Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 142 - 31. JULI 1999 tíðindablaðið Ørnin hevði „besta flogið Kappróður 5-mannafør gentur: Kappingin stóð í síðsta enda bara millum vágagenturnar og FM vinnararnar úr Vestmanna I 1990 og í 1991 vann Ørnin FM. Tá tær í 1993 skuldu seta trumf á, eydnaðist tað ikki. Í 1997 og í 1998 vann Ørnin FM. Tá tær í 1999 skuldu seta trumf á, eydn aðist tað ikki. Tað restaðu tvey stig 1, og ta tey vesturi í Vágum líta aftur á lokna róðrarárið, so ber tað teim- um væl til at finna fram til, hvar tey mistu stigini áttu at verið vunnin. Á norðoya- stevnu var Ørnin bara nummar fýra, og í Hósvík endaðu tær á triðja plássi, eftir at tær eina løtu høvdu verið fremstar. Við sigrinum á jóansóku eydnaðist teim- um at koma uppí aftur FM kappingina, men at tær ikki vunnu í Fuglafirði heyði við sær, at avgerðin um end- urvinning av FM ikki bara lá í teirra hondum, og í síðsta enda kostaði hetta FM heitið. I innleidandi umfarinum var tað bara spenningur i fyrru kappingini, har Ternan og Blikur eina løtu royndu at hótta Royndina Fríðu í kappingini um fimta pláss- ið. Í hinum bólkinum var sloppið aftur til afturu båt- arnar beinanvegin stórt. I finalukappingini var tað merkisvert, at Sílið, sum í øllum hinum fimm kapp- ingunum tilsaman bara hevði fingið sjey stig, var fremst eina løtu og í síðsta enda megnaði at troðka seg inn á triðja plássið. | Kappingin um fremsta plássið stóð á síðsta teini- num millum Ørnina og Havfrúnna, sum ikki fekk serliga góðan start og ikki kom fram millum teir fremstu bátarnar fyrrenn undir Molanum. Munurin var lítil inn móti málinum, eina løtu stóð mest sum á jóvnum millum Havfrúnna og Ørnina, men so glapp og um enn munurin ikki var so ógvuliga stórur, so var eing- in ivi um, at Ørnin fór fyrst um málið Tá Ørnin í fjør vann FM noyddust tær í Olavsøku- róðrinum at dvína fyri Kolli. Hesa ferð endurtóku tær Olavsøkusigrarnar frá 1997, 1990 og 1988, men i FM kappingini noyddust tær at niga fyri vestmanna- gentum. Havfrúgvin hevur ikki vunnið á ólavsóku áður, og sjálvandi mundi tað kennast snópið ikki at vinna við nýggja bátinum, men eingin kann taka frá vest- mannagentum, at tær hava verið tær mest støðugu í róðrarárinum 1999, og tað hevur borið fyrsta FM heitið nakrantíð við sær til Hav- frúnna við gentum. Tað var lítil ivi um fremsta, næstfremsta og triðja plássið. Gloppið aftur til Fípuna Føgru á fjórða plássinum var rættuliga stórt. Tíðirnar siga frá, at klaksvíksgentur vóru í harð- ari kapping við havnargent- ur um fjórða plássið. Undan 6lavsøkur6drinum lá Beinta úr Miðvági, sum í ár hevur havt manning úr høvudsstadnum, til at vinna bronsu, men tær høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu á Olavsøku. Munurin fram til Fipuna Føgru var eitt sekund, men tå Beinta ikki gjørdist meiri enn nummar sjey og harvið einki stig fekk í FM kappingini heyði tað við sær, at klaksvíks gentur vunnu seg eitt stig framum og fóru við brons- uni. jh Sølmundur setti prikkin yvir 'num ' Kappróður 6-mannafør menn: Mjørkin gjørdi, at tað var neyðugt við umróðri, og tá megnaðu FM vinnararnir umborð á Hvessingi ikki at endurtaka sigurin, sum teir høvdu vunnið í fyrra umfarinum Olavsøkur60urin í 1998 verður minstur fyri, at á- skoðararnir so at siga einki fingu fyri pengarnar, tí tað var so tjúkt í mjørka, at tað sást ikki framum stavn. Í 1999 var nógv ødrvisi, men tå 6-mannaførini við monn- um skuldi royna seg var so mikið tjúkt, at næstan allir bátarnir fóru av kósini og í staðin fyri at halda inn við Molanum, so stýrdu teir flestu inn móti Viðarnesi. Í hesum róðrinum vóru tað leingi Strálan, Kollfirðingur og Hvessingur, sum kapp- aðust, men á málinum var Kollfirðingur dottin burtur- ímillum í kappingini, og FM vinnararnir umborð á Hvessingi vóru drúgvastir. Høvudsdémararnir gjørdu av, at róðurin skuldi rógvast umaftur, og tá 10- mannaførini vóru komin á mål og 6-mannaførini róðu um aftur, gekk tað nógv gðr- visi. Mest óvæntaða úrslitið , Sølmundur hjá NSI vann, og hetta var mest óvæntaði sigurin á Olavsøku, og tá tað gongdin í róðrunum á hin- um stevnunum verður havd í huga, so var talan kanska um ein hin mest óvæntaða sigurin í øllum róðrarárin- um, sjálvt um Sølmundur undan 6lavsøkuni lá á triðja plássi í FM kappingini og við Olavsøkusigrinum smoygdi sær framum Strål- una og vann silvur. Hvessingur var væl vid i kappingini mesta partin av teininum, men á síðsta tein- inum var kappingin hørð frå kollfirðingum og fjarbúgv- unum. Tíðirnar siga, at tað var sera tætt, og tað var við einum veldugum enda- spurti, at tað eydnaðist Søl- mundi at vinna og harvið seta trumf á eitt sera gott kappingarár fyri NSI. Nógvu áskoðararnir, sum vóru komnir av Skålafjørd- inum at taka á við Eystur- oyinginum vóru ovurfegin um, at tað hevdi eydnast stoltleikanum hjá teimum at vinna, og tað kendist líka sum, at sigurin hjá Søl- mundi kom omanå. Søl- mundur vann eisini Olav- søkur6Ørarnar í 1983, 1986 og i 1990. Hvessingur misti í fjør FM heitið til Snopprikkin, men nú tóku teir í Hvalvík/ Streymnesi FM heitið aftur. Teir vunnu ólavsókuróðrar- nar bæði í fjør og í fyrraárið, og sjálvandi iðra teir seg um, at tað glapp hesa ferð, ikki minst tá teir í fyrsta umfarinum vóru vinnarar, men soleiðis eru treytirnar, og á nordoyastevnu kom tað væl við hjá teimum umborð á Hvessingi, at tað bar til at rógva umaftur. jh Hóast tað kom stígur í móti endanum á árinum, so vann Hvessingur kortini FM