mikudagur 12. januar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 • mikudagur • 12. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Claus á
veg til
Newcastle
Lutakastið til fjórða
umfarið í stóru
eingilsku steypa-
kappingini kundi
havt verið hepnari
fyri felagið hjá før-
oyska landsliðsspæl-
aranum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Claus Bech Jørgensen og
Coventry
kundu
havt
fingið betri fyritreytir at
spæla seg millum sekstan
tey síðstu í FA Cup, enn
tað sum gjørdist veru-
leiki, tá ið luturin varð
kastaður á middegi mána-
dagin.
Coventry og Claus Bech
Jørgensen skulu spæla á
útivølli
ímóti
Alan
Shearer og hinum stjørn-
unum í Newcastle. Liðið í
Norðuronglandi,
sum
eigur ikki so fá viðhalds-
fólk í Føroyum, hevur
ikki havt viðrák í hesum
kappingarárinum, og tað
sæst aftur á støðutalvuni.
Men tað er kortini eingin
ivi um, at tað verður ein
sensatión av teimum heilt
stóru, um tað fer at
eydnast Coventry at basa
Newcastle í steypakapp-
ingini.
Fjórða umfarið í FA Cup
verður vikuskiftið 29. og
30. januar. Sekstan dystir
eru á skránni, og millum
áhugaverdu uppgerðirnar
eru hesar: Exeter City/-
Manchester
United-
Middlesbrough, Chelsea-
Birmingham,
Arsenal-
Wolverhampton, Evert-
on-Sunderland
og
so
Newcastle-Coventry.
Í Exeter hava teir ordu-
liga skotið papageykin,
nú tað í triðja umfarinum
eydnaðist
teimum
at
røkka málleysum javn-
leiki á Old Trafford. BBC
fer at sjónvarpa beinleiðis
frá umdystinum í Exeter,
og tað ber so mikið stórar
inntøkur við sær fyri lítla
felagið, at teir sleppa
undan allari skuldini, sum
teir hava drigist við, og
sum hevur hótt felagið í
fimtu bestu deildini við
húsagangi. Talan er um
tíggju milliónir krónur.
Inntøkurnar frá BBC og
frá lýsarum hava við sær,
at tað í einum taki fer at
bera til at rinda alla hesa
stóru skuldina.
Kristoffur og Eyðun í Chelsea
Umframt unga klaks-
víkingin eru átta aðr-
ir U-16 spælarar í hesi
vikuni í London og
royna eydnuna í stór-
felagnum, sum hevur
sett sær fyri sjálvt at
framala framtíðar
stjørnuspælararnar
Á VITJAN Í
STÓRFELAG
Jóannes Hansen
Í kvøld fara Chelsea og
Manchester United at spæla
á Stamford Bridge, sum er
heimavøllurin hjá Chelsea.
Talan er ikki um ein av
størstu dystunum. Hetta er
hvørki landskapping ella FA
Cup. Talan er um Liga cup
kappingina. Men við før-
oyskum eygum er tað ser-
liga við hesum, at millum
áskoðararnar vera KÍ álops-
unglingin Kristoffur Jacob-
sen og Eyðun Klakstein,
sum - umframt at vera blað-
maður á Sosialinum - bæði
spælir í 1. deild og venur
smádreingirnar hjá KÍ.
Teir báðir eru hesa vikuna
í London, tí Chelsea hevur
bjóðað Kristoffuri Jacobsen
at royndarvenja og at hava
ein í ferðalagi við sær. Rom-
an Abramovich rindar fyri
ferðina og uppihaldið! Ferð-
in er komin í lag, eftir at
enskur ungdómsvenjari í
summar vitjaði í Klaksvík.
Tað kemur av og á fyri, at
føroyskir unglingar eru utt-
anfyri landoddarnar og
royndarvenja.
Sjáldan
spyrst nakað burturúr, og
tað verður ofta farið stillis-
liga við hesum, og tað er
ivaleyst skilagott.
Men tá ið nú Sosialurin er
umboðaður í Chelsea, og tá
ið talan ivaleyst er um vitjan
í mest umrødda og ríkasta
felagnum í heiminum, so er
tað upplagt, at tað umvegis
telefonina fæst at vita,
hvussu tað gongst í London,
har tað mánakvøldið regnaði
so mikið illa, at dysturin
millum eykaliðini hjá Chel-
sea og Fulham varð útsettur,
og har seinna venjingin hjá
ungu monnunum var í inn-
andura høll, har undirlagið
er av sama slagi sum graslík-
ini, ið tey seinastu árini eru
løgd á fleiri vallir í Føroyum.
Spennandi uppliving
Eyðun Klakstein greiðir
frá, at í hesi vikuni eru tað
níggju dreingir í Kristoff-
ursa árgangi - hann verður
16 seinni í ár - sum eru
komnir úr útlandinum og til
Chelsea at venja. Fýra eru
úr Írlandi, ein úr Fraklandi,
ein úr AGF í Århus, ein úr
Australia og ein úr Finn-
landi.
