mikudagur 28. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Dagbjørt S. Hansen
| Jan Miiller | UNG
í í B k:
Blaðstjóri: | Áki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov | Turið Kjølbro
Marknaðardeild: Dagfinn Olsen
Jonhard Hammer John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
| Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Í
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720 |
e-mail: |
post Gsosialurin.fo |
Prent: Dimmalætting
Olavsøkan — ein
hugnaligur
samanvavstur
Oddagrein
Olavsøkan er tjóðarhátíð okkara. Tað
varð víst á í oddagreinini í gjár. Men
ólavsokan er so nógv annað. Hetta er jú
eisini stevnan, sum vísir, hvar vit flóta.
Mentunnarliga, ítróttarliga, kristiliga, í
matgerð o.s.fr. Ja, ólavsokan er ein góð-
ur stigi, sum mátar hjartasláttin í foroysku
tjóðini.
Tilboðini eru bara so nógv í skránni, at
sjálvt tann sum lættur á fótum rennur frá
ti eina til tað annað tiltakið, klárar ikki
meiri enn ein lítlan part. Tað er kanska í
so nógv á skránni, vil onkur halda. Men
hetta sigur okkum eisini nakað, hvussu
gott hugflog, vit hava at finna uppá.
Til tann seriøsa partin hoyrir avgjørt
tann afturvendandi framsyningin hjå
Listafelag Føroya. Hon visir okkum å
hvørjum stigi føroysk list er, og um nakrir
nyggir spirar eru at håma. Ella um teir
gomlu bara liggja og tøva i ti sama.
Olavsøkuframsyningin er vanliga góð og
er eitt listarligt tiltak, vit kunnu vera errin
av.
Teir gomlu dugdu at halda sær at gam-
an. Tættirnir eru eitt gott domi. Og for-
oyingar duga framvegis at skemta. Tað
plagar ólavsokukabarettin at siga nak-
að um. Somuleiðis sigur hon kanska,
um nøkur nýggj talent eru at hóma. Tíðin
at gera kabarettina er stutt. Tey, sum
varða av leiklistini her á landi, kundu
kanska borið so í bandi, at kabarett-
greinin varð tikin í storri álvara, so líka
nógv orka varð logd í hesar fyrireiking-
arnar sum í aðrar leikir. - Í ollum forum
dregur hon fleiri fólk til. Men alt ov ofta
er sumt <ov bíligt<.
Rock-konsertin, sum vanliga byrjar «til
foroyska tíð< - langt eftir ásetta tíð - er
eisini eitt gott høvi at máta á stiganum,
hvar vit liggja tónlistarliga. Hart. Inniligt.
Larmandi. Undirhaldandi. Eggjandi. Kon-
sertin, sum dregur túsundtals ung til sín.
Men sum mentapávarnir ikki gáa nóg
nógv um.
Somuleiðis er høvi at hoyra góðar
kvoðarar, kristiligan sang. Havnar Horn-
orkestur, Frelsunnarherin og onkur fær
høvi at royna síni oratorisku evni á fólka-
fundum ella kristiligum fundum. Onnur
fáa hovi at royna síni kynstur at hita
pylsur, høsnarungar, chips, poppkorn,
blæsa ballónir, candyfloss o.s.fr. Og so
fáa havnarfólk sjálvandi hovi at vísa,
hvussu gestablíð tey eru. Ein sjarmer-
andi samanvavstur, sum vísir, hvussu
fjølbroytt ein tjóð er. Bæði á ein og annan
hátt. Olavsøkan sigur, hvussu rákið er
og hvussu stoðið er. Men gott er, at ólav-
sekan bara er einaferð um árið. Hugnið
tykkum! ; ;
Sosialurin
Minningarorð um Hildu Bolstad, Sandvík
f. 01.08.-27 d. 09.07.-99
I april månadi -99 las eg
eina samrødu við eina
krabbameinssjúka kvinnu í
donskum vikublaði. Hon
visti, at deyðin var nær, men
var á ongan hátt ill um hetta.
<Eg kann hugsa um líðing-
ina, eg kann hugsa um mød-
ina, men eg eri ikki bangin
fyri deyðanum<. <Fægstu
fólk sleppa undan at fyri-
halda seg til deydan, og
hevur tú ongar hugsanir um
deyðan, snýtir tú teg sjálv-
an við at vera ófyrireikaður,
tå ið hann kemur«.
Hesi ordini kundi Hilda
havt sagt, men Hilda var
ikki tann, sum brúkti stór
orð og ongantíð um seg
sjálva.
