leygardagur 31. juli 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 142 - 31. JULI 1999
tíðindablaðið
e-mail: emilasosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Kappróður: Sannførandi avrikið hjá kvinnunum í Knørr-
afelagnum hevði við sær, at avgerðin um hvør skuldi hava
útvarpssteypið ikki var so torfør at taka
Undan 6lavsøkur6drinum
var greitt, at um alt gekk,
sum tað hevði gingið á hin-
um stevnunum, og tað vil
siga, at favorittarnir fóru at
vinna, so fór stríðið um,
hvor skuldi fáa útvarps-
steypið, standa millum
kvinnurnar umborð á Jarn-
bardi og teir umborð á
Eysturoyingi.
Báðir bátarnir vunnu, og
tá Anfinn Kallsberg, løg-
maður, trein pallin á Bursa-
tanga, var tað fyri at kunn-
gera, at í ár var tað luturin
hjá løgmanni at handa
kvinnunum umborð á Jarn-
bardi útvarpssteypið
Eftir alt hóvastákið, sum
er gjørt burturúr Eysturoy
ingi í hesum róðrarárinum,
og við tí í huga, at tað oftast
verður gjørt mest burtur úr
10-mannaførunum, so kann
tað vera, at hetta kom óvart
á onkran, men við reglunum
fyri útvarpssteypið í huga,
so var avgerðin hjá nevndini
uppløgd.
Bæði Jarnbardur og Eyst-
uroyingur høvdu fult stiga-
tal, og so siga reglarnir, at
tann av båtunum, sum visti
besta róðurin á ólavsóku,
skal vinna steypið. Jarn-
bardur var fremstur allar eitt
túsund metrarnar. Við seig-
um og tryggum tókum
vundu úrmælingarnir um-
borð burturúr øllum kapp-
ingarneytunum og kom á
mál tríggjar bátslongdir
undan hinum bátunum.
Eysturoyingurin var í
trupulleikum alla tíðina, og
tað var ikki fyrrenn á síðstu
metrunum, at tað eydnaðist
teimum at berja Vestmenn
ingin afturum. Tí var tað
upplagt, at kvinnurnar um
borð á Jarnbardi vunnu út
varpssteypið.
I fjør vann Eysturoying-
urin útvarpssteypið. Jarn
bardur við kvinnum hevur
eina ferð áður verið besti
kappróðrarbáturin í Føroy-
um. Tær vunnu útvarps-
steypið í 1991.
Rokningin —
Í kappróðrarprátinum hevur
verið nevnt, at tað kanska
hevði verið vert at hugsa um
at broytt reglarnar, soleiðis
at um tað stóð á jóvnum, so
átti avgerðin at verið tikin
út frá, hvør bátur tilsaman í
øllum róðrarárinum hevði
vunnið sínar sigrar mest
sannførandi.
Hetta heyði verið ein máti
at rokna uppá. Tá útvarps
steypið var sett út at kappast
um í 1962 vóru ongar vinn
aratíðir, so tað ber betri til
at gera hagtalsliga upp nú,
enn tað gjørdi nógvu tey
fyrstu árini. Men reglarnir
siga altso, at um tað stendur
á jøvnum, so er tann båturin
vinnari, sum á Olav søku vis
ir besta róðurin, og tað
gjørdu kvinnurnar umborð
á Jarnbardi.
Í fjør varð alment lutakast
um Kolturssteypið, men í ár
boðaði umboðið fyri Havn
ar Róðrarfelag frá, at Eyst-
uroyingurin heyði vunnið
hetta steypid, og tað man
bera á tað borðið, at tey,
sum tóku avgerðina, vildu
ikki, at stødan, sum tók seg
upp í fyrraárið, skuldi end-
urtaka seg. Tá stóð á jøvn-
um millum menningar um-
borð á Hvessingi og dreing-
irnar umborð á Drekanum.
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Lutur varð kastaður um
bæði steypini, og luturin fall
báðu ferðirnar á Drekan.
Hesa ferð tóktist tað sum
arnbardur yvir øllum hinum
um Eysturoyingurin fekk
Kolturssteypið sum troyst,
tá teir ikki vunnu útvarps-
steypið. jh
Heiðursmerkini
fóru um alt landið
Kappróður: Norðurstreymur, hóvuðsstaðurin og Skála-
fjørdurin eru sera drúgv í kappróðrinum, men FM heið-
ursmerkini rukku mest sum út um alt landið
Vit hava fleiri ferðir nevnt
tað áður, og nú kappróðr-
arárið er liðugt, er tað sjón
fyri søgn. Bestu kappróðr-
armanningarnar koma av
Skålafjørdinum, úr Norð-
streymi og úr hgvuðsstaðn-
um. Tvey FM heiti endaðu
í Vestmanna, eitt í Runavík,
eitt í Hvalvík/Streymnesi og
tvey í Havnini.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í mentamálum,
handaði eftir ólavsgkuróð-
urin FM ognar- og ferða-
steypini og heiðursmerkini
úr gulli, sivluri og bronsu,
og í fýra fórum fóru mann-
ingarnar, sum høvdu tikið
ímóti ognar- og ferðasteypi
fyri at hava vunnið á ólav-
søku, aftur á pallin eftir FM
skreytinum. Hesar mann-
ingarnar vóru Havfrúgvin
við dreingjum, Jarnbardur
við kvinnum, Ørvur og
Eysturoyingum. Hjá kvinn-
unum umborð á Havyfrúnni
og monnunum umborð á
Hvessingi mundi tað iva-
leyst kennast eitt sindur
hugstoytt, at tað ikki eydn-
aðist teimum at vinna ólav-
søkur60urin, meðan tað var
plástur á sárið hjá gentunum
umborð á Ørnini og ikki
minst monnunum umborð á
Sølmundi, at hesir bátarnir
vunnu á ólavsgku.
Átjan manningar fingu
heiðurskrónur, og burt-
ursæð frá Sandoynni, sum
ongan bát hevði við í ólav-
søkur6drinum, so fingu all-
ar hinar sýslurnar okkurt
settið av heiðurskrónum.
Tyngdin i Streymoy
Norðurstreymoyingar vunnu
helmingin av FM gull-
krónunum. Vestmenningar í
nýggju Hayfrúnni vunnu
FM bæði við gentum og
dreingjum, og Hvessingur
við monnum vann FM.
Samantalt vann Suður-
streymur flest heiðursmerk-
ir. Tvær manningar í Havn-
ini vunnu FM, tvær vunnu
silvur, og tvær vunnu
bronsu. Í Norðurstreyumi
vunnu tvær silvur, og eingin
vann bronsu.
Eysturoyggin vann eitt
gull, eitt silvur og eitt
bronsu. Øll heiðursmerkini
fóru á Skålafjørdin, og har-
við kann eisini staðfestast,
at eystari parturin av Eyst-
uroy vann einki, og tað bar
illa til at vinna nakað, tí
eingin manning úr Leirvík,
Gøtu ella Fuglafirði luttók
í ólavsgkuróðinum, og í
undanfarnu róðrunum eru
tað bara fuglfirðingar, sum
hava roynt at verið við.
Í Vágum er áhugin fyri
kappróðri stórur. Í kapping-
ini millum 6-mannafør við
kvinnum manna tær Ridd-
aran, í kappingini millum 5-
mannafør við gentum vóru
tveir vágabátar á Olavsøku
- Súlan og Ørnin (Beinta
varð mannað í Havnini) -
og í 8-mannafars kappingini
høvdu teir bæði Miðving og
Fríggjaran. I Vágum hava
tey ongantíð í nýggjari tíð
luttikið í kappingini millum
10-mannafør. Tvey sett av
heiðurskrónum fóru vestur
í Vágar. Genturnar umborð
á Ørnini fingu silvur, og teir
umborð á Miðvingi fingu
bronsu.
Soltið í Norðoyggjum
Suðuroyingar áttu á ólav-
søku fýra manningar. 5-
mannafarið úr Vági var um-
boðað bæði í dreingja- og
genturóðrinum, Snopprikk-
ur úr Hvalba var við í kapp-
ingini millum 6-mannafør
við kvinnum, og so var
nýggi Suðuroyingurin eisini
við. At tað eydnaðist
dreingjunum umborð á
Royndini Fríðu at stríða seg
til eitt samantalt triðja pláss
boðar kanska frá, at tað fer
ikki at hilnast so illa har
suðuri, sum tað onkuntíð
hevur verið tikið til, at tað
fer at gera.
Sammett við tey árini, tá
bæði Klaksvíkingur og
Norðoyingur stóðu seg væl
í kappingini millum 10
mannafør, tá Arnfirðingur
var mest vinnandi báturin
millum 8-mannaførini, og tá
Fípan Fagra við bæði
dreingjum og gentum og
seinni Páll Fangi við kvinn
um gjørdu um seg, so er
stødan i Norðoyggjum, hvat
kappróðrinum viðvíkur, út
av lagi vánalig. Í summar
royndu teir í Klaksvík at
manna 8-mannafarið Nevið
Reyða, men tað datt skjótt
niðurfyri. Á nógvu teimum
síðstu stevnunum hava
genturnar umborð á Fípuni
Føgru verið einasta umboð-
ið úr Norðoyggjum.
Genturnar umborð á Fíp-
uni Føgru hava verið stød-
ugar, og tå tað eftir ólav-
sókuróðurin varð talt sam-
an, skarst tað so mikið væl,
at tær fóru norður aftur við
bronsukrónum um hálsin.
Kanska hetta fer at kveikja
um áhugan og leypa brell
á, so fleiri manningar úr
Klaksvík fara at royna seg
komandi kappróðrarár, tá
fyrsti róðurin verður á norð-
oyarstevnu.
Vestmanna framúr
Havnarmenn og argjamenn
eru Oførir í kappróðri, og tað
er kanska ikki annað at
rokna við, tí ein so stórur
partur av fólkinmum í land-
inum býr í hevuðsstaðar-
økinum
Meiri merkisvert er tað,
tá einstakar bygdir gera
nógv um seg. Eitt er, at ein
manning av bygd skarar
framúr, nakað annað er, tá
ein og sama bygd mengar
at gera seg galdandi í fleiri
kappingum
Vestmanna hoyrir til
bestu kappróðrarbygdirnar í
landinum, og á Olvasøku var
um reppid, at vestmenning-
ar av álvara gjørdu bart.
Havfrúgvin við dreingjum
vann Olavsøkur6durin og
FM heitið.
Gentumanningin vann
eisini FM, og tað var um
reppið, at tær vunnu ólav-
søkur6durin. Og so var tað
um eitt hár gjørt, at vest-
menningar stóðu fyri sens-
atiónum bæði í kappingini
millum 8-mannafør og 10-
mannafør. Gullbrandur og
Vestmenningur lógu báðir
tætt undir Molanum, báðir
bátarnir vóru fremstir inn
móti málinum, og tað var
ikki fyrrenn á teimum allar
síðstu metrunum, at teir
vóru tiknir. Sjálvandi var
hetta harmuligt fyri vest-
menningar, men avrikið var
samstundis ein staðfesting
av, at áhugin fyri og idni í
kappróðrinum er ikki stórri
í nakrari bygd, enn tað er í
Vestmanna. jh