– Teir flestu síggja hetta
fyrst og fremst sum stórt
upplivilsi. Mamma austr-
alska dreingin er við honu-
m, og hon helt fyri, at hetta
var eyka bonus hjá sonin-
um, sum er góður spælari
heima í Australia. Hann
hevur verið í Leeds og
royndarvant, og nú fekk
hann møguleikan í Chelsea.
Finski drongurin hevur ver-
ið her áður, og nú hava teir
aftur sent boð eftir honum.
Tað kundi bent á, at teir
síggja okkurt í honum. Men
tað er langur vegur, og nál-
areygað er so mikið lítið, at
tað næstan ikki kann rokn-
ast við, at tað ber til at koma
ígjøgnum tað. Vit koma til
hús leygardagin, og næsta
mánadag fáa aftur nógvir
ungir dreingir aðra staðni
frá møguleikan at vísa, hvør
dugur er í teimum, og tað
eru eisini nógvir eingilskir
dreingir, sum pressa fyri at
sleppa upp í part.
Eyðun Klakstein greiðir
frá, at Chelsea rættuliga er
farið undir at endurreisa
fótbóltsskúlan, ið ikki hev-
ur verið á sama støði, sum
hann hevur verið í fleiri
øðrum feløgum.
– Fyribils hava teir fyri
tað mesta keypt seg til
oddasessin í Onglandi, men
málið er á akademinum,
sum teir kalla skúlan, at út-
búgva spælarar. Fleiri venj-
arar eru um spælararnar, og
fleiri eygleiða. Í dag kl.
14.45 verður innanhýsis
dystur, og tá fáa Kristoffur
og hinir møguleikan at vísa,
hvør dugur er í teimum. Teir
vandu tvær ferðir mána-
dagin og aftur fyrrapartin í
dag, segði Eyðun Klakstein
úr London týsdagin.
Stjørnurnar í nánd
Koyritúrurin av Stamford
Bridge, har dysturin í gjár-
kvøldið skuldi spælast, og
út til Cobham í Surrey, har
venjingin gongur fyri seg,
verður mettur til ein tíma.
Stóru stjørnirnar sum eitt
nú
íslendingurin
Eidur
Gudjohnssen, ið telist mill-
um vetaranarnar í felagn-
um, og teir ungu og harvið
eisini Kristoffur Jacobsen,
venja í sama øki.
– Tað er strangt vaktar-
hald. José Murinho, Chelsea
venjarin, vil ikki hava
nakran í nánd av venjingini
hjá besta liðnum. Men
stjørnurnar og teir ungu eta
undir sama taki, og har
hevði Krisoffur mánadagin
sæð mega stjørnurnar. Fel-
agið tekur sær framúr væl
av okkum. Vit búgva væl,
og felagið syrgir fyri, at vit
saman við øllum hinum vitj-
andi í bussu ferðast millum
gistingarhúsið og venjingar-
øki. Ferðin er ikki meiri enn
fimm minuttir. Hjá mær er
tað hugaligt at fylgja við í
venjingunum. Eg kenni meg
fáa íblástur og staðfesti, at
tað gongur fyri seg við
nógvari ferð. Kristoffur er
ikki dottin niður ímillum,
men vit billa okkum ikki
inn, at sáttmáli fer at spyrj-
ast burturúr. Vit taka hetta
sum eina uppliving. Henda
verður ikki minni av, at vit í
dag, týsdagin, verða vístir
runt á Stamford Bridge, har
vit í annaðkvøld skulu
síggja dystin millum Chel-
sea og Manchester United,
sigur Eyðun Klakstein.
Leygardagin koma teir
báðir aftur til Føroya. Tá
fara teir báðir aftur at venja
við KÍ, og tað er ikki
óhugsandi, at teir fara at
stríðast um framrættað
pláss á besta liðnum hjá
klaksvíkingum!
Dystaryvirlit:
Coca Cola kappingin
Kvinnur:
Dómarar:
Stað:
12.01.05
Søljan - Neistin
Hannis og Uni Wardum
Giljanes
13.01.05
VB - Stjørnan
Brandur Johansen/Heri Petersen
Vágur
Menn:
12.01.05
Kyndil - VÍF
Dánjal og Kári Hansen
Hálsi
12.01.05
H71 - StÍF
Sámal Hansen/Kristjan Johansen
Hoyvík
Teir báðir KÍ'arnir Kristoffur Jacobsen v.m. og Eyðun Klakstein h.m. avmyndaðir í bíðirøðini á flogvøllinum í Vágum ávegis til
enska stórfelagið Chelsea, har Kristoffur í hesum døgum royndarvenur, meðan Eyðun fylgir við venjingini hjá ungdómsliðunum
hjá Chelsea.
Mynd: Jan Müller