Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 7 - 12. januar 2005 Púra opið Lutakastið til hálvfin- alurnar hjá kvinnun- um í Coca-Cola kapp- ingini lagaði seg so, at finalistarnir frá í fjør, Stjørnan og VB hitt- ast í aðrari, meðan Søljan og Neistin hittast í hinari COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fleiri vilja verða við, at steypakappingin hjá kvinn- um finnur sín vinnara longu í hálvfinaluni, eftir at tað gjørdist greitt, at favor- ittarnir báðir, Stjørnan og VB, hittast her. Men hin- vegin verður mangan tikið til, at tað er júst í steypa- kappingunum, at rúmd er fyri onkrum óvæntaðum úrsliti. Jøvn lið Í kvøld verður fyrra hálv- finalan millum Søljuna og Neistan leikt á Giljanesi. Hesi bæði liðini tykjast rættuliga jøvn, og í lands- kappingini stríðast júst hesi bæði lið um bronsuplássið. Um vit skulu meta um lið- ini bæði í mun til hvønn- annan, so kann sigast, at Neistin kanska hevur eitt lítið sindur størri breidd í hópinum, meðan Søljan í Nicoletu Radu Hansen kanska hevur størsta ein- staka profilin í Sunset- kappingini. Ein annar týðandi leikari hjá vágakvinnum er Lina Andriylyte, sum áður hevur leikt við Neistanum, og tí kennir mótstøðuliðið sera væl. Vágskvinnur vilja hevna ósigurin Fyrra hálvfinalan millum VB og Stjørnuna verður ikki leikt fyrr enn í annað- kvøld í Vági. Her er talan um ein dyst millum tey bæði mest vinnandi feløg- ini í føroyskum kvinnu- hondbólti seinnu árini, júst hesi bæði lið hittust eisini í steypafinaluni í fjør. Tá endaði Stjørnan omaná eftir ein sera spennandi og javnan dyst, har teir mongu trúfastu áskoðararnir hjá feløgunum báðum sótu sum á nálum. Higartil í hesum kapp- ingárinum er tað Stjørnan, ið hevur verið omaná, og greipuvinnararnir frá í fjør tykjast sera sterkir í ár, men hinvegin so eru vágskvinn- ur óivað sera uppsettar upp á at hevna ósigurin frá steypafinaluni í fjør. Dystin á Giljanesi mill- um Søljuna og Neistan skulu brøðurnir Hannis og Uni Wardum døma, meðan dystin í Vági taka teir báðir Brandur Johansen og Heri Petersen sær av. Fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola kapping- ini hjá monnum verða leiktar í kvøld, og á Hálsi verður klassikarin millum Kyndil og VÍF á skránni. Í Hoyvík hittast H71 og StÍF COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt er upp til tveir spenn- andi dystir, tá ið fyrru hálv- finalurnar í Coca-Cola kappingini hjá monnum verða á skránni í kvøld. Báðir dystirnir verða í høv- uðssstaðnum, annar á Hálsi og hin í Hoyvíkshøllini. Skerdir kyndlamenn Í ítróttarhøllini á Hálsi hittast arvafíggindarnir báðir, Kyndil og VÍF, í tí, sum fleiri rópa ta moralsku finaluna. Kyndil og VÍF hava verið tey bæði stinn- astu liðini í landskapping- ini higartil í ár, og tað er neyvan ov nógv sagt, at júst hesi bæði lið hava leikliga verið eitt vet oman fyri hini liðini. Í landskappingini hava liðini higartil í ár spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og báðu ferðirnar hava før- oyameistararnir úr Kyndli verið við yvirlutan. Men tað kann gott verða, at vest- menningar eru favorittar í kvøld, tí Kyndil noyðist at verða tveir týðandi leikarar fyriuttan til dystin í kvøld. Sterki strikuspælarin hjá havnarliðnum, Janus Einar Sørensen, er leikbannaður í kvøld, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort í dyst- inum móti strandingum á Skála sunnudagin. Harum- framt er landsliðsleikarin Høgni Klein heldur ikki tøkur, tí at hann meiddi sær annan fótin illa í sama dysti. Vestmenningar hinvegin tykist fullmannaðir til dyst- in við undantaki av Daniel Rapa, sum framvegis ikki er førur fyri at spæla. Sjálvsálitið hjá VÍF eigur eisini at verða í lagi, eftir at teir sunnudagin við einum sigri á H71 løgdu seg einsa- mallar á odda í Atlantic Airways kappingini. Endurtøka av finaluni í fjør Í hinari hálvfinaluni hittast H71 og StÍF í Hoyvík. Her er talan um eina endurtøku av finaluni í fjør, sum strandingar vunnu trygt. Tað er tó einki, sum bendir á, at talan í kvøld verður um ein lættan sigur til strandingar, tí hoyvíkingar hava í ár óivað eitt tað sterkasta liðið, ið teir hava havt í nógv ár. StÍF hevði eina trupla byrjan upp á kappingarárið í ár, men tað tykist sum um, at strandingar eru við at fóta sær, og ikki minst sig- urin á Kyndli sunnudagin kundi bent á tað. H71 og StÍF hava dystast tvær ferðir áður í ár, og liðini hava vunnið hvør sín dyst. Tá ið liðini hittust á Skála, vunnu hoyvíkingar málríka dystin 38-32, með- an tað í Hoyvík eydnaðist strandingum at vinna 33- 25! Tað verða teir báðir Kristjan Johansen og Sámal Hansen, sum døma dystin í Hoyvík, meðan Kári og Dánjal Hansen døma dyst- inum millum Kyndil og VÍF á Hálsi. Klassikari í Havn Talan verður óivað um ein tættan og spennandi dyst, tá ið tey bæði fremstu kvinnuliðini í Føroyum, VB og Stjørnan, í annaðkvøld fara at dystast í høllini í Vági. Hvørki Daniel Rapa hjá VÍF, v.m ella Janus Einar Sørensen hjá Kyndli h.m. verða við, tá ið Kyndil og VÍF bresta saman á Hálsi í kvøld í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola kappingini.