Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið NR. 140 - 27. JUII 1999 erfølge leyp avstað Meistararnir úr Aalborg vórðu settir upp á pláss, og Jákup Mikkelsen brendi brotsspark Tað var mett sum stórur biti hjá Herfølge, tá skráin fyri nýggju kappingina í super- liguni varð almannakunn- gjørd, og tað sást, at Her- følge í fyrsta umfarinum skuldi taka ímóti meistara- liðnum úr Aalborg. Men Jákup Mikkelsen, John Faxe Jensen og hinir gul og bláklæddu hava víst aftur á síðsta leikumfarið undan summarsteðginum, tá Herfølge á heimavelli vann 3-2 á júst AaB, og Tíverri var tað Jákup Mikkelsen, sum misnýtti brotssparkið, men tíbetur hevði hetta ikki árin á, hvagar stigini fóru. Stødan var 3-1, tá Herfølge ikki so langt undan dystarenda fekk brotsspark. Jåkup rann so spakuliga til bóltin, sum hann plagar at gera, hann sendi málverjan til vinstru fyri seg sjálvan, og so var málið opið, men tíverri tók bólturin stólpan í hinum borðinum, og tað var einki at undrast á, at Jákup sjónliga iðraði seg, tá hann fór skundaði sær aftur í sítt mál sunnudagin var enn eina ferð staðfest, at Herfølge er ikki at spæla við. Knappliga tvey túsund áskoðarar møttu upp i góð- veðrinum, og teir fingu fult fyri pengarnar, bæði so og so. Fýra mál vórðu skorað, tveir spælarar vórðu riknir av velli, og eitt brotsspark varð misnýtt. Tíverri var tað Jákup Mikkelsen, sum misnýtti brotssparkið, men tíbetur hevði hetta ikki árin á, hvagar stigini fóru. Stødan var 3-1, tå Herfølge ikki so langt undan dystarenda fekk brotsspark. Jákup rann so spakuliga til bóltin, sum hann plagar at gera, hann sendi málverjan til vinstru fyri seg sjálvan, og so var málið opið, men tíverri tók bólturin stólpan í hinum borðinum, og tað var einki at undrast å, at Jákup sjón- liga iðraði seg, tá hann fór skundaði sær aftur í sítt mál. Jákup Mikkelsen verður annars róstur fyri sitt avrik, meðan donsku fjølmiðlarnir ikki halda, at verjan hjá meistaraliðnum var serliga sannførandi. Tað stóð á jøvnum, tá dysturin var hálvrunnin, men seks min- uttir eftir steðgin kom hol á. Tommy Schram, sum áð- ur hevur spælt í Brøndby, og sum í fjør bara skoraði eitt mál í 28 dystum fyri Herfølge, skoraði bæði til 1-0 og 2-0. Ståle Solbakken minkaði um munin, tá hann sendi fríspark uppum verju- garðin og dygst inn undir samankomingina í tí síðuni av málinum, sum Jákup heyði álit á, at manngarð- urin skuldi taka sær av. Í eina lítla løtu tóktist tað sum um Herfølge menninir hingu eitt sindur vid høvdi- num, John Jensen setti seg sjålvan inn å midvøllin, og Jesper Falck, sum Herfølge hevur fingið frá AB, stað- festi sigurin. Tá stødan var 2-0 varð ein AaB maður vístur av vøllinum, tí hann fekk seinna gula kortið, og stutt fyri leiklok sá Kenneth Kastrup hjá Herfølge reytt. — Serliga fyri eitt lið, sum altíð verður mett at vera millum nidurflytaraevnini kemur tað sera væl við hjá at fáa eina so góða byrjan uppá landskappingina, helt John Faxe Jensen fyri, tå hann i sólskininum helt hoff fyri pressuni. Næsta uppgåvan hjå Her følge verður á Tørsvølli hósdagin, og tað er einki at taka seg aftur í, at uppgávan hjá HB verður stór. HB tapti 3-1 móti AaB, og AaB tapu 3-1 móti Herfølge, sum nú skal spæla móti HB. jh Sidsta hondin løgd å fyrireikingarnar U-16 landsliðið skal í komandi viku taka lut í norðurlendsku meistarakappingini, sum verður í Onglandi funum voru atjan kunnu roknast ið St Mmitium i fyrsta tiggju ára skeiðið í komandi øldini fara at mynda bestu føroysku fót- bóltsdeildina, á Svanga- skarði. Teir hildu til í hølu- num hjá Tryggingarfelag- num Føroyar í Runavík, og teir vandu á Svangaskarði akkurát sum landsliðið hjá Allani Simonsen plagar at gera — og ivaleyst fara fleiri av hesum dreingjunum um nøkur ár at smakka a-lands liðsfótbólt. Tað verður í hvussu so er gjørt nógv fyrr at geva teimum royndirnar, armiklar Komandi vikuskifti tara teir av landinum at taka lut í NM kappingini. Í fjør var kappingin í Føroyum. Tá spældu føroyingar fýra dystir á ovara velli í Gunda- dali. Teir taptu allar ferðir- nar, og tað er sjálvandi ong- antíð hugaligt at tapa, sjálvt um ósigrarnir ta ferðina vóru væl minni, enn teir so ofta hava verið áður. Meiri hugaligt var tað, at norski venjarin, sum hevði verið við í mong ár, í Ítrótt- arsosialinum staðfesti, at einki av hinum liðunum í níti árunum hevði uppá seg havt so stóra leikliga fram- gongd, sum føroyska liðið heyði havt I ár verður kappingin í Onglandi. Tað ljóðar und- arligt, at NM skal vera í Onglandi, og tað hevur áður verið hildið fast um, at kappingin ikki skuldi fara út um Norðurlond. Ongland hevur verið fastur fúsur í kappingini í mong ár, og nú er so gjørt av, at hesa ferð skal Ongland vera vertur. Kappingin verður í Mið- onglandi á sama staði, har U-18 kvinnurnar kappaðust í fjør. Royndirnar Meiri enn helmingurin av teimum átjan spælarunum, sum nú skulu umboða Før- oyar, vóru við í kappingini í fjør. Tað vil siga, at teir vita, hvat tað snýr seg um. og kunnu fyrireika hina lítlu helvtina av spælarunum uppá, hvussu nógv tað krevst av spælarum, ið skulu royna seg móti liðum, sum — sæd við føroyskum eygum — umboda fótbólts- tjóðir, ið eru stórar. Í nógv ár hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá U-16 landsliðnum. Í ár hevur hann yvirumsjón við øllum teimum yngru lands- liðunum og Mathias David- sen í Runavík er venjari hjá U-16 dreingjunum. Hann hevur úttikið átjan manna hópin, sum komandi vikuskifti fer avstad. Spæl- ararnir eru Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristian á Lakjuni og Atli Danielsen úr KI, Vagnur Mohr Mort- ensen, Jón Rói Jacobsen og Rani D. Christiansen úr HB, Gilli Haraldsen, Hjørring, Såmal J. Samuelsen, EB/ Streymur, S6lbjørn Olsen og Poul Næs Joensen úr B36, Fróði Jóanesarson, Aki M. L. Hansen og John Andersen úr NSI, Jann Ingi Petersen úr B68, Arnhold Berg, Skåla, Elfinn Ørvar- odd, FS Vågar og Dånjal Pauli Danielsen, Farum. Komandi månadag skal Føroyar spæla móti Noreg, týsdagin er Danmark á skránni, og hósdagin verður síðsti dysturin í innleiðandi umfarinum spældur móti Finnlandi. Leygardagin verður spælt um plasering- arnar. Í hinum bólkinum eru Is- land, Svoríki, Ongland og Qatar, sum Ongland hevur bjóðað við sum áttanda og síðsta landið. Umframt stóra stríðið á vøllinum so sleppa før- oysku spælararnir at hyggja seg eitt sindur um í Ong- landi. Mest áhugaverda ferðin verður ivaleyst tann til Old Trafford, har spæl- ararnir fara at síggja savnið hjá Manchester United, og hvor veit — kanska fara teir at renna seg í onkran, sum teir kenna aftur frá stór- skíggjanum! jh ==