mikudagur 28. juli 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
NR. 141 - 28. JULI 1999
Kring knøttin í
1101 samdøgur
Klokkan ellivu månakvøldid tann 26. juli 1999 stevndi
Salka Valka gjøgnum innsiglingina Uti i Stød å Sandi eftir
eina trý ára langa ferð kring knøttin
John Johannessen
Myndir: Jens Kristian Vang
Sandoyingar vóru ikki sort
erpnir, tá teir hómaðu Sølku
Volku við oyggjadótturini,
Duritu Holm, umbord í
havsbrúnni = einaferð um
Mina månakvøldid
1999. Hendan
inga sandoyargentan hevði
verið burtur á spennandi
ferð við lítla skipi sínum í
EK
1 26. juli
hevði = verðið
long. Væntandi var, at Dur
ita fór at Koma til lands eina-
ferð mitt um dagin, men
trupulleikar við motorinum
gjørdu, at hon var eitt sindur
seinkað. Um fimm tíðina
komu boð um, at Durita fór
at vera á Sandi umleið
klokkan tíggju á kvøldi, og
longu áðrenn tíggju var
nógv fólk savnað Úti á Stød.
Eisini vóru tey fleiri, ið
valdu at fara í báti út ímóti
Duritu og vinfólkum henn-
ara umborð á Sølku Volku
Klokkan fór av tíggju, men
eingin á landi sá nakað til
Sølku Vølku í mjørkanum.
Tó savnadust fleiri og fleiri
fólk á havnarlagnum Úti á
Stød, tí tey vistu, at um eina
lotu fór kendasta skipið í
Sandoynni, Salka Valka, at
laga fram úr mjørkatåmin-
Og so var. Um hålvgum
ivu tíðina sóust mastrar
onkustaðni har úti í mjørk-
anum, og góðan hálvan tíma
seinni sigldi skipið inn í
havnina Uti á Stød á Sandi.
Veitslurómur
Tað var rættur veitslutómur,
tå Durita stevndi inn í havn-
ina við báti sínum. Heilsað
varð við fýrverki, neyð-
blussum og heiðursrópum
meðan tann erpni skiparin,
Durita Holm, trygt stevndi
skútu síni at bryggju eftir
drúgva og spennadi ferð á
sløttum havi og brótandi
bylgju kring allan knøttin.
Hesin seinasti parturin av
ævintýrferð Durtu gekk
heldur spakuliga fyri seg.
Motorurin orkaði nevniliga
ikki meira eftir teir mongu
fjórðingarnar, skipið hevdi
siglt seinastu trý árini. Dur-
ita visti, at um hon steðgaði
motorinum áðrenn tey vóru
komin leiðina fram, var
eingin møguleiki fyri at fáa
hann í gongd aftur. Og hetta
var júst tað, ið hendi, beint
sum skipið stevndi inn í
havnina. Sostætt mátti
Salka Valka sleipast at
bryggju. Men hetta hevði
sjálvsagt als onga ávirkan á
Oføra veitslurómin.
Tá skipið var komið at
bryggju var ein øgilig trok-
an, ti øll vildu sleppa at vera
tey fyrstu umbord. Men
fyrstur umborð var tollarin,
og eftir hann var tað ein ov-
urfegin móðir Duritu, Anna
Katrin Jacobsen, ið steig
umborð at ynskja dótturini
vælkomnari heim. Og fyrstu
orðini, móðurin fekk frá
rørdu dóttir sínari vóru: — Tú
ert tann vakrasta mamman í
allari verðini. Móðurin var
fegin, tí hesum skuldi dótt-
urin havt skil fyri, eftir at
hava sæð meginpartin av
klótuni gjønum trý ár.
Sammett
við Columbus
Nógv vóru tey, ið ynsktu at
heiðra oyggjafelaganum, ið
nú var afturkomin úr útlegd,
og tí kundi Durita ikki geva
sær góðar stundir at tosað
við oll, men tey flestu fingu
tó eitt klemm og nøkur góð
orð við á vegnum, áðrenn
Durita varð drigin yvir móti
flakavirkinum, har tingmað-
urin, Páll á Reynatúgvu
ynskti at heiðra henni við
einari rødu.
Røda Páls var merkt av, at
hann var errin av at vera úr
somu oyggj sum Durita,
eingin ivi um tað. Hann
sammetti hana við mætar
sjógarpar sum Columbus
og Vasco Da Gama, og eis-
ini varð rúmdarmaðurin
Neil Armstrong nevndur.
At sandoyingar høvdu iv-
ast í, at tað fór at eydnast
Duritu at sigla kring knøttin
við Sølku Vølku duldu Páll
á Reynatúgvu ikki fyri.
Hann segði, at hjá onkrum
hevði ivin verið so mikið
stórur, at tey ivadust i, um
hon yvirhøvur fór at koma
til Skotlands. Men ferðin
Salka Valka liggur nú trygt við bryggjuna Úti á Stød á Sandi
eydnaðist, og tað eru allir
sandoyingar og føroyingar
annars nú errnir av.
Eftir røduna hjá Páll á
Reynatúgvu, handaði Fríði
Nolsøe, frá ungmannafel-
agnum Virkinum á Sandi,
Duritu eina gávu, og sjálv-
sagt var gávan oll bindini av
Føroya siglingarsøgu.
Bert gjørt
nakað annað
Tann smædna Durita Holm
var bilsin av stórfingnu mót-
tøkuni, hon fekk á Sandi.
Hon greiddi frá, at hon var
biðin um at sigla inn á
Havnina, tí har ætlaðu tey at
halda móttøku til heiðurs
fyri henni. Men hetta vildi
hon ikki. Hon skuldi ikki
hava nakra móttøku, og har-
afturat var hon farin avstað
av Sandi, og tí skuldi hon
eisini koma á Sand á fyrsta
túrinum heim aftur til Før-
oya.
— Tað er gott at vera kom-
in heim aftur, men eg skilji
ikki rættuliga, at tað verður
gjørt so nógv hóvasták burt-
urúr mær. Eg havi bert gjørt
nakað annað enn øll hini
ungu. Tað er jú vanligt at
fara út í heim, um ikki júst á
sama hátt, segði ein bilsin,
men ovurfegin Durita
Holm.
Í brúsu í Djúpadali
Eftir alt hóvastákið Úti á
Stóð, vóru studir til eina lítla
hugnaløtu umborð á Sølku
Vølku, áðrenn leiðin gekk í
Djúpadal at vaska sær og eta
skerpikjøt. Sjampanju-
propparnir kundu nu rúka, ti
nú var ferðin komin at enda
ella var hon? — Durita sigur
í hvussu so er, at hon ætlar
sær aftur á eina ferð kring
heimin, tá hon er vorðin
pensjónist. Men tá verður
tað við einum luksusskipi.
Neyðugt var at sleipa Sølku Vølku seinasta teinin
í havnarhylinum, tí tá steðgaði motorurin upp