mikudagur 4. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 144 - 4. AUGUST 1999
tíðindablaðið =
Bygdaleiðir foru framvið
bidandi ferðamanni
Fólkaflutningsleiðarin á
í Strand-
ferðsluni, Heri Joensen, sigur, at tað
ikki eigur at koma fyri, at bussfórar-
arnir ikki síggja ferðafólk, ið standa
við steðgiplássini. Kortini er ikki vist,
at bussurin steðgar við steðgiplássini.
Hetta noyddist ein nipin ferðamaður
at ásanna við bergholsmunnan á
Oyrareingum gjåramorgunin
Høgni Mohr
Snimma tysmorgun stóð ein
maður og bíðaði á steðgi-
plássinum við berghols-
munnan í Kollafirði. Ætl-
anin var at fara við vest-
mannabussinum til Havnar.
Bussurin eitur leið 100, sum
eftir (ferdajætlan skuldi
vera við tunnilsmunnan í
Kollafirði klokkan 7.20.
Hesar upplýsingar veitti
Farstóðin ferðamanninum
kvoldið fyri.
Fleiri bussar koyrdu
framvið steðgiplássinum
hendan morgunin. Nakrir
leigubussar struku í skundi
framvið, og eysturoyarbuss-
urin , Snar, var eisini har.
Sum vera man var gjørdist
bíðandi ferðamaðurin
spentur sