mikudagur 12. januar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 12. januar 2005
27
Um vikuskiftið var
árliga Com-Data
kappingin hjá Mjøln-
ir leikt, og tá gjørdist
greitt, at kvinnurnar
hjá TB og menninir
hjá SÍ aftur í ár hava
spælt seg í steypa-
finaluna
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú er greitt, hvørji lið
skulu hittast í steypafinal-
unum í flogbólti, sum verða
leiktar í ítróttarhøllini á
Hálsi
leygardagin
12.
februar. Fyrr í heyst gjørd-
ist greitt, at bæði kvinnur-
nar og menninir hjá Mjølnir
vóru annar parturin í
finalunum báðum. Hetta
var staðfest, tá ið hesi bæði
lið vunnu árligu FK-kapp-
ingina, sum Fleyr skipar
fyri í Havn.
TB skal verja borg
Um vikuskiftið var so
kappast í Klaksvík, og
sunnudagin vóru finalurnar
á skránni. Í meistara-
deildini
hjá
kvinnum
spældu vertirnir úr Mjølnir
seg í finaluna, har mót-
støðuliðið var TB. Hetta eru
eisini tey bæði fremstu lið-
ini í landskappingini, og av
tí at Mjølnir longu hevði
tryggjað sær annan sessin í
steypafinaluni, var longu
undan finaluni í Klaksvík
sunnudagin greitt, at TB
átti hin sessin.
Tað vóru gestirnir av
Tvøroyri, sum fóru avstað
við sigrinum í Klaksvík
sunnudagin, tá ið tær vunnu
finaluna 3-1 í settum.
Settúrslitini vóru 11-25,
25-20, 25-23 og 25-9 til
TB, sum sostatt kanska
kann sigast at hava sálar-
ligu
yvirvágina
undan
steypafinaluni
í
næsta
mánað.
TB var eisini annað liðið
í finaluni í fjør, tá ið mót-
støðuliðið var Dráttur úr
Sandavági. Tá vunnu tvørá-
kvinnur steypið, og í ár
skulu tær so verja borg
móti føroyameistarunum úr
Mjølnir.
Nýggjur vinnari hjá
monnunum
Undan steypafinaluni hjá
monnum er í hvussu so er
greitt, at vit í ár fáa ein
nýggjan steypavinnara. Í
fjør vóru tað fuglfirðingar,
sum fóru avstað við steyp-
inum, men teir verða ikki
annar parturin í finaluni í
ár.
Tað var tó annars nær
við, at ÍF, sum ikki tykist
hava somu styrki í ár sum í
fjør, eitt sindur óvæntað
spældi seg í finaluna í ár, tí
teir megnaðu at spæla seg í
finaluna í Klaksvík sunnu-
dagin, har teir tó noyddust
at lúta fyri sørvingum, sum
vunnu 3-0. Settúrslitini
vóru 25-12, 25-22 og 25-
15.
SÍ var eisini í steypa-
finaluni í fjør, men tá taptu
teir ein spennandi dyst móti
fuglfirðingum
í
einari
fullsettari høll á Hálsi.
Í ár verður mótstøðuliðið
hjá SÍ í finaluni so Mjølnir,
men tað ger neyvan upp-
gávuna lættari, tí Mjølnir
eru verjandi føroyameistar-
ar og eisini eitt av odda-
liðunum í landskappingini
saman við sørvingum.
Benny hevur
ikki ábyrgdina
Andrew av Fløtum
og liðfelagarnir í
Fremad Amager fara
í dag undir aftur
venjingarnar, men
høvuðsvenjarin er
ikki førur fyri at
standa fyri, tí hann
liggur á sjúkrahúsi í
Onglandi
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í dag fara Andrew av
Fløtum og liðfelagarnir
hjá honum í Fremad Am-
ager undir fyrireiking-
arnar til fótbóltsvárið og
summarið. Talan er um
spennandi tíðarskeið, sum
teir í Sundby fara at fyri-
reika seg til. Fyrsta roynd-
in verður sunnudagin 6.
mars í steypakappingini.
Tá skal Fremad Amager
spæla móti FCK. Hóast
Fremad Amager eigur
rættin til heimavøll, so
verður uppgerðin í Park-
ini, sum er heimavøllurin
hjá FCK. Sundby vøllurin
verður ikki roknaður at
vera tøkur 6. mars, og har
verður heldur ikki roknað
við, at tað fer at verða
pláss fyri øllum áskoðar-
unum.
Umframt
spennandi
avbjóðingina í fjórðings-
finaluni í steypakapping-
ini, so er Fremad Amager
hampuliga væl fyri í
landskappingini í næst-
bestu deildini. Teir eru á
sjeynda plássinum, og í
fyrsta umfarinum eftir
vetrarsteðgin skulu teir
sunnudagin
20.
mars
spæla á heimavølli móti
AC Horsens, sum í løtuni
er oddalið.
Benny
hjartatrupulleikar
Venjari hjá Andrew av
Fløtum, sum nú er einsa-
mallur føroyingur eftir í
Fremad
Amager,
er
Benny Johansen. Tað hev-
ur hann verið síðani síðsta
summar.
Men
Benny
Johansen er ikki førur fyri
at hava ábyrgdina av venj-
ingini í dag, og hann verð-
ur neyvan at síggja í
Sundby næstu dagarnar.
Nær hann aftur verður
førur fyri at hava ábyrgd-
ina av venjingunum er
ivasamt. Í staðin verður
tað hjálparvenjarin, Peter
F. Hansen, sum fer at
standa fyri venjingini.
Orsøkin, til at Benny
Johansen, sum annars
verður roknaður at vera
sera samvitskufullur venj-
ari, ikki er førur fyri at
røkja arbeiðið hjá sær, er,
at hann í síðstu viku varð
lagdur undir skurð. DBU
skipaði fyri venjaraskeiði
í Onglandi, og tá var tað,
at Benny Johansen gjørd-
ist illa til passar og varð
innlagdur. Tað vísti seg, at
hjartað ikki riggaði, sum
tað skuldi. Læknarnir
bóru skjótt at og syrgdu
við bypass viðgerð fyri, at
hjartað nú aftur riggar,
sum tað eigur at gera. Í
donskum bløðum verður
upplýst, at Fremad Amag-
er venjarin verður fluttur
til Danmarkar í hesi vik-
uni, men Andrew av Fløt-
um og hinir í felagnum
fara neyvan at hitta hann í
Sundby nú beinanvegin.
TB og SÍ spælt seg í steypafinaluna
Kvinnurnar hjá TB vunnu Com-Data kappingina í Klaksvík um vikuskiftið og tryggjaðu sær harvið sess í steypafinaluni 12.
februar.
Við at vinna kappingina í Klaksvík um
vikuskiftið tryggjaðu menninir hjá SÍ sær
aftur í ár pláss í steypafinaluni í flogbólti.