mikudagur 28. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 141 - 28. JULI 1999
tíðindablaðið
EDVARD JOENSEN
Hesi línuskipini, sum nú eru
í føroyska flotanum, verða
helst tey seinastu yvirhøvur,
heldur ein línuskipari.
Rólant Poulsen, skipari á
Morgunstjørnuni, sigur, at
tað er ikki svartskygni, tá
hann sigur so. Hetta er bara
tann óhugnaligi veruleikin,
sigur hann.
Rólant Poulsen vísir á, at
tað er bara tann góði fiski-
skapurin saman við teimum
ókendu prísunum seinastu
tíðina, sum hava hildið
flotanum uppi.
Fellur prísurin aftur til
tað, hann var fyri nøkrum
árum síðan, býður skipun-
um ikki bøtur, sigur Rólant
Poulsen.
Tað er nevniliga rættiliga
dýrt at fiska við línu. Agnið
kostar einar 10 - 11 krónur
kg. Og reiðskapurin er
nógvur.
Fyrr dróg ein línubátur
einar 18.000 húkar dagliga.
Í dag eru egningarmaskinur
umborð allastaðni, so nú
tosa vit um 40.000 húkar.
Og tað er greitt, at har
gongur nógv agn. Umframt
sjálvan reiðskapin, sum skal
til.
Tað er so galið, sigur
Rólant Poulsen, at tað er
líka við, at trolararnir eru
bíligari í rakstri, so leingi
oljuprísirnir eru so lágir,
sum teir eru nú.
Rólant Poulsen vísir á, at
tað er sera umráðandi, at
uppbodssølan verður verð-
andi.
Verður hon burtur, fer
prísurin í botn aftur, er hann
púra sannførdur um.
Og so liggur flotin við
brestin.
Morgunstjørnan hevur tó
Línuskipari:
Linuflotin doyr út
Linuskipini, sum sigla nú, verða helst tey seinastu í Fóroyum yvirhøvur, vænt-
ar skiparin á Morgunstjórnuni. Driftin er vorðin alt ov dýr, sigur hann
Morgunstjórnan er umvæld fyri eina hálva millión
ikki selt gjøgnum uppboðs-
søluna hjá Fiskamarknaði-
num.
Grundina til tað sigur
Rólant Poulsen vera, at har
er stutt sagt ikki pláss á
Toftum.
Tað er soleiðis, sigur
hann, at har eru ávís skip,
sum landa fast.
Sum dómi nevnir hann,
at hann veit um skip, sum
hevur landað fastan dag í
viku alt seinasta heyst og
allan vetur.
Hinvegin ger Fiskamark-
naðurin, at aðrir, sum keypa
fisk, noyðast at halda tann
prísin, uppbodssølan gevur.
Soleiðis virkar uppbodssøl-
an eftir ætlan.
Morgunstjórnan landar til
Norðís. Eiðismenn eru við,
so tað er eisini høgligari,
vísir skiparin á.
Stór umvæling
Í løtuni liggur Morgun-
stjórnan við bryggju á Eiði,
har stórri umvæling er
gjørd.
Alt er tikið innan úr last-
ini, sum er bjálvað og klædd
við plátum av nýggjum.
Eisini er afturmasturin
skift. P/F Hydro Tech á Eiði
hevur gjørt nýggja mastur.
Tann gamla var so ring,
sigur Rólant Poulsen, at teir
hildu ikki, tað var rætt at
fara undir ein nýggjan vetur
við henni.
Nú hendan umvælingin er
liðug, eru bara kømurini eft-
ir at gera av nyggjum. So er
skipið sum nýtt.
Tá verður tað sum við
troyggjuni, maðurin kom
aftur av skipi við á sinni.
Konan vildi koyra burtur, tí
hon var so vánalig. Tað helt
hann ikki.
»Fær hon nýggjan bul og
nýggjar ermar, er hon sum
nýggj.“
Soleiðis er allur línuflotin
at kalla í dag, sigur Rólant
Poulsen. Í rættiliga góðum
standi.
Gott 1
Morgunstjørnan er fyrsta
stálskipið, sum er smíðað í
(Mynd: Edvard Joensen)
Føroyum. Men nú er mest-
sum bara skrokkurin eftir.
Men hann er aftur fyri
heilt góður, sigur Rólant
Poulsen, skipari.
I fjór varð hann tjúktar-
máldur. Og komið varð
fram til, at har, skrokkurin
er tynstur, er hann tjykri enn
tey nýggju skipini, har tey
ery sverast.
Rólant Poulsen letur væl
at rakstrinum. Teir eiga
skipið, og tað ger tað sjálv-
andi nógv lættari at reka.
Sjálvur, sigur hann, heyði
hann ikki hættað sær at
keypt ella smíðað nýtt.
Teir, sum eiga Morgun-
stjórnuna hava annars ný-
liga keypt eitt skip aftrat.
Tað er Vesturland, sum
roynir eftir svartkalva við
gørnum.
Rólant Poulsen sigur, at
teir hildu ikki, at tað var rætt
at hava tvey skip í somu
drift, og tí heldur Vesturland
fram við gørnum.
Tað hevur gingið hampi-
ligt hjá teimum eisini, sigur
Rólant Poulsen.
Manningin á Vesturlandi
er tann sama, sum var við
skipinum, áðrenn eigara-
skiftið.
Við Vesturlandi eru 10
mans, meðan teir eru 14 við
Morgunstjørnuni.
Sum i 80'unum
Morgunstjørnan eigur 11
fiskidagar eftir undir Føroy-
um i hesum fiskiårinum,
umframt ein íslandstúr
Teir ætla at fara undir
Føroyar fyrst og síðani til
Íslands, nú umvælingin
verður liðug.
„Um vit sleppa avstad«,
sigur Rólant Poulsen.
Hann sigur, at tað er so
galið vorðið, at tað fæst
mestsum ikki fólk at arbeiða
upp á skipið.
Teir hava haft trupulleikar
við at fáa skipið málað, sig-
ur hann. Spurt hevur verið í
fleiri støðum, men teir bera
seg undan. Hava ov nógv
at gera, ella ov lítið fólk.
Tað er sum í åttatiårunum,
tá arbeiðsfólk varð innflutt
aðrastaðni frá.
Rólant Poulsen sigur frá,
at onkur, hann hevur havt
samband við, hevur bein-
leiðis tosað um at fáa po-
lakkar hendanvegin at ar-
beiða, fyri at fáa nøktad
eftirspurningin.
Kirkjuklokka:
Tina rødd eg kendi
Komandi sunnudag ringir tann 118 ára gamla klokkan i Eiðis kirkju fyri sein-
astu ferð. Nýggj klokka verður tikin í brúk sunnudagin 15. august
EDVARD JOENSEN
Komandi sunnudag ringir
klokkan í Eiðis Kirkju fyri
seinastu ferð. Hon er klovn-
að og hevur at kalla mist
røddina
Guðstænasta verður
klokkan fimm seinnapartin,
har sagt verður farvæl við
Mynd: Edvard Joensen
ta 118 ára gomlu klokkuna.
Nýggj klokka er ávegis úr
Noreg, og verður hon sett
upp fyrstu vikuna í august.
Nýggja klokkan verður tó
ikki alment tikin í brúk fyrr
enn sunnudagin tann 15. au-
gust, tá Hans Jacob Joensen,
biskupur, fer at víga hana
undir hátíðarguðstænastu á
Eiði.
Hetta er tó ikki einasta,
sum gjørt verður í Eiðis
Kirkju í løtuni.
Kirkjan fær eina stóra
umvæling. Vindeyguni eru
sandblást. Alt gólvið í skipi-
num skal takast upp og um-
vælast. Gamalt er, og má
helst ikki skiftast út. Trapp-
an upp í tornið skal gerast
nýggj. umframt åbøtur i
sakrastinum.
Og tá liðugt er, skal oll
kirkjan málast.
Klokkan í Eiðis Kirkju.
Í 118 ár hevur hon
kallað fólk í kirkju
á Eiði.
Hon hevði eitt
eyðkent ljóð,
sum í góðum líkindum
hoyrdist fleiri
fjórðingar burtur
(Mynd: Edvard Joensen)