leygardagur 31. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áb rblaðstjóri:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Jan Múller
ÁAmi | Blaðfólk:
Blaðstjóri: | Áki Bertholdsen,
Eirikur Lindenskov = | Turið Kjølbro
Marknaðardeild: Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
|
| ítróttarskrivari:
| Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Ålvur Haraldsen
Utgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Torshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Prent: Dimmalætting
Tom løgmansrøåa | KOrsangur undir Olav-
søkugudstænastuni
Havnarmenn vóru virknir kórsangarar longu í farnu óld, og fyri hundrað árum síðani
blómaði tónleikalívið í hóvuðsstaðnum. Prestar og tingmenn kunnu hava lýtt á korsang í
kirkjuni langt fyri Waagsteinsa tíð
Oddagrein
Landsstýrið hevur nógvar ætlanir. Nógvar
nevndir skulu setast. Og miðjast skal fram im6ti
nógvum politiskum málum. Men hetta hava
tær flestu landsstyrissamgongur sett sær fyri,
og ti var lítið nýtt at hóma í Olavsøkurødu
løgmans.
Tad nyggjasta var kanska, at landsstyrissam-
gongan hevur sætt fyri at broyta nógvar lógir
og gera uppskot um nógvar nýggjar lógir, helst
einar 80 í tali. Nógv uppskot skulu longu leggjas
fram í heyst, men nógv koma ikki fyrr enn til
Várs.
Spurningurin er so bara, um ósiðurin at dyngja
Logtingið undir við lógaruppskotum, tá tíðar-
freistin er um at renna út. Tá er ikki tið at við-
gera uppskotini til fulnar, og spurnarekin kann
tá setast við dygdina á teimum samtyktu lógu-
num.
Tað skerst ikki burtur, at arbeitt verður við
nógvum ætlanum. Nógvar og stórar iløgur
skulu gerast, men framvegis er eingin rað-
festing gjørd. Tað verður sagt, at iløgurnar
skulu raðfestast, men tað er sagt áður. Eisini
undanfarna samgonga millum Sambandsflokk-
in og Fólkaflokkin setti eina rúgvu av ílegum á
pappírið, men ongar raðfestingar vórðu gjørdar.
Logmaður boðaði frá, at ikki minni enn tveir
undirsjóvartunnlar skulu gerast. Kanska ikki
við ein brest, men kortini í innan eitt ávíst
áramál. Hesin kostnaðurin er væl oman fyri
hálva milliard. Harafturat skal Landssjúkrahúsið
umvælast og útbyggjast, eisini fyri einar 500
milliónir, tá avtornar. Afturat hesum koma so
ílegurnar í vaktarskip, nýtt suðuroyarski, nýtt
sandoyarskip, og havnagerð í samband við
tað skipið, nýtt skip til Norðoyggjar, studenta-
skúla, ellis- og røktarheim o.S.fr.
Hesi mál eru bara nevnd upp á hvamsvís, men
í summum forum er spakin longu settur í ella
kjølurin strektur, so tað kann ikki skýrast fyri
annað enn at nærkast ábyrgdarloysi ikki at
gera eina nágreinliga raðfesting og tíðarætlan
í eini 10 til 15 ár.
Oman á allar hesar meiri og minni neyðugu
útbyggingarnar kemur so ætlanin at minka um
ríkisstuðulin yvir eitt ávíst áramál. Munnu ikki
fleiri foroyingar spyrja seg sjálvan: — hvussu
hongur hetta saman?
Víst hevur Karsten Hansen ferð eftir ferð be-
dýra, at skil skal vera í búskaparpolitikkinum,
og at iløgurnar skulu toyggjast. Men hetta er
bara higartil skrásett sum orð og eingin politisk
viðgerð hevur verið.
Hinvegin tykist ganga eftir ætlan við sjálvstýr-
ismálunum, og eftir løgmansrøduni er longu
greitt at fara at samraðast við stjórnarmynd-
ugleikar í heyst. Sagt verður, at uttanlands-
nevndin skal vera uppi í hesum arbeiði. Ein
nýggj stjórnarskipan fyri Føroyar er storsa
polititska mál í mong år, og ti må alt løgtingid
verða við í hesum fyri tjóðina týðandi mál.
Sosialurin
Fyrstu ferð, menn vita um,
at kór hevur sungið á Ting-
húsvøllinum beint undan
tingsetuni, var í 1930 - 900
ár eftir, at Olavur hin Heil-
agi lat lív á Stiklastødum.
Hetta árið gjørdi Jógvan
Waagstein (1879 - 1949)
nógv burtur år tónleikinum
bæði í kirkjuni og undir
Tinghúsinum.
Waagstein var organistur
í Havnar Kirkju frá 1930 til
umleið 1938 og stjórnaði
eisini Havnar Sangfelag í
eini tíggju ár.
Ikki er greitt, nær kór á
fyrsta sinni hevur sungið í
kirkjuni á 6lavsøku, men tað
kann gott hava verið langt
fyri 1930. Hesin siður kundi
fyri tað stavað frá farnu øld.
Havnar Kirkja fekk orgul
longu í 1831 (hetta var fyrsta
orglið í landinum), og gomul
skjól siga frå kóri í Havn í
1868, um nakað sama
mundið, sum Bakar Hansen
kom til Føroya.
I 1890 vard »Thorshavns
Sangforening« sett å stovn,
og blødini vita at siga frå
blómandi konsertlívið og
longum, fjølbroytum kon-
sertum í Havnini um hetta
mundið. At kór kann hava
sungið í kirkjuni á ólavsgku
longu tá í tíðini, er slettis
ikki óhugsandi. Til dømis
verður sagt frá sera fjøl-
broyttari konsert í Havnar
Kirkju ólavsókudag 1877, tá
eitt nú stykki fyri fagott og
orgul vórðu spæld.
Musikelskandi havnarfólk
vóru væl fyri um hetta
mundið, tí ein limur í
Kongaligu Filharmonikaru-
num í Keypmannahavn, sum
var av føroyskari ætt (skyld-
maður William Heinesen's)
plagdi at ferðast í Føroyum
um sumranar og spæla á
konsert. Konsertlívið blóm-
aði í Havnini í seinnu helvt
av farnu øld, men doyði út
um aldarskiftið. Umleið
1902 kom lív aftur í, tá horn-
orkestrini komu.
Fekst altið við kór
Við tað, at lítið og einki er
til skjals um tónleiki á ólav-
søku í farnu øld, kunnu vit
bert gita, hvat ið fyrisfórst.
Sum vera man fæst meira at
vita um okkara egnu old, ti
enn eru kórsangarar á lívi,
um hva sungið í kirkjukóri
hjá Jógvani Waagstein - eitt
nú á Olavsøku.
Stutt fyri ólavsgku 1930
hevdi Dimmalætting sam-
rødu við Jógvan Waagstein,
ið greiddi frá tí tónleiki, ið
kirkjufólkið fór at hoyra
hetta árið - m.a. fór kór at
syngja (eftir samrøduni at
dóma er talan um blandað
kór). Og gamlir sangarar
minnast, at hetta var ikki
seinasta ferðin, ið Waagstein
stjórnaði kirkjukóri á ólav-
søku. Tað var manskórið hjá
Sangfelagnum, sum plagdi
at syngja Olavsøkukantat-
una undir Tinghúsinum -
sangarar frá teirri tíðini siga,
at Waagstein stjórnaði Kan-
tatuni á hverjum ári frá
1930, til hann legði frá sær
sum Kkórleiðari stutt fyri
kríggið - men í kirkjuni var
oftast blandað kór á ólav-
søku.
Sambært dananum Tage
Wind, ið hevur skrivað bók
um Jógvan Waagstein, end-
urstovnaði hann í 1925
Havnar Sangfelag, sum tá
hevði ligið stilt síðan aldar-
skiftið. Havnar Sangfelag
varð annars formliga endur-
stovnað í 1931, í samband
við, at eitt manskór við ko-
sakkum vitjaði í Føroyum.
Thorshavns Sangforening
(1890) umfataði manskór,
blandað kór og kvinnukór.
Men Wagstein kann væl
hava fingist við kór langt
fyri 1925. Tað heldur Eivind
Akrabeg Hansen í Havn,
sum sang í kóri hjá Waag-
stein í eitt langt áramál.
Eivind veit at siga frá, at
Waagstein fekst ofta við kór,
ið vóru samansjóðað til ávís
høvi - eitt nú plagdi hann at
savna fólk saman til kór-
sang, so hvørt sum hann
gjørdi nyggj løg. Og eftir
sum Waagstein skrivaði
mong av sinum løgum kring
aldarskiftið - hann skrivaði
sítt fyrsta lag, >Tíðin renn-
ur< fyri akkurát 100 árum
síðani í 1899 - kann hann
saktans hava stjórnað kirkju-
kóri tíðliga í hesi øldini.
Harmoniserað
Kingoløg
Hvat hevdi kirkjukórið hjá
Waagstein á skránni á ólav-
søku? Gamlir sangarar
minnast, at til 6lavsøkuguds-
tænastuna sungu tey millum
annað tey gomlu, føroysku
sålmaløgini, sum Waagstein
tók upp á fonograf og tekn-
aði upp í tjúguárunum. Í
1931 gav hann tey út í nóta-
heftinum »Gomul Føroysk
Sålmaløg«, og er hetta fyrsta
nótaheftið við Kingoløgum.
Eisini man tað vera fyrstu
ferð, at føroyingar hoyra
hesi gomlu, føroysku sálma-
lógini harmoniserað. Mið-
skeiðis í farnu øld maltrak-
teraði danska tónaskaldið
Henrik Rung Oluvukvædid
- men annars eru, tað eg veit,
eingir nótar at finna, ið
benda á, at tað var serliga
vanligt at spæla sær soleiðis
við kvæda- og Kingoløg fyri
1931.
I tey o.u. 40 árini, sum
Havnar Sangfelag var virk-
ið, var fast at syngja fýr-
ræddað, fyrst í kirkjuni og
síðan undir Tinghúsinum
ólavsgkudag. Sangfelagið
var jú ikki nær námind líka
stórt, sum Olavsøkuk6rid er
í dag, so allir sangararnir
fingu væl pláss í kirkjuni. Tá
vóru heldur eingi sjón-
varpskór at skunda sær eftir,
so kórið hevði ikki fyri
neyðini at tvíspora úr kirkju-
ni og niðan undir Tinghúsið.
Ur kirkjuni
nidan å Vøllin
I fjørutiårunum stjórnaði
Gunnar Mikkelsen Havnar
Sangfelag, og í fimtiárunum
Hans Jacob Højgaard. Hó-
ast hvørgin teirra spældi í
kirkjuni, savnaðu teir altíð
Sangfelagið saman til
kirkjugongdina 6lavsøku-
dag, áðrenn farið varð niðan
undir Tinghúsið at syngja.
Manskórið hjá Gunnari
Mikkelsen er tiltikid, men
hann stjórnaði eisini bland-
aðum kóri á 6lavsøku, bæði
í kirkjuni og á Tinghúsvglli-
num.
Eftir at Havnar Sangfelag
datt niðurfyri fyrst í seksti-
árunum, røkti Kristiliga
Sangkórið kirkjusangin á
6lavsøku í eini 20 ár - við
góðari hjálp frá Havnarkóri-
num - og tað var serliga Jó-
annes Nolsge, sum stjórnaði
í kirkjuni hetta tíðarbil. Jó-
annes var organistur í Havn-
ar Kirkju frá uml. 1970 til
1983, tá ið hann flutti suður
aftur til Vágs. Men hann
hevur stjórnað í kirkjuni á
ólavsgku eftir tað.
Síðani Jóannes Nolsøe
gavst í havnar Kirkju í 1983,
hava ymisk kór skiftst um
at syngja í kirkjuni á ólav-
søku.Flestu árini hevur
Kirkjukór Havnar Kirkju
sungið við við skiftandi leið-
arum, og annars hava kór
sum Nóatón og Tórshavnar
Kamarkór sungið. Á
Føroyskir sálmar
á fyrsta sinni
Aðrenn fyrsta føroyska
kirkjusálmabókin kom út í
1960, høvdu kórsangararnir
serliga nógv at siga fyri
6lavsøkugudstænastuna.
Hetta var tíðarskeiðið, tá
stríðið um kirkjumálið var
up á tað harðasta.
Jákup Dahl, próstur, sum
var sóknarprestur í Havn um
hetta mundið, og sum breyt
slóð fyri at fáa føroyskt inn
um kirkjugátt, sá m.a. til, at
kirkjufólkið fekk høvi til at
syngja sålmarnar å føroysk-
um hendan håtidardag -
flestu teirra tyddi hann sjålv-
ur.
Hetta var nakað spildur-
nýt fyri kirkjufólkið i Før-
oyum. Og Jógvan Waag-
stein, sum var svágur próst-
in, førdi saman við sangar-
unum nøkur av teimum
gomlu, føroysku sålmaløg-
unum (Kingoløg) inn aftur í
kirkjuna og gav tey út í nóta-
hefti.
Tað var á ólavsgku, at
kirkjufólkið á fyrsta sinni
slapp at syngja ( og eisini
hoyra kótið framføra) sálm-
ar sum >Harra Guð títt dýra
navn og æra< á føroyskum
og við føroyskum løgum.
Um hetta mundið var
Kingosangurin avlagdur í
flestu kirkjum kring landið,
og kirkjufólkið í Havn man
ikki hava kent stórvegis til
hesi gomlu, føroysku løg,
eftirsum kirkjan fekk orgul
longu í 1831, og ferðasam-
bandið út á bygd ikki var av
tí allarbesta.
Johan Johansen (Johan hjá
Miu), sum er giftur dóttur
Waagstein, og sum spældi í
Havnar Kirkju eit langt ára-
mál, minnist, at fyrr á døg-
um dugdi kirkjufólkið øll
»Waagsteinsa« Kingoløg
(Gomul Føroysk Sålmaløg)
- men um fólk hevur dugað
hesi føroysku sålmaløg frå
barnaårum, ella um Waag-
stein og Sangfelagið lærdu
meinigheitina hesi løg av
nyggjum, ber ikki til at siga
i dag.
Sidani Waagsteinsa tid er
ast at syngja nøkur Kingo-
løg i Kirkjuni á 6lavsøku,
antin sum kór- ella felags-
sangur.
Heri Eysturlíð
Keldur: Bjarni Berg,
Dimmalætting 1930,
og gamlir kórsangarar
í Havnini.