Ta seinastu tíðina meðan
Hilda var sjúk, og aftaná at
hon var deyð, tosaðu vit
dagliga um hennara ósjálv
søkni, um hvussu væl hon
góðtók tað, sum ikki slapst
undan, og at hon allatíðina
fyrst og fremst hugsaði um
hini. Sum Irena segði, tá ið
vit tosaðu saman, aftaná at
Hilda var farin: <Mamman
gjørdi tað so lætt fyri okk-
um ollum, tí hon var so av-
klárað sjálv<. Júst hetta var
tað, sum eyðkendi Hildu alt
hennara lív. Hon var avklår-
að við sitt lív og vid allar
tær hendingar, henni vóru
fyri í lívinum. Hon og Jens
høvdu nógvan mótgang
mangan, men tey vóru sum
ein fyrimynd fyri øðrum,
bukkaðu ongantíð undir fyri
ágangi, men livdu sitt still-
føra dagliga lív uttan stór-
vegis hóvasták, men altíð
við umtanka fyri oðrum
Tey orð okkum renna í
huga, tá ið vit hugsa um
Hildu eru trúfesti, hjálpsemi
og lívsgleði. Hetta ótrúliga
trúfesti móti øllum, fyrst og
fremst sínum næstringum,
men eisini hinum bygdar-
fólkunum. Fyri okkara fam-
ilju hevur hon verið ein
hjálp og styrki, sum ikki
kann metast saman við ann-
að, vit hava verið úti fyri.
Tá ið Hilda varð sjeyti,
vóru vit í fødingardegi, og
sum so mangan verður tik-
ið til, segði onkur skemt-
andi við Hildu: - Vit síggj-
ast aftur, tá ið tú verður átt-
ati. Flestu flentu, men Hilda
svaraði ógvuliga álvarsom
sum ein staðfesting. - So
leingi livi eg ikki.
Vit vistu oll í bygdini at
heilsan var farin at bila ta
seinastu tíðina, men vit
vistu ikki, at Hilda var so
ålvarsliga sjúk, at hon hevdi
so stutta tid eftir, men kan-
ska hevur hon havt eina
hóming av hesum sjálv.
Eg minnist eisini orðini,
Jensina bar mammu síni á
sjeyti ára degnum, har hon
millum annað tosaði um,
hvussu Hilda kundi flenna.
Um lívsgleðina, sum ávirk-
aði oll, sum vóru um hana.
Og eisini hetta var millum
tað seinasta, vit hoyrdu til
hennara. Teir seinastu dag-
arnar, hon livdi, megnaði
hon enn at flenna at ym-
iskum, sum fyrifórst rund-
an um hana. Aftur eitt dómi
um, at hon dugdi at seta sítt
egna til síðis og fáa hini at
gloyma tað ringa
Kalt er nú niðri á Garði,
har vit sum óvitar runnu hús
úr húsi og vórðu væl mót-
tikin allastaðni: Hjá okkum,
Mary, Hildu, Stinu-omm-
uni....Sum góðir grannar
varð livað saman í sátt og
semju, og tað er tungt fyri
okkum yngri at síggja fleiri
hús tóm og onnur, har bara
ein býr, men soleiðis er lív-
ið. Deyðanum slepst ikki
undan, men tungt er hjá
teimum, sum sita eftir, men
minnini eiga vit so enn.
Okkara tankar eru hjá
tykkum, sum mist hava:
Jens, Sólvá, Jensinu, Sig-
run, Írenu og ommubørn-
unum.
Við hesum orðunum vilja
vit lýsa frið yvir minninum
um Hildu.
Rannveig og Gudrid
T
THEODOR DAHL
ættaður úr Funningi,
búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin
26. juli, 78 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapelli-
num hósdagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 13. Sungið verður úr sálma-
bókini.
Vilborg og Anna
Tey, ið vilja minnast Theodor, kunnu lata eina peningagåvu
til Eiðis kirkju.
TØKK
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum syndu okk-
um samkenslu, tå min elskada kona, mamma, ver-
mamma og omma okkara
HELMA JOENSEN
Fuglafirði
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri
blómur, kransar, telefonuppringingar og peninga-
gávur. Tøkk til Bernhardinu fyri góð og troystarrík
orð í heiminum, og Gordon í kirkjuni. Eina hjartans
tøkk til Peter O. K. Olufson prest, og eina hjartans
tøkk til heimahjálpina og heimasjukrasystrarnar, sum
hava verið um hana øll árini, hon var sjúk. Tøkk til
sangarar, kirkjutænarar og annars til tykkum øll,
sum á ein og annan hátt hjálptu til við jarðarferðini
og tykkum øll, sum fylgdu henni Ú hennara seinasta
hvíldarstað.
Hjartans tøkk oll somul, Harrin lóni tykkum.
Hjalmar, Herman, Ovi, Annika
og Sigbjørg við familju