mikudagur 4. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
} Jan Møller ki Hammer
agbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: 5
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Nemme meme hi
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun ein
Høgni r
Oders NOR:
Emil L. Jacobsen
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
ri, uppseting:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post &sosialurin.fo
Prent: Dimmalætting |
Oddagrein gav
afturljóð
Oddagrein
Oddagreinin í Sosialinum leygardagin gav
afturljóð. Logmaður ásannar, at nú má ein
raðfesting gerast fyri tær mongu iløgurnar,
sum landsstýrið annaðhvort hevur í um-
búna at gera, ella sum landsstýrið partvíst
er farið undir.
Somuleiðis krevur landsstýrismaðurin í
figgjarmålum, at ein raðfesting verður
gjørd. Og hetta er tvingandi neyðugt, um
vit ikki skulu enda í somu stoðu sum i
åttatiårunum, tá bæði tær privatu og tær
almennu iløgurnar vóru alt ov stórar, um
vit samanbera við tjóðarúrtoku okkara.
Tann einfaldi lærusetningurin hjá búskap-
arfroðinginum, Keynes, var, at í tíðum við
góðum konjunkturum kundi tað almenna
halda aftur, ti tá gjørdi privata fyritakssemið
ílegur. Øvugt skuldi tað almenna fremja
útbyggingar, tá konjunkturirnir vóru lágir
fyri á tann hátt at halda virkseminum uppi.
Hetta er jú sára einfalt. Tað almenna skuldi
jú havt orku at gjørt iløgur fyrst í nitiåru-
num, tá meginparturin av privata vinnuliv-
inum lá í andaleypi. Men tað almenna
hevði partvíst brúkt alla sína orku í áttati-
árunum til ótaldar - bæði lands og komm-
unalar - ílegur, og noyddist í nitiårunum at
brúka orkuna til at standa ímóti við og at
rinda veðhald. At henda stoðan so aftur
kemst av vantandi tilrættalegging, eini
landplanlegging, sum raðfestir bæði
kommunalar og landsætlanir, er ein annar
Spurningur, sum er reistur á hesum stað í
meiri enn 20 ár, men sum skal liggja á
hesum sinni.
Umframt at ásanna, at ein raðfesting fyri
ílegur vantar, ásannar logmaður eisini, at
figgjarlogin er hækkað í milliónatali, síðani
<sjálvstýrislandsstýrið> tók við. Tað er,
sum danskt dagblað hevur víst á, í and-
søgn til endamálið at taka-fullveldi um eini
tvey ár.
A hesum stað er somuleiðis víst á ferð
eftir ferð, at neyðugt er at skapa ein sjálv-
berandi búskap, áðrenn Feroyar verða
proklameraðar at vera eitt fullveldi. Um
hetta fer politiska slagið at standa: Skulu
vit hava fullveldi og eina skiftistíð, ella
skulu vit gera avtalu um eina tillagingartíð,
og tå hon er liðug taka fullveldi, sjålvstyri
ella hvat barnið fer at eita. Í ollum forum
er greitt, at nógvir samfelagstættir - t.d.
sjúkrahúsverkið og pensjónsokið - eru ikki
væl fyri hvat viðvíkur pening til rakstur.
Harafturat vita vit, at verða bara eyka-
játtanirnar framskrivaðar, hækkar fíggjar-
lógin meiri enn hundrað milliónir krónur.
Og tað ber foroyska samfelagið neyvan,
í vinnuligu inntokurnar eru bart út ov
smaal Sosialurin
Viðmerking:
Loftmidlalogin
og Mannarætturin
Hin 20. februar 1998 kom
Løgtingslég um kringvarp
v. m. í gildi i Føroyum. Tað
mest forkunnuga við lógini
var, at einkarrætturin hjá
Útvarpi Føroya og SVF til
at senda útvarp og sjónvarp
varð tikin av.
Einkarrættur
og Mannarættur
I øðrum londum, sum Før-
oyar vanliga verða sam-
mettar við, er longu langt
síðani, at hesin einkarrætt-
urin var tíkin av. At einkar-
rætturin varð avtikin er eis-
ini í fullum samsvari við
bæði Mannarættindaryvir-
lýsingina hjá ST og Europ-
eiska Mannarættindarsátt-
málan. Í hesum báðum
skjølum er rættur hins ein-
staka til frítt at siga tað hann
vil, á tann hátt, og igjøgnum
tann miðil hann hevur hug
til, greitt staðfestur. Stødan
fram til 20.02.98, tá UF og
SVF høvdu einkarrætt á
loftmidlaøkinum í Føroy-
um, hevur sostatt verið í
stríði við altjóða manna-
rættin. Tí átti tað at verið
gleðiligt, at nýggj lóggáva
er komin á økinum
Munur á loftmiðlum
og ødrum fjølmiðlum
Men hví yvirhøvur hava
nakra serstaka lóggávu fyri
loftmiðlagkið? Hetta kann
tykjast margháttligt, tá eing-
in líknandi lóggáva er fyri
aðrar fjølmiðlar so sum dag-
blød, vikublað og bøkur.
Orsøkin er, at ein avgerandi
munur er ímillum skrivaðu
fjølmidlarnar og loftmiðlar-
nar. Munurin er, at medan
einki tøkniligt mark er fyri,
hvussu nógv blød ella bøkur
kunnu koma út um somu
tíð, so er eitt tøkniligt mark
fyri hvussu nógvir loftmidl-
ar kunnu senda samstundis
til sama økid. Hetta kemst
av, at talið av sendirásum
er avmarkað.
Tøknilig styring
er neydug
Til tess at tryggja, at loft-
miðlarnir ikki ørkymla
sendingarnar, hvor hjá ødr-
um, kann tí vera neyðugt
við eini ávísari stýring. Til
tess, at fremja hesa stýring,
er neyðugt at onkur mynd-
ugleiki hevur lógarheimild.
Tí er neyðugt við serstakari
lóggávu á loftmidlaøkinum.
Lógin er ikki um tekni
Tað løgna er, at Løgtingslóg
nr. 22 frá 20.02.98 um
kringvarp v. m. als ikki snýr
seg um stýring á tí tøkniliga
økinum, herundir tillutan av
sendirásum. I $29, stk 4 í
lógini stendur: "Loyvishav-
arin skal sjálvur útvega sær
frekvensloyvi frá avvarð-
andi myndugleika." Tillutan
av frekvensi (t. e. tað, sum
eg havi nevnt sendirás), er
eitt avgreiðslumál, sum
liggur í hondunum hjá fjar-
skiftisfyrisitingini.
...men um innihald
Harafturímóti tykist Løg-
tingslóg nr. 22 frå 20.02.98
um kringvarp v.m. at vera
gjørd til tess at veita al-
mennu myndugleikunum
heimild til at stýra á tí inni-
haldsliga økinum, te.
spurningum um hvat tilfar
kann vera sent og ikki. Lóg-
in fyriskrivar, at útbreiðsla
av kringvarpssendingum
einans kann fremjast við
loyvi frá ”loftmidlanevnd-
ini". Hendan nevnd verður
sett av landsstýrismanni-
num í loftmiðlamálum, og
telur 3 limir. Loftmiðla-
nevndin kann veita fólki,
sum søkja um hetta, eitt
sendiloyvi.
Hvat er eitt sendiloyvi?
Í lógini stendur einki ítóki-
ligt um nær sendiloyvi kann
gevast, ella hvat eitt sendi-
loyvi inniber. Men í $29 stk.
2 stendur, at sendiloyvi
"kann takast aftur um so er,
at treytirnar í loyvinum ikki
vera hildnar.” Millum tær
treytir, sum vera nevndar í
lógini, er, at loyvishavarin
sjálvur framleiðir sending-
arnar ella keypir tær frá før-
oyskum framleiðara. Ein
onnur treyt er, at loftmiðla-
nevndin skal hava útskrift
av sendiskránni einaferð um
mánaðin.
Sum treyt fyri yvirhøvur
at fáa loyvi er ásett, at um-
søkjarin, yvirfyri loftmidl-
anevndini, lýsir ætlaða pro-
grammvirksemi, umframt at
umsóknir skulu innihalda
frágreiðing um ognarviður-
skifti, leiðslu, fígging og
enntá eina lýsing av sendi-
og framleiðsluútgerðini.
Herumframt verður heimila
landsstýrismanninum í loft-
miðlamálum at áseta nærri
reglur um treytir fyri sendi-
loyvum.
Til samanberingar kann
nevnast, at ein og hvør kann
fara undir blaðútgávu uttan
at spyrja nakran eftir.
Hetta er fram-
søgnarfrælsi
Grein 19 f Mannarættind-
aryvirlysingini hjá ST ljóðar
soleiðis: ”Øll skulu vera
fræls at hava sínar áskoð-
anir og at bera tær fram utt-
an forðan, og at søkja sær
og breiða út vitan og hugs-
anir igjøgnum hvønn boð-
Jóannes N. Dalsgaard
miðil, sum vera skal, og 6-
heft av landamarki.”
I grein 10 i Europeiska
Mannarættindarsåttmålan-
um stendur m.a. soleiðis:
”Ø hava rætt til framsøgn-
arfrælsi. Hesin rættur fevnir
um áskoðanarfrælsi og
frælsi til at breiða út og taka
ímóti boðum ella hugsa-
num, uttan uppílegging frá
almennum myndugleika og
uttan fyrilit fyri landamørk -
um."
Lógin brýtur altjóða
mannarættindi
Tað ber til at staðfesta, at
eitt sendiloyvi frá loftmidl-
anevndini er eitt loyvi til,
við ávísari sendiútgerð at
senda eitt ávíst slag av til-
fari, framleitt av ávísum
(føroyskum) framleiðarum,
við ávísari framleiðsluút-
gerð. Eisini ber til at stað-
festa, at landsstýrið hevur
heimild til at taka sendi-
loyvi aftur um nevndu åvis-
ingar ikki vera fylgdar.
Um samanborið verður
við omanfyri nevndu mann-
arættindargreinar um fram-
søgnarfrælsi sæst tíðiliga og
greitt, at kravið um, og
treytirnar fyri at fáa, sendi-
loyvi eru sólarklár brot á
altjóða mannarættindini.
Løgmadur birtir
vón um bata
Eftir stendur, at lóggávan
fyri loftmiðlar í Føroyum
framvegis stríðir ímóti al-
tjóða mannarættindum, og
sum tí er fullkomiliga 6-
hóskandi í einum demokrat-
iskum samfelagi. Tað må tí
vera at vóna, at hendan lóg-
in verður millum teirra, sum
sambært Løgmansrøduni,
skulu dagførast í verandi
tingsetu.
Hoyvík 03.08.1999
Jóanes N. Dalsgaard