mikudagur 12. januar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 7 - 12. januar 2005
Eingin grund er til panikk,
hóast euro-kursurin fellir
GJALDOYRA
Rolf Guttesen
Føroyska vinnulívið følir
eisini at amerikanski doll-
arin skiftir virði í mun til
euro, tí krónan er bundin at
euro. Mánadagin noteraði
Europeiski CentralBankin
ECB, at nú fekst 1,31 dollar
fyri euro. Seinast í farna ári
gav ein euro nakað meir,
ella 1,36 dollars.
Á TV-støðini CNBC hev-
ur amerikanski fíggjar-
málaráðharrin John Snow
boðað frá, at stjórnin har
vesturi roynir at minka um
hallið á gjaldsjavnvágini,
fyri á tann hátt at styrkja
dollaran.Fríggjadagin
í
seinastu viku var annars ivi
um hvønn vegin dollarin
mundi fara at ganga, sum
eisini sæst á strikumyndini.
Dollarin "ivaðist" eina løtu,
tí beint tá hevði ameri-
kanska hagstovan kunn-
gjørt tøl nýggj tøl. Hesi
vístu, at tað ikki vóru kom-
in so nógv arbeiðspláss
aftrat í USA, sum væntað
ella vónað var. Teir høvdu
væntað eini 175.000 ar-
beiðspláss aftrat, men har
komu næstan 20.000 færri.
Skuldi tað takast sum at
vøksturin í búskapinum var
um at steðga upp? Ja, so
lítið kann fáa ávirkan á
valutakursin.
USA-rentan er
avgerandi
Uppá nakað longri sikt er
tað kanska heldur rentan í
USA, sum ávirkar gongd-
ina í dollar-kursinum. Hes-
um
viðvíkjandi
sigur
danska
vinnulívsblaðið
Børsen 7. januar, at tann
bólkurin hjá Amerikanska
CentralBankanum,
sum
kallast FOMC, stúrir fyri,
at inflatiónin í landinum er
ein hóttan móti búskapar-
ligum vøkstri. Tá FOMC
sigur so, vænta spekulantar
beinanvegin, at ein rentu-
hækkan er konandi í næst-
um, sum skal mótvirka in-
flatión..
Og hægri renta í USA ger
tað meiri lokkandi at eiga
dollars, og tí fer kursurin á
dollars í løtuni skjótt upp-
eftir. Soleiðis sum vit hava
valt av avmynda gongdina í
myndini, so bendir hetta
kurvuna niðureftir. So fyri-
bils er profetið, um at doll-
arin mundi fara at krasja,
sum umrøtt var í hesum
teigi í seinastu viku, útsett
fyribils.
Fyrimunir við sterkari
dollar
Ein sterkari dollar skuldi
givið euro- og krónulond-
um fyrimunir at útflyta til
USA, og kanska harvið eitt
trýst á spidaran, so búskap-
arligi vøksturin í Europa
kundi fingið størri ferð. Tað
kann ikki skaða føroyska
búskapin, sjálvt um hesin
gongur eftir serligum regl-
um ella ongum reglum
kanska. "Small is dange-
rous", sum ein høvundur
skrivaði
einaferð,
og
kanska er tað nakað í hes-
um eisini, sjálvt um tað ikki
ljóðar gott.
Aðrar metingar av
gongdini
Dagblaðið
Politiken
úr
København hevur eina ana-
lysu av støðuni, har J.F.
Kirkegaard, sum arbeiðir í
Washington DC á Institute
for International Econo-
mics. Han sigur, at hallið á
amerikanska gjaldsjavnan-
um krevur at USA hvønn
gerðandisdag skal draga
2,5 mia. dollars av út-
lendskum kapitali til sín
fyri at fíggja hetta hall.
Soleiðis kann USA drena
ein stóran part, 60-65 %, av
tí kapitali sum annars kundi
farið til íløgur áðrastaðni,
um dollarin skal halda sítt
virði. Men seinastu 3 árini
er hann so eisini fallin við
umleið 35%. Hetta falið
kann sigast at fíggja ein
part av nevnda halli á
gjaldsjavnanum. Sambært
Kirkegaard kann dollarin
komandi 2-3 árini falla enn
meir, so dollarin fæst fyri 4
til 4,50 danskar krónur (í
dag kostar hann 5,68 kr).
So, kanska er tann seinasta
styrking av dollara bert ein
ein lítil afturundirgerð,
áðrenn fallið heldur fram.
Vit fáa at síggja.
tú at tað er neyðugt at sam-
ansjóða oynna á øðrum
økjum eisini?
– Eg haldi ikki at tað er
heppið við teirri spjaðing,
sum er. Hinvegin haldi eg at
ein samansjóðað Suðuroy
hevði staðið nógv sterkari
úteftir og tað hava vit brúk
fyri.
– Eru vit í tveimum, tosa
vit ikki við einari rødd og
tað er eitt afturstig fyri
Suðuroynna. Í syðru helvt
tosað tey útfrá tí, sum tænir
Vági best og í norðarðu
helvt verður tosað útfrá
tí,sum tænir Tvøroyri best
og tað er ein stórur vansi.
Søren Lünell Bruhn vísir
til, hvussu sterk summi øki
norðanfyri eru afturímóti
Suðuroynni. Eitt nú heldur
hann, at Norðoyggjar áttu
at verið ein fyrimynd hjá
suðuroyingum og eittdømi
um, hvussu nógv meiri fæst
á skafti, tá ið øll lyfta í
felag heldur enn tá ið vit
draga hvør sína línu.
Skuldi øll Suðuroyggin
verið ein kommuna?
– Eg eri ikki politikari og
eg veit, at hetta er eitt
kensluborið evni. Men eg
haldi, at vit eiga at seta
okkum sum mál at gera alla
oynna til eina kommunu, tí
eg eri sannførdur um, at tað
hevði verið ein fyrimunur.
Stjórin
í
Suðuroyar
Sparikassa tekur fult undir
við uppskotinum um, at
fyrsta stigið átti at verið, at
allar kommunurnar í oynni
seta ein bólk av serfrøðing-
um at lýsa fyrimunir og
vansar við samanlegging á
einum fakligum grundar-
lagi.
– Samstundis kundu hes-
ir serfrøðingar stungið út í
kortið, hvussu ein Suðuroy
við einari kommunu kundi
verið skipað og, hvørjir
hentleikar kunnu verða
hvar og hvørjar tænastur
kunnu vera hvar.
– Tað er eitt arbeiðið,
sum kommunurnar kundu
fíggja í felag, tí verður eitt
slíkt arbeiðið gjørt, vita
allir suðuroyingar, hvat vit
tosa um, tá ið vit tosa um
samanlegging og so hava
vit nakað ítøkiligt at við-
gera málið víðari útfrá
Sjálvir ivast hann ikki í,
at úrslitið av eini slíkari
kanning hevði verið talað
fyri, at øll oyggin skal vera
ein kommuna.
Sum dømi nevnir hann
ætlanina er at leggja fleiri
málsøki undir kommunur-
nar at umsita, eitt nú barna-
forsorg.
– Eitt einasta barn við
atferðartrupulleikum kann
kosta upp ímóti einari
millión um árið. Tekur bara
ein slíkur tilburður seg upp
í eini lítlari kommunu,
kann hon enda í fíggjarlig-
um óføri, tí hon hevur ong-
an møguleika at klára eina
slíka útreiðslu.
– Hetta er eitt dømi um,
hvussu neyðugt tað er at
samansjóða oynna. Við eini
samansjóðaðari
oyggj,
hevði tað heldur ikki verið
neyðugt at havt allar hent-
leikar í øllum kommunun-
um, tí so hevði tað ligið
nógv betri fyri at fingið
fulla nyttu av teimum út-
byggingum, sum eru í
teimum ymsu bygdunum.
Hvat heldur tú so um hitt
stóra kjakevnið í Suður-
oynni og tað er ætlanin at
flyta miðnámsskúlan til
Hovs og at byggja røktar-
heim í Vági ístaðin?
– Er ætlanin at gera ein
rættiligan skúladepil í Hovi
við fleiri útbúgvingum,
kann hann skilja tankan, tí
tað kundi drigið útbúna
arbeiðsmegi til oynna. Men
er talan bara um at flyta ein
miðnámsskúla til Hovs,
dugi eg ikki at síggja, at
tað er nakar fyrimunur.
Skal tað verða nakar fyri-
munur, skal miðdepilin
hava eina ávísa stødd við
nógvum útbúgvingum.
– Og tað skal helst ikki
verða so, at tað verður ein
spøkilsisbýlingur,
sum
liggur steindeyður klokkan
trý hvønn dag.
–Tá ið Hovstunnilin er
gjørdur, er Suðuroyggin
altso ikki serliga stór, so
frástøðan ímillum tær ymsu
bygdirnar kann ikki vera
ein trupulleiki. Fyri tað
kunnu ymsir hentleikar
verða ymsastaðni í oynni.
Søren
Lünell
Bruhn
heldur enntá, at øll fótbólts-
feløgini í oynni áttu at slig-
ið seg saman í eitt Oyggj-
arfelag, so at vit høvdu eitt
lið í 1. deild og hetta liðið
skuldi havt sum sítt greiða
mál at verið ímillum tey trý
bestu liðini í Føroyum.
– Yvirhøvur eina vit at
gera, tað, vit kunnu fyri at
samansjóða alla oynna í
eina eind á øllum økjum.
– Eg veit at hetta er eitt
kensluborið evni í Suðuroy,
men tað er neyðugt, at vit
hugsa sum suðuroyingar og
ikki sum tvørafólk ella
vágbingar.
– Suðuroyingar skulu
ikki kappast sínamillum.
Teir skulu standa saman og
venda kappingini ímóti
miðstaðarøkinum,
sigur
Søren Lünell Bruhn.
Framhald av síðu 19