mikudagur 28. juli 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 141 - 28. JULI 1999
tíðindablaðið
13
Nú var endiliga høvt at njóta
eitt glas av sjampanju eftir
eina drúgva ferð yvir um ha
Ein mikið fjølbroytt ferð
Fyri Duritu Hom hevur ferðin kring knøttin verið ein fjølbrott ferð. Til tíðir ein
strævin ferð, og til tíðir ein ógvuliga rólig ferð
JOHN JOHANNESSEN
Tá Durita stevndi út av
Sandi við Sølku Vølku tann
21. juli 1996 hevði hon
longu sett sær sum mál at
sigla jørðina runt. Talan
skuldi ikki bert vera um ein
túr út í heimin, til hon ikki
tímdi meira og leiðin gekk
heim aftur. Nei, Durita og
Salka Valka skuldu klára at
sigla kring knøttin.
Fyri Duritu hevur talan
verið um eina ógvuliga
spennandi ferð, og hon hev-
ur upplivað nógv. Viðhvort
hevur ferðin verðið strævin,
men so hava sanniliga eisini
verið løtur, har ferðin hevur
verið ógvuliga rólig
Nú, trý ár eftir at ferðin
byrjaði, er Durita aftur
heima á Sandoynni, og ætl-
an hennara um at sigla kring
knøttin er fullførd. Hetta er
Durita ovurfegin um.
Glett seg nógv
Eg havi glett meg ógvu-
liga nógv ta seinasta hálva
árið til hesa løtuna. Tí kenn-
ist tað væl at standa her í
kvold. Seinasta hálva árið
hevur eisini verið ógvuliga
nógv sigling, næstan bara
sigling, og tí er tað gott, at
ferðin nú er komin at enda,
sigur Durita Holm.
Spurd, um hon allatíðina
var vís í, at hon fór at klára
allan túrin kring knøttin,
Durtia, at sjálvandi
var hon vís í hesum, og
heldur hon, at um hon ikki
allatíðina var vís í, at hon fór
SVara
ut klára túrin, heyði tað kan
ska ikki gingist so væl.
Stuttir teinar
— Ferðin hevur verið soleið-
is skipað, at eg havi siglt
stuttar teinar, ið eru saman-
settir til ein heilt langan tein.
Tað hevði til dómis verið
nógv verri at siglt til Grøn-
lands. Tí tá skalt tú sigla so
langt. Mínir túrar hava
næstan altíð verið av stytstu
teinum frá landi til lands.
Spurd, um hon veit
hvussu nógvar fjórðingar
hon tilsamans hevur siglt,
svarar Durita, at tað veit hon
ikki rættuliga. Men hon sig
ur, at hetta kann hon kanna,
so hon fær svara spurning
inum seinni. Tó er hon vís í,
at fjórðingarnir eru mangir í
tali.
Í Suez fyri tveimum
mánaðum síðan
Durita greiðir frá, at fyri
tveimum mánaðum
var hon í Suez veitini, og
síðan tá hevur hon siglt
næstan alla tíðina. Tað hava
bert verið fýra steðgir á
vegnum. Steðgað varð á Gi-
braltar og á Malta í Miðjarð-
arhavinum, og síðani varð
eisini steðgað í Skotlandi og
í Noregi, áðrenn leiðin gekk
heim til Føroya
Í Skotlandi varð motorur
síðani
Tú ert tann vakrasta
heiminum! Hetta
rð Duritu, tá
mamman í
voru fyrsti
in umvældur. Fyri hetta
skuldi Durita einki gjalda,
men fekk hon í staðin eina
átta ára gamla whiskey-
fløsku frå smidinum. So
smiðurin hevur óiva verið
glaður fyri at sleppa at um-
væla ein bát væl á leið á ferð
kring knøttin.
Barn kann ein
fáa allastaðni
Duritu hava mangar hend-
ingar verið fyri á ferðini.
Millum annað hevur hon átt
eitt barn meðan hon hevur
verið burtur. Hon sigur, at
sjálvsagt var hetta ein av
stórstu hendingunum í lívi
hennara, men hon skundar
sær at vísa á, at tað ikki er
neyðugt at fara siglingarferð
kring knøttin fyri at fáa eitt
barn. Barn kann ein eisni fáa
í Føroyum, sigur hon og vís-
ir á, at henni hava mangar
aðrar stórhendingar verið
fyri, ið hava beinleiðis við
siglingina at gera. Millum
annað nevnir hon, at
hevur svomið saman
stórum hvalum, ið vóru
nógv stórri enn Salka Valka
Tey kavaðu og hugdu
hvussu hvalimir spældu
hon
við
sær, uttan at
teimum nakað
Durita nevnir eisini, at ein
av stóru hendingunum var,
tá hon rendi á land. Eisini
hevur hon verið noydd at
senda út neyðarkall. Men
hon dugir ikki at siga, hvor
av hendingunum var tann
størsta, tí tær vóru so ymisk-
ar. Tó heldur hon seg aldri
hava verið í beinleiðis
vanda á ferðini.
teir gjørdu
Vinir fyri lívið
Á ferð síni hevur Durita
møtt eini ørgrynnu av fólki
Nógv eru tey, ið hava siglt
styttri teinar saman við
henni umborð á Sølku Vel
ku, og nógv eru tey, ið hon
hevur møtt í teimum ymsiku
havnunum. Flestu av hesum
fólkum fer
fyri lívið, og nevnir hon ser
stakliga tey, ið rekast á hav
inum í bátum, ið eru nógv
minni enn Salka Valka. Hes
um hevur hon stóra virðing
fyri
Eg fari at royna at halda
sambandið við líka við hesi
spennandi fólk gjøgnum int
ernetið, Durita. Hon
ætlar sær aftur ein túr kring
knøttin tá hon er vorðin
pensjónist, men tá skal tað
vera við einum luksusbáti
hon at minnast
sigur