mikudagur 4. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 144 - 4. AUGUST 1999 tíðindablaðið 5052
Fiskiroyndir:
Endurnýtsla:
Fiska kalva
til Fiskaaling
Fuglfirðingur er farin at royna eftir lívfiski til Fiskaaling
EDVARD JOENSEN
Línuskipið Fuglfirðingur er
farin at royna eftir kalva fyri
P/F Fiskaaling við Air.
Ætlanin er at fáa einar 50
- 100 stórar kalvar at brúka
til livfisk á alistødini í Nes-
vík.
Símun Joensen, stjóri á
Fiskaaling, sigur, at teir fyrr
hava havt avtalur við fleiri
smáar bátar, sum so søgdu
frå, tá teir høvdu fingið ein
stóran kalva, sum Fiskaal-
ing kundi brúka.
Hetta var ein trupul máti
at fáa lívfisk, sigur Símun
Joensen. Fiskarnir komu
spjaddir, ein og ein, og ofta
var tað tvørligt at sleppa
eftir teimum.
Tí hava teir nú valt at
leiga eitt skip og so royna
at fáa fleiri kalvar í senn.
Roynt verður sjálvandi at
fáa so nógvar stórar kalvar
sum gjørligt. Hetta eru
rognfiskarnir. Sjálvandi
skulu onkrir smærri silja-
fiskar eisini til.
Fiskurin verður settur í
høllina í Nesvik, har hann
væntandi verður strokin
komandi vár.
Sum er ganga longu nakr-
ir kalvar har. Teir gýta eis-
ini. Og tað er rættiliga um-
stendiligt.
Fylgt má verða sera gjølla
við, tá kalvin gýtir. Ein kalvi
gytir fleiri ferðir í sesongini.
Tað ganga nakrir tímar
ímillum. Men tað kann vera
ymiskt frá fiski til fisk.
Onkur hevur 60 tímar ímill-
um gýtingarnar. Onkur ann-
ar kanska 70.
So neyðugt er at merkja
kalvarnar, ella beinleiðis
geva teimum navn, fyri at
vita, nær hver er gýtingar-
Kalvarnir fara at ganga á alistødini í Nesvik
búgvin. So verður skrivað
upp, fyri at vera klárur,
næstu ferð brúk er fyri jarð-
armóðir.
Kalvarnir verða so gang-
andi, til teir aftur eru gýting-
arklárir. Tað er ikki so, at
teir verða avtiknir, tá teir
hava gýtt.
Ætlanin er at royna at
fóðra við biologiskum fóðri.
Nevniliga við at sýla æti úr
Sundalagnum at brúka til
alifóður.
At ala kalva tekur drúgva
tíð. Tað fara at ganga fleiri
ár, áðrenn nakað veruligt
úrslit sæst, sigur Símun
Joensen.
Men grannar okkara hava
í fleiri ár gjørt royndir. Bæði
norðmenn, skotar og íslend-
ingar. Serliga íslendingar
eru komnir langt, sigur Sím-
un Joensen, stjóri á Fiska-
aling.
Avlopið av Ovara Vølli í Gundadali er nú lagt á spæliplássið Inni á Gøtu
(Mynd ; Edvard Joensen)
Graslikisgota
Spæliplássið uttan fyri Býlingshúsið Inni á Gøtu hevur
fingið graslíki álagt
EDVARD JOENSEN
Spæliplåssd við Bylings-
húsið Inni á Gøtu hevur nú
fingið graslíki.
Talan er um avlop frá Ov-
ara Vølli í Gundadali, sum
heldur enn at verða blakað
burtur, nú kemur børnunum
Inni á Gøtu til góðar.
Tað er Eigarafelagið, sum
stendur fyri. Formaðurin í
Eigarafelagnum, Niels
Jákup Thomsen, sigur við
Sosialin, at tað var í fjør,
tankin kom fram um at
leggja hesar mátturnar á
vollin.
Ætlanin var í grundini, at
tey skuldu fáa tað gamla
graslíkið, sum varð tikið av
vøllinum.
Men tá tey so fóru at tosa
við menninar, sum løgdu á,
mæltu teir frá at brúka tað
gamla, tí tað var rætt og
slætt ov vánaligt.
Týskararnir hildu, at tað
fór at vera ein vánalig loysn,
um enn hon var bílig: Teir
mæltu heldur til at brúka eitt
sindur av pengum og gera
tað ordiligt.
Eftir at hava vidgjørt mál-
ið í Felagnum, var samtykt
at brúka pengar til klárger
av undirlagnum, sum varð
gjørt av nýggjum.
Síðan vórðu avlopsmáttur
frá nýggja vøllinum fingnar
til vega. Og eru tær so lagd-
ar á nú.
Hetta hevur kostað Eig-
arafelagnum einar 70.000
YRKISÚTBÚGVINGARRÁÐIÐ
Ll. august 1999 er skipanin við
Yrkisútbúgvingarráðnum komin í
gildi. Samstundis er skipanin við
krónur, sigur Niels Jákup
Thomsen. formaður í Eig-
arafelagnum Inni á Gøtu.
Niels Jákup Thomsen
væntar, at tað vera ikki bara
tey smáu børnini, sum fara
at spæla á vellinum. Tey
størru, tey sum hava koyr-
ikort, munnu eisini fara at
renna har okkurt kveldið.
væntar hann
Eisini aðrastaðni í Havn
ini er graslíki lagt á spæli
plássini við býlingshúsini.
Og tá týskararnir komu
Inn á Gøtu, høvdu teir júst
verið á Viðareiði. har partar
av gamla fótbóltsvellinum
í Klaksvík vóru lagdir.
Ráðsfyrisitingin hevur høli í Undir-
vísingar- og Mentamålastyrinum,
og viðtalutíðirnar eru yrkadagar
Foroya Læruráði og víðkaðum
læruráði farin úr gildi.
kl.9-12 og 13-15.
Skútunes seldur
Línuskipið Skútunes av Eiði er selt til Fuglafjarðar og
eitur nú Fuglfirðingur
Yrkisútbúgvingarráðið
Falkavegur 6
Postsmoga 3279 - FO-110 Tórshavn
Telefon: 35 50 50
Telefax: 35 50 55
Teldupostur: yur(Dumms.fo
Heimasíða: | www.skulin.fo/yur
Lærupláss og lærlingar, sum skulu
gera sáttmála sínámillum, umframt
onnur, ið hava erindi viðvíkjandi
yrkisútbúgvingum, skulu eftir
1. august 1999 venda sær til Yrkis-
útbúgvingarráðið.
EDVARD JOENSEN
Línuskipið Skútunes, sum ; -
var heimahoyrandi á Eiði, | B Hr ; sf
er selt til Fuglafjardar, og ;
eitur nå Fuglfirðingur.
Jón Nolsge Olsen í Fugla-
firði keypti skipið í februar.
Fuglfirðingur hevur verið
í somu drift, sum hann var ,
meðan hann var á Eiði.
Hann hevur fiskað háv og
kalva.
Tá royndarfiskiskapurin
eftir kalva er av í heyst,
verður farið aftur at fiska
háv.
Yrkisútbúgvingarráðið er ráð, sum landsstýrismaður-
in í undirvísingar- og mentamálum hevur sett við
heimild í kap. 5 í legtingslóg nr. 94 frá 29. desember
1998 um yrkisútbúgvingar.
mannin, soleiðis at ráðið er mannað við 9 limum.
Uppgåva ráðsins er at viðgera yvirskipað útbúgv-
ingarmál og at geva landsstýrismanninum tilmæli
um tílík viðurskifti samsvarandi heimildunum
yrkisútbúgvingarlógini og samsvarandi viðtekum,
sum eru góðkendar av landsstýrismanninum
Skipanin við yrkisútbúgvingarráði og yrkisnevndum
hevur til endamáls at geva vinnuni ta neyðugu
ávirkanina á yrkis- og arbeiðsmarknaðarútbúgv-
ingar, so at tær í mest meguligan mun samsvara við
I yrkisneyndunum sita fakfólk, sum samtykkja út-
tørvin og førleikakrøvini i vinnuni.
búgvingarreglur fyri tær einsteku útbúgvingarnar
innan karmarnar av lógini og teimum av land-
Í ráðnum hava arbeiðsgevarar og lentakarar 4 limir styrismanninum åsettum kunngerðum.
hver. Harumframt velur landsstýrismaðurin for-
Fuglfirðingur er farin at fiska lívfisk til kalvaalingina í
Nesvík (Mynd: Edvard Joensen)