týsdagur 3. august 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tidindabladid S0S'2/U7
NR. 143 - 03. AUGUST 1999
Fótbóltur: Dysturin millum B36 og Sumba endaði 3-1, men høvdu
áleypararnir verið nóg skarpir, hevði tað ivaleyst endað 6-4 ella okkurt
sovorðið
1. deild B36-Sumba 3-1 (1-0)
EMIL L. JACOBSEN
Folk sótu hvitklødd í B36-
húsinum sunnudagin. tá
sumbingar vitjaðu í Havn
Hetta komst ikki so nógv
av, at tey við hesum vildu
visa. at I mildu Við teimum
:; Í
CY
hvitklæddu úti á
UU a
VORINUM. var IKKI SO nógv at
målmøg
su
B36 vann 3-1, og tað var
væntað. Havnarfelag
ilt nummar tvey
í kappingini, meðan Sumba
er niðast. Men sumbingar
og serliga Birgir Jørgensen
kunnu iðra um fleiri
misnýttar møguleikar, sum
áttu at givið mál.
Í hinum endanum vóru
B36 áleypararnir heldur
ikki alt ov skarpir, og sum
heild bar dysturin brá av, at
summarsteðgur hevur ver-
10, og kanska vóru tað ólav-
søkutimburmenn, vit sóu í
Gundadali sunnudagin...
B36 venjarin Tomislav
Sivic er eftirhondini kendur
fyri at eksperimentera
rættiliga nógv við uppstill-
ingini, og hesaferð byrjaðu
Egil Zachariasen og Dånjal
Petur Johansen í álopinum,
meðan Jákup á Borg var á
miðjuni. John Petersen
byrjaði á beinkinum, eins
KIKarniIT IKKI
IKKI (
10 er hóast
seg
og Sivic sjålvur gjørdi.
Eisini stillaði B36 upp við
flatari verju við Jens Krist-
iani Hansen og Bjarna Pri-
or mitt fyri, medan vanligi
aftasti maðurin. Arnbjørn
Danielsen, var ytstur vin-
strumegin, har hann saman
við Øssuri Hansen mannaði
eima reina >toftasíðu<.
Og sigast må, at spælið
hjá næstovasta liðnum i
deildini var rættiliga ineff-
ektivt. Dánjal Petur Johan-
sen fekk ein tilvildarligan,
men stóran kjans, tá bert
fimm minuttir vóru farnir,
men Fróði Mortensen vardi
fyri. og sum oftast gekk tað
striltið hjá B36 at fáa sein-
istu sendingina at liggja
rætt. ella var eingin at taka
ímóti henni, tá hon kom.
Ikki klassamunur
Sumbingar byrjaðu sum
vera man heldur varliga -
tað var ikki upp til teir at
skapa dystin — men høvdu
tó bæði Birgir Jørgensen og
Nebosja Veljkovic heilt
frammi (Veljkovic byrjaði
sum offensivur miðvallari,
men var meira at meta sum
áleypari). Teir funnu eisini
skjótt útav, at B36 liðið var
til at tosa við, og tað var
ongantíð talan um tann
klassamunin, sum tað so
ofta fyrr hevur verið millum
hesi bæði liðini.
B36 viðhaldsfólkini vóru
so smátt farin at Otolnast, tå
fyrsta málið kom. Helming-
urin var farin av hálvleikin-
um, tá Ossur Hansen sendi
horna úr vinstru innfyri.
Bjarni Prior hevði gott
pláss við handaru stong, og
hann skallaði í netið til 1-0.
Málið hevði tydning fyri
B36, tí ein hevði varhugan
av, at jú longri tíð fór at
ganga, áðrenn havnarliðið
fekk hol á, jú torførari fór
tað at vera at fáa hol á yvir-
høvur.
Triggjar minuttir seinni
legði Pól Thorsteinsson væl
innfyrt til Ninoslav Milan-
kovic. Stútarin hjá jugoslav-
anum var harður, men end-
aði beint í føvninginum á
Fróða Mortensen.
Og longu í næsta álopi
hevði Birgir Jørgensen góð-
an møguleika fyri at javna,
men Egin Høgnesen fekk
bjargað til hornaspark.
Triggir leysir
og reytt kort
Tá tað restaðu góðir tíggju
minuttir av hålvleikinum,
fekk Sumba ein risastóran
møguleika, tå Birgir, Ne-
bosja og Dånjal Johan Jo-
ensen blivu leysir við mål-
verjanum eftir kontraålop.
Men heldur einki spurdist
burtur úr ta ferðina.
Minuttin eftir royndi Pól
Thorsteinsson seg við lang-
skoti, sum bleiv avrættað til
horna. Men áðrenn horna-
sparkið bleiv tikið, fekk
Ninoslav Milankovic reyða
kortið fyri at hava gjørt seg
inn å ein sumbing inni i
brotsteiginum.
Tað førdi til, at Dånjal
Petur Johansen, sum ikki er
vanur at spæla i ålopinum,
varð tikin út. John Petersen
varð settur inn á offensiva
miðvgllin, meðan Jákup á
Borg bleiv fluttur heilt fram
undir liðina á Egili Zachar-
tasen, sum fekk sera lítið
burturúr.
Tá so Tomislav Sivic setti
seg sjálvan inn tíðliga í
seinna hálvleiki fyri Egil
Zachariasen — ein náttúrlig
útskifting — bleiv John Pet-
ersen fluttur fram í álopið,
meðan Sivic var aftanfyri,
og hetta trivust teir í B36
eisini best við.
Ein útvísing afturat
Sumbingar megnaðu ong-
antíð veruliga at gera sær
dælt av útvísingini hjá B36,
og tá seinni hálvleikur var
tíggju minuttir gamal, mistu
teir fyrimunin av at vera í
yvirtali. Eitt vánaligt mál-
spark frá Sumba málverjan-
um (har vóru fleiri) endaði
á høvdinum hjá John, sum
nikkaði Jákup á Borg frían
móti málinum. Tveir sum-
bingar kroystu hann, B36
áleyparin fór um koll, og
Dánjal Johan Joensen fekk
reyða kortið fyri neyð-
bremsuna.
Heimaliðið hevði yvirvág
hesa løtuna, og John Peter-
sen kundi havt okt til 2-0
eftir frálíkt uppspæl og flatt
innlegg frá Bjarna Prior úr
høgru, men skálamaðurin
heilkiksaði skotið hjá sær.
Tríggjar minuttir seinni lá
betur fyri, tá B36 enn eina-
ferð spældi inn um Sumba
verjuna, so bæði John og
Jákup blivu púra leysir.
John Petersen skoraði til 2-
0, og nú sá dysturin út til at
vera avgjørdur.
Men sumbingar góvust
ikki, og seks minuttir seinni
høvdu teir eina góða kon-
traroynd, sum kostaði Jens
Kristiani Hansen gula kort-
ið.
Og tveir minuttir eftir
hetta fingu teir løn fyri
stríðið. Lassin dømdi brots-
spark fyri >hands< í B36
brotsteiginum, og Nebosja
Veljkovic var sera tryggur
úr 11 metrum.
Skiftust um at brenna
Eftir hetta bleiv heilt galið
hjá áleyparunum. Í báðum
endum stungu kjansir seg
upp, sum blivu misbrúktir
upp á tað skammiligasta.
Øssur Hansen var hepp-
in, tá hann spældi upp á
tvørs og beint til Birgir
Jørgensen, sum var púra,
púra leysur. Men møguleik-
in kom so óvæntað, at Birg-
ir ikki fekk umrátt seg, og so
bjargaði Egin enn eina ferð
B36.
Lítla løtu seinni gjørdi
Ossur tað gott aftur, tá hann
var við í uppspælinum fram
eftir vinstru, sum endaði
við, at Jákup á Borg kundi
sneiða tveir verjuleikarar
av og skora til 3-1.
Men målmøguleikarnir
vóru ikki uppi fyri tað. Ta
einu ferðina endaði Sumba
málverjin næstan heilt úti
við hornaflaggið, uttan at
nakað spurdist burturúr, og
Tomislav Sivic fekk ein
annan >stjóra<, sum heldur
ikki gav nakað.
Tá Lassin bríkslaði fyri
seinastu ferð, vísti máltalv-
an 3-1, men hon kundi tað
sama víst 6-4.
Nógvir målmøguleikar
vóru, og tað hjálpti sjálv-
andi nakað um undirhaldið,
men tað var lítið av góðum
spæli at síggja, hóast glottar
vóru av og á. Verjurnar
kunnu ikki vera nøgdar við
síni avrik, tí ofta stóðu
menn púra óvardir, men
hinvegin megnaðu teir ikki
at umseta tey mongu til-
boðini til mál, og tey avrik-
Teir tríggir B36-ararnir (frá
vinstru) Bjarni Prior, John
Petersen og Jákup á Borg
syrgdu við einum máli í
part fyri, at oll stigini vórðu
verandi í Havnini, men
dysturin millum B36 og
Sumba var merktur av, at
nógvir málmeguleikar
vórðu misnýttir. Sumbing-
urin, sum eltir John Peter-
sen, er Jón Lisberg
Mynd: Álvur Haraldsen
ini kunnu bert lýsast sum
»vånalig«.
B36 glógvaði í løtum, og
uppspælini til onkrar av
møguleikunum vóru góð.
Sumbingar kundu vera
hampuliga væl nøgdir við
sítt avrik, uttan í álopinum,
har teir høvdu møguleikar
til m.a. at koma upp á 2-2.
Altso einki serligt máltev
í Gundadali, og tað er ein
trupulleiki, sum bæði B36
og Sumba hava havt fyrr í
kappingini.
B36: Egin Høgnesen — Pól
Thorsteinsson, Bjarni Prior,
Jens Kristian Hansen, Arn-
bjørn Danielsen — Jákup á
Borg, Ronnie Samuelsen,
Ninoslav Milankovic, Ossur
Hansen — Dánjal Petur Jo-
hansen, Egil Zachariasen
Sumba: Fróði Mortensen —
Bergur Vinther, Páll Magn-
ar Kjærbæk, Dánjal Johan
Joensen — René Thomsen,
Hans Jacob Thomsen, Spa-
sojé Biberdzic, Nicola Bib-
erdzic, Peter Jørgensen —
Nebosja Veljkovie, Birgir
Jørgensen