Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið NR. 141 - 28. JULI 1999 Ingeborg Vinther: Inngjaldið til ALS skal ikki lækka: Nógv fåa bara 10 - 12 kr. um tíman at liva av — Tað er langt úti, at øll tey arbeiðsleysu skulu revsast, bara tí at ALS-stýrið møguliga heldur at einstakir arbeiðsgevarar misbrúka skipanina, sigur hon Styrist Kurin Kjólbro ormaður í MLS, undrast á, at útgjaldið úr ALS til tey, sum arbeiða á fiskavirkjum framvegis er rað sama, hóast nógvur meiri fiskur kemur uppá land nú enn fyri nøkrum árum sípani. Stýrið fyri ALS skuldi heldur kanna, hví tað er so AKI BERTHOLDSEN -Inngjaldid til ALS skip- anina skal ikki lækka. Ingeborg Vinther, formad- ur i landsins størsta fakfel- ag, Føroya Arbeidarafelag, er ikki samd vid formann- inum i ALS styrinum, Kar- ini Kjølbro. I samrødu vid Sosialin herfyri segði Karin Kjølbro, at tað hevði stóran tydning at ALS styrkti seg so mikið fíggjarliga, at hon kundi klára at taka eitt slíkt ar- beiðsloysisskrædi á seg sum tað fyrst í nítiárunum. Men tá ið ALS skipanin er blivin nóg sterk til tað, heldur stýrisformaðurin, at inngjaldið til ALS eigur at verða lækkað I løtuni betala løntakarar og arbeidsgevarar 2% í part av lønini til ALS. Men verður gjaldið lækkað, skuldi tað givið rúmd fyri at brúkt tey pro- sentini, sum inngjaldið til ALS lækkaði við, til onnur, sosial endamál, eitt nú barnsburðargrunn, heldur Karin Kjølbro. ósamd Ingeborg Vinther er bæði samd og ósamd við stýris- formannin í ALS. Hon er samd í, at tað er alneyðugt, at ALS verður styrkt fíggjarliga, so at skipanin verður klárar at svara sínar skyldur, hóast ein kreppa skuldi tikið seg uppaftur, sum tann ið var fyri nókrum árum síðani. — Eg sat í ALS stýrinum tá, og eg má siga, at slíkt vil eg ikki, at verkafólk, ella nakar annar, skal uppliva aftur, har í ALS mangan ikki hevði pening til næsta útgjaldið Hinvegin er Ingeborg Vinther als ikki samd í, at tað er rætt at lækka inn- gjaldið til ALS so hvert, sum skipanin styrknar fíggj- arliga. — Eg haldi, at inngjaldið upp á tvey prosent, sum nú er, skal varðveitast. — Ístaðin fyri at lækka inngjaldið, eigur ALS held- ur at brúka peningin til at bóta um korini hjá teimum arbeiðsleysu. --Eitt nú kundi útgjaldið verðið hækkað úr 70% av eini arbeidaraløn, sum tað er nú, uppí 90%. Harafturat kundi ALS so lagt stórri orku í sett akt- iveringsskipanir í verk fyri at fingið arbeiðsleys í vinnu aftur. — Eitt nú kundi skipanin hjálpt arbeiðsleysum í holt við eina útbúgving. heldur Ingeborg Vinther. Tilvildarlig savnsmynd Ingeborg Vinther sigur, at hon vildi nógv heldur, at ALS brúkti sín pening til slík tiltók, heldur enn at lækka gjaldið fyri at leys- geva pening til endamál, ið onki sum helst hevur við arbeiðsloysisskipanina at gera. Somuleiðis skuldi ALS roynt at gjørt tað lættari hjá teimum, sum fáa arbeiði eina tíð, at komið upp í aftur skipanina, tí tað er mangan eitt stríð at koma uppí ALS aftur, hjá tí, sum hevur verið nakrar fáar tímar til arbeið- is. Í tí sambandi kundi ALS verið nógv liðiligari Onki við ALS at gera Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag heldur sostatt, at ALS skal varðveita inn- gjaldið og at peningurin skal ikki brúkast til nakað annað, enn til endamál, sum hoyra undir ALS. — Og barnsburðargrunnur og onnur sosiali tiltøk, hava onki við ALS at gera. — Ein barnsburðargrunnur er ein samfelagsuppgáva, sum eigur at verða loystur uttanfyri ALS-skipanina. — Men skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða við til at fíggja ein slíkan grunn, skal tað gerast utt- anum ALS. Men tað er 6- neyðugt at rokna við pro- sentum í inngjaldið. — Eg haldi, at inngjaldið kundi heldur snúð seg um promillu, tí tað hevði verið nóg mikið, um bæði løn- takarar og arbeiðsgevarar betala í ein slíkan grunn. Skal umsitast av ar- beiðsmarknaðinum Ingeborg Vinther heldur annars, at tað hevur stóran týdning, at ein barnsburðar- grunnur verður gjørdur í samráð við fakfeløgini. — Tað ber ikki til at gera tað uttanum fakfeløgini, hvors linir koma at brúka grunnin. — Men tað, um hevur minst líka stóran týdning er, at tað verða partarnir á ar- beiðsmarknaðinum, sum sleppa at umsita grunnin. — Grunnurin skal umsitast av landsstýrinum ella nøkr- um ødrum almennum stovni. — Verða tað partarnir á ar- beiðsmarknaðinum, sum skulu fíggja grunnin, verða tað eisini teir, sum skulu umsita hann og hann skal verða fullkomiliga óheftur av tí almenna. — Tí avleiðingarnar av at lata tað almenna umsita hann, kenna vit alt til. — Verður tað onkur al- mennur stovnur, sum skal umsita hann, verður grunn- urin ein politisk kastibløka, har inngjald og útgjald verda hækka, alt eftir, hvussu tað politiska rákið er. Fåa 10-12 kr. um timan Tad eru summi sum halda, at verður útgjaldið hækka uppí 90% av eini arbeiðs- mannalón, verða tað mong, sum ikki fara at tíma at fáa sær arbeiði? — Tað haldi eg ikki. Øll vanlig fólk fara altíð at royna at fáa sær arbeiði. —Og vit skulu eisini minnast til, at, at tað er hó- ast alt ikki meiri enn 90% av eini arbeidaraløn og tað er ikki so nógv at liva av, at fólk ikki heldur vilja hava meir. Harumframt er tað nógv, sum framvegis ikki fáa arbeiði, tí at tað eru oki í landinum, har onki arbeiði er, hvussu tey so leita. Ingeborg Vinther heldur eisini, at eitt, sum avgjørt kundi trongt til hjá ALS av bøtt um, er korini hjá teim- um, sum arbeiða á fiska- virki, men sum eru partvís arbeiðsleys. Harumframt fáa tey, sum eru í ALS bara 70% í stuðuli av tí, sum tey hava for- vunnið seinastu 12 mánað- irnar. — Tvs, at tað eru fólk, sum arbeiða á Fiskavirking, sum ikki fáa meiri enn 10-12 krónur um tíman, tá ið onki arbeiði er á fiskavirkinum. Somuleiðis eru tað mong, sum fáa 20-25 krónur um tíman. — Tað mesta, ein kann fáa frá ALS er 54 krónur um tíman, men tað er bara tey, sum hava havt fult arbeiði frammanundan. Ingeborg Vinther sigur, at eftir hennara tykki er stuð- ulin frá ALS tí ikki stórri enn so, enn at tað altíð eggj- ar fólki til at finna sær ar- beiðið, eisini hóast útgjaldið bleiv eitt sindur sømiligari. --Somuleiðis er stødan so, at tann, sum fyrst hevur brúkt allar sínar dagar sleppur ikki í ALS aftur, fyrrennn tvey ár eru farin. — Tað er eisini ein skipan, sum átti ver verði broytt. — Tað sigur seg sjålvt, at tað er ongin ynskistøda at vera i at vera i ALS. Ætla at gera umstød- urnar enn verri Ingeborg Vinther sigur, at tað nú er serliga hugstoytt, at stýrið fyri ALS hevur í hyggju at gera umstødurnar hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjum enn verri enn tær eru. Tað, hon sipar til, er, at stýrið ætlar at seta eina kunngerð í gildið fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkjum. Fakfeløgini, sum hava limir á fiskavirkjunum hava vidgjørt kunngerðina og eru hart ímóti at hon verður sett í verk. — Og fer at gera umstød- urnar hjå teimum, sum arbeiða á fiskavirkjum heilt álvarsliga nógv verri, enn hon er nú, siga feløgini, sum eru Føroya Arbeiðarafelag, umframt arbeiðsmanna og arbeiðskvinnufelggini í Havn og í Klaksvík. Ingeborg Vinther sigur, at lógin hevur virkað væl, utt- an nakra kunngerð, og at tað er óneyðugt at koma við nakrari nú. --Hevur stýrið varhugan av, at einstakir arbeiðsgev- arar misbrúka skipanina við at hava ov nógv fólk í skip- anini, skuldi stýrið fingið skil á tí, heldur enn at sett tiltøk í verk, sum revsa øll, sum arbeiða á fiskavirkjum. Í útvarpinum hevur stýr- isformaðurin undrast á, at útgjaldið til arbeiðsleys er enn líka høgt sum, sum tað var, tá ið ringast stóð til, hóast met fiskiár. Men tað heldur Ingeborg Vinther er onki at undrast á. — Orsøkin er tann heilt einfalda, at tað er onki ar- beiði. — Nógv virki senda fløk- ini fesk av landinum og tað gevur bara arbeiði ein, tveir dagar um vikuna. Harafturat kemur, at nógvur fiskur fer ívirkaður av landinum Fakfeløgini siga í við- merkingum til kunngerðina, at tey halda, at stýrið í viss- um fórum fer út um sínar heimildir. — Fer stýrið kortini at royna at seta kunngerð í gildi, sum heilt ella partvíst er í stríð við lógina, fara fakfeløgini at kanna møgu- leikarnar fyri at fáa dóm- stólarnar at staðfesta, um kunngerðin er ógyldug ella ikki. — Eitt, sum feløgini eru misnøgd við, er, at í kunn- gerðini ætlar stýrið at út- greina, hvat er fiskavirki og hvat er ikki fiskavirki. --Stýrið hevur øll árini góðkent, at fskavirkisskip- anin ikki bara fevndi um virki, at verulig fiskavirking fór fram. — Tí ber ikki til nú at gera kunngerð, sum fullkomiliga kollveltir skipanina, siga fakfeløgini. Somuleidis er stór mis- nøgd vid, at ætlanin er at tað skal standa í kunngerð- ini, at bara tey koma undir skipanina, sum verður send- ur heim vegna tørvandi rå- vøru. — Tvs, at arbeiðsleys á virkjum við råvørugoymslu koma ikki undir skipanina. — Í nógvum fórum er tað so, at virki kunnu liggja still, hóast tey hava råvøru á goymslu, og vit kunnu undir ongum umstødum góðtaka, at arbeiðsfólk á teimum virkjunum verða slept upp á fjall, soleiðis sum ætlaða kunngerðin leggur upp til, siga fakfel- øgini. — Samanumtikið ger kunngerðin í hóvuðsheitum, at stødan hjá teimum, versnar heilt álvarsliga. — Tað kann neyvan vera endamálið hjá stýrinum at gera umstødurnar hjá ar- beiðsleysum verri og at skerja teirra rættindi, siga fakfeløgini, sum tí vilja koma á tal við stýrið um ætlaðu kunngerðina. Tíu tey vísa á, at hvorki stýrið, ella leiðslan í ALS hava greitt feløgunum frå, hví tað er neyðugt við eini slíkari kunngerð.