta í teimum. Laksurin vendir heim Eftir framløgur í tveir tím- ar var pallborðsorðaskifti. Við borðið sótu Pál Weihe, læknastjóri, Annika Joen- sen, stjóri í Ferðaráðnum, Niels Christian Nolsøe, stjóri i Elektron, Petur Joen- sen, frá Oljufyrisitingini, og Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking. Olav- ur Ellefsen úr fyritøkuni VIT var orðstýrari, og hann skuldi fåa hesi fimm at siga frå teirra hugsanum, visi6n- um og framtíðarætlanum, og hvat tey mettu Føroyar og føroyingar åttu at hava i huganum, tå hurðin til år 2000 skal latast upp. Nu bleiv lestrarstevnan sjålvandi meira merkt av kjaki, og sigast må eisini, at nógvar visiónir komu undan kavi hendan í Norð- urlandahúsinum. M.a segði Pål Weihe, at ungfólk høvdu eitt stórri frælsi at velja í dag enn nakrantíð, men hann segði seg vóna. at tey vóru sum laksurin og vendu heimaftur. Pál helt tað vera Omøguligt at spáa longur fram í tíðina enn 5-10 ár, men at vit í framtíðini fara at fáa deplar, har kunnleikin verður savnaður. Bondini til tað nationala heilsuverk- ið verða kvett, tí tað fer at bera til á t.d. internetinum hjá eitt nú krabbameinsrakt- um fólki at finna júst ta vid- gerðina, ið er lívsneyðug hjá teimum. Og tá eru argu- mentini hjá hesum fólkum torfør at afturvísa. Tí er eis- ini neyðugt hjá okkum at fylgja við í slíkum speciali- seringsprocessum. Tíðin, tá Pauli Dahl var einasti ser- lækni á Landssjúkrahúsin- um, er langt síðani farin, og Pál væntaði, at um 5-10 ár fer at verða tvær ferðir so nógvir læknar sum í dag. Tí verður eisini neyðugt at brúka meira pening, til tess at gera Landssjúkrahúsið meira lokkandi fyri læknar. Læknastjórin segði tað eisini verða týdningarmikið at vera aktivur í gransking. Ikki tí, at hann væntaði nakra Nobelvirðislón til Føroyar, men tí at gransking er lekidómur móti heimfød- isligheit, sum hann tók til. Í gransking fært tú nevniliga kritikk. Tú noyðist at leggja úrslitini á borðið og lata onnur meta um títt verk. Og tá kanst tú ikki bara steingja teg inni á Landssjúkrahús- inum og halda teg vera best á tínum oki. Pál Weihe segði seg eisini rokna við, at gentøkni fór at verða ein hornasteinur innan heilsuverkid um eini 5-10 ár. Annars helt læknastjórin, at vit hoyrdu ov lítið til okk- ara útbúna fólk t.d. okkara studentaskúlalærarar í sam- felagskjakinum. Hann helt at tey vælútbúnu í almenn- um starvi áttu at havt part- starv í vinnnuni. Her nevndi hann íslendingin Kára Stephanson, ið uppgav eitt professorat á Harward fyri at byggja nakað upp, sum hann trúði upp á, og sum var eitt akademiskt koncept. Pál helt tað vera ein spurn- ing, um vinnan kendi tað akademiska potentialið í Føroyum, men legði tó aft- urat, at hetta er ein gene- rellur trupulleiki. Ikast Annika Joensen segði, at Ferðaráðið hevði arbeitt eft- ir eini ætlan síðani 1993, ið hevði til endamáls at fáa fólk til Føroya, og tí hevdi minni orka verið løgd í at búgva landið til at taka í- móti ferðafólki. Men teirra mál var, at ferðavinnan skuldi hóska til føroyingar. Hon helt at vit mugu gera landið betri at vera í, her nevndi hon t.d. bussar, mat- stovur og mentan. Tí bóta vit um hesi viðurskifti verð- ur landið eisini eitt betri stað at vera í hjá føroyingum. Hon legði tó dent á, at ferð- avinnan var eitt íkast til bú- skapin, og fer ikki at av- loysa fiskivinnuna. Men hon kann vera eitt gott í- skoyti hjá m.ø. heimildar- fólki á bygd. Annika helt at vit eiga at samstarva meira innan marknadarføring, og her er internetið eitt tað bíligasta amboðið. Føroyar avtoftaðar Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, brúkti sum utgangstødi eina útsøgn hjá danska fíggjarmálaráðharr- anum, Mogens Lykketoft, ið vildi vera við, at danir fara at 2-3 falda livistødid áður enn 2020. Niels Christ- ian helt, at hesum kunnu føroyingar ikki liva við. Vit mugu ikki standa í stað, meðan londini rundan um okkum mennast so skjótt, tí so verða Føroyar avtoftaðar, helt hann. Okkara núver- andi høvdsvinna er alt ov einstáttað, og vit megna ikki at 2-3 falda livistødid bert vid fiskivinnuni. Vit klára okkum nokk uttan blokk bert við fiskivinnuni - so mikið klára vit at virka aft- urat núverandi tilvirking - men meira má koma afturat av vinnum, skal landið ikki avtoftast, helt stjórin á El- ektron. Hann væntadi, at hóast sera nógv er hent á KT-øki- tíðindablaðið num seinastu fáu árini, fer uppaftur meira at henda í framtíðini. Niels Christian Nolsge segði, at um 10 ár fer tann almenni sektorurin at gagnnýta kunningartøkni á tann hátt, at hvor einstakur og ikki minst vinnan kunnu fáa upplýsingar frá tí al- menna við KT. Hann helt annars, at tann føroyska vinnan sum nú er brúkar internetið alt ov lítið, og her sipaði hann m.a. til søluna av fiski. Hann segði, at vit áttu at lagt okkum eftir at útflutt telduútbúnað, og í framtíðini at álagt almenn- um stovnum, um veran var kappingarfør, at keypt før- oyska kunningartøkni. Men hann væntaði at trupult fór at verða at fáa fólkini at stødast í Føroyum, um løn- irnar verða hægri í granna- londunum. Altjóða góðskugóðkenning Petur Joensen frá Oljufyri- stitingini tosaði um tey nógvu tíðarskeiðini, ið eru í oljuvinnu. Sum nú er eru Føroyar í leitiskeiðnum. Um vit nakrantíð koma longur til onnur skeið, eitt nú boriskeiðið, er tað jú bara gott, men Petur helt, at vit eisini kundu brúka nú- verandi leitiskeiðið til okk- urt skilagott. Hann helt hetta vera ein upplagdan møgu- leika hjá føroyskum fyri- tókum at mennast í einum altjóða umhvørvi. Tær fáa ikki frítt spæl, men mugu hinvegin venja seg so spak- uliga til at luttaka, tí nógvar treytir fylgja við. Sum eitt stig á leiðini nevndi hann fyritókuna á Skála sum í undanfarnu viku kláraði slíkar treytir. Tann fyritøkan megnaði nevniliga at fáa ta sonevndu ISO 9001 altjóða góðskugóðkenningina. So- statt kunnu vit brúka núver- andi fasu í oljuvinnuni til at menna okkum sum heild. Hugburðsbroyting Stjórin á Fiskavirking, Mei- nhard Jacobsen, helt, at vit í framtíðini mugu rationali- sera og automatisera meira. Til hetta krevst miðal- útbúgvið fólk sum t.d. op- eratørar. Hann væntaði, at fiskivinnan fer at koma í kapping við oljuvinnuna um fólkið. Meinhard Jacobsen nýtti eisini høvid at spyrja unga fólkið í salinum, hvussu nógv teirra ætlaðu at starv- ast innan fiskivinnuna. Ein segði seg vóna tað! Mein- hard helt, at her krevst ein hugburðsbroyting, og segði tað vera løgid, at eingin granskingardepil var knýtt- ur at fiskivinnuni. Rikari tilvera At enda varð spurt um, hvussu nógv fólk fer at búgva í Føroyum um 10 ár. Tey flestu boðini vórðu bjartskygd. Sagt varð , at tað er eitt privilegium at sleppa at arbeiða í Føroyum, og stjórin á Elektron helt ikki ikki, at trupulleikin fór at verða, at breydføda enn fleiri føroyingar enn vit eru í dag, tí sum hann segði, so vóru fólk ikki trupulleikin. Fólkið er tilfeingið! Pál Weihe helt tað ikki vera einsligt at vera gransk- ari í Føroyum, tí hóast tað er sunt fyri ungar oyggja- búgvar at fara út í verðina, so sær ein teldupostur hjá einum granskara eins út í Boston og í Føroyum. Hann helt telduna vera hent- Tað var framtíðin hjá ungu lesandi føroyingun- um, sum var til viðgerð- ar í Norðurlandahúsin- um leygardagin ari og lættari at brúka enn t.d. telefonina. Pál væntaði, at fólk í framtíðini fara at hava eina dupulttilveru, har tey koma at arbeiða megin- partin av tíðini i Føroyum og so ein part av tíðini á ti europeiska meginlandinum. Og hetta væntadi hann eis- ini fer at verða ein ríkari tilvera. Hotellið i miðbýnum