týsdagur 3. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 143 - 03. AUGUST 1999
tidindabladid SOS
Kolibakteriur á Eiði
Drekkivatnið á Eiði varð í farnu viku lagt undir at elva til herviliga búkilsku í Fóroya reinastu
bygd. Kommunalu mynduleikarnir á staðnum hava tikið trupulleikan í fullum álvara, og royndir
bendu á, at bakteriunøring hevur verið við brunnin ella omanfyri. Framvegis verður mælt til at
kóka vatni
HOGNI MOHR
Eftir øllum at dóma rennur
samanaftur í tarmunum á
Eiði, meðan tað hinvegin
tíbetur tykist at tynnast í
bidirødunum við vesidyrn-
ar í bygdini. Trupulleikarnir
við umfatandi búkilsku
hava verið tiknir í fullum
álvara á staðnum, og mælt
hevur verið til, at kóka sær
vatnið, áðrenn tostin verður
sløktur á Eiði.
Umfatandi royndir
Bygdarráðsformaðurin,
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
sigur, at tey aftur hava tað
hampuligt á Eiði. Sambært
honum vóru flestu vatn-
royndirnar í lagi. Hesar
royndir at staðfesta upphav-
ið til búkilskuna hava verið
rættiliga umfatandi. Við
góðkendum íløtum hava tey
á Eiði gingið kringum í
bygdini og tikið royndir úr
kranunum. = Harumframt
vóru tey í brunninum og við
keldurnar, har leskiliga
vatnið spríkir.
Staðfest er, at bakteriur
vóru í royndunum úr bygd-
ini og brunninum, meðan
onki bendi á, at keldurnar
vóru dálkaðar. Somuleiðis
staðfestur royndirnar, at
vatnið heldur sær reint á-
vegis oman í brunnin. So-
statt bendir nógv á, at
brunnurin kann vera upp-
runin til bakteriungringina.
Ikki tað at siga; brunnurin
lýkur tey krøv, myndugleik-
arnir seta, og lok er á hon-
um. Bygdarráðsformaðurin
sigur, at eitt sindur av sandi
var í brunninum, ið tey als
ikki hildu vera serliga skitn-
an.
Bíða eftir úrslitinum
Meðan føroyingar flestir
einans høvdu Olavsvøkuna
í huga, fóru eidismenn til
Hetta er svinari
— Tað er nógv fyri, at tað skal vera dýrari at flyta salt úr
Havnini til Suðuroyar enn at flyta tað úr Ibiza til Havnar,
sigur Mortan Johannesen á Saltsóluni
AKI BERTHOLDSEN
— Strandferðslan hevur altíð
verið dýr. Men tað er gott
gjørt, at hon skal vera dýr-
asta flutningsfelag í Føroy-
um, hóast hon fær milliónir
á fíggjarlógini.
Mortan Johannesen á
Saltsøluni er sera misnøgd-
ur við príspolitikkin hjá
Strandfeðsluni. Ikki minst
er hann misnøgdur við at
prísurin at flyta salt til Suð-
uroyar nú er so nógv hækk-
aður, sum greitt er frá í
greinini omanfyri.
— Tað er gott gjørt, at tað
skal verða dýrar! at flyta salt
úr Havnini til Suðuroyar,
enn tað er at flyta tað líka
úr Ibiza til Havnar. Tí tað
er hóast alt 10 dagar at sigla.
Av Havnini til Suðuroyar
eru tveir tímar.
— Men tað er so veruleik-
in, sigur Mortan Johanne-
sen.
--Sum stødan er, mugu
vit bara staðfesta, at Strand-
ferðslan rætt og slætt drepur
vinnulívið í Suðuroynni.
— Og tað er løgid at hugsa
sær, at tað eru tveir fólka-
floksmenn, sum eisini eru
vinnulívsmenn, nevniliga
løgmaður og landsstyris-
maðurin í vinnulívsmálum,
sum standa á odda fyri hes-
um.
— Mortan Johannesen sig-
ur, at tað sær út fyri sær,
sum um at tann veruliga
ætlanin er, at allar tær smáu
fyritøkurnar skulu drepast
og at bara tær stóru skulu
vera eftir.
Men Mortan Johannesen
sigur, at hetta er løgin hug-
burður, tí tær smáu fyritøk-
urnar hava ómetaliga stóran
týdning.
— Tað eru fimm stór salt-
fiskavirki í Føroyum: Sand-
oy Seafood, Kósin, Vað-
horn, Gøtu Fiskavirki og
Fiskavirking á Toftum. Men
kortini selja vit salt til 26
virki, sum arbeiða saltfisk.
— Sostatt sæst, at tey smáu
virkini eru ómetaliga drúgv.
— Og vóru tey ikki, høvdu
vit heldur ikki livað, sigur
hann
Mortan Johannesen sigur,
at annars eru tað nógv ár
síðani, at tað kostaði 140,
krónur fyri tonsið, soleiðis
sum Strandferðslan upp-
lýsti, tí tað hevur kostað 190
krónur.
— Hetta er so dýrt, at tað
er onki løgið i, at vinnan
roynir at finna aðrar leiðir.
— Og tvær-tríggjar ferð er
tað eydnaðist at fáa eitt skip
at sigla salt suður og tað
hevur kostað ímillum 70-80
kr. tonsið. Tað, sum Strand-
ferðslan nú ger, er hevnd
fyri hetta, sigur Mortan Jo-
hannesen.
— Hetta er rætt og slætt
svínarí, sigur Mortan Jo-
hannesen. Hann sigur, at
hendir onki nú, er saltfiska-
framleiðslan í Suðuroynni
dripin.
arbeiðis uppi á Hvítubrúgv.
Hátíðardagarnar = fingust
kommunumenninir á Eiði
við at vaska brunnin har-
uppi av einslistum. Hetta
arbeiði er fyrr gjørt, og van-
ligt er at vaska við klori.
Eiðisfólk, ið vóru rakt av
herviligari búkilsku, eru
sambært bygdarráðs-
formanninum í batningi.
Tilmælið um at kóka vatn-
ið, stendur kortini við
Fimm royndir eru nú aftur
tiknar úr brunninum og úr
kranunum í bygdini, men
enn er onki frætt av tí Heils-
ufrødiligu, um brunnrein-
gerðin hevur munað.
Av Eiði frættist, at ivi ann-
ars er, um tað er vatninum,
ið nakað bagir. Summi eið-
isfólk, sum hava drukkið
nógv ókókað vatn í seinast-
uni, eru væl fyri, meðan
onnur, ið einans hava leskað
sær á illgrunaverdu dropar-
nar hava fingið ringastu
búkilsku.
Sosialurin ringdi til brá-
feingistelefonina hjá Heils-
ufrødiligu Starvsstovuni,
men ónevndi laboranturin í
fartelefonini vildi onki siga
um, hvørjar bakteriur, talan
er um í drekkivatninum á
Eiði. Bárður Enni, leiðari á
stovninum, sum er í summ-
arfrí, vildi hinvegin fegin
avdúka, at talan er um Koli-
bakteriur, sum t.d. kunnu
stava frá fugla- ella seyða-
rovum.
Tilmælið um at kóka
vatnið stendur enn við, og
ávaringin verður ikki av-
blást fyrr enn úrslitið av
seinastu vatnroyndunum
kemur.
Krosstein
RENNUR - eisini til
Í tunga ferðslu
SR
NIiVECOT
Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn
Tlf. 314600 - Fax 317360
Teldupostur: skQpost.olivant.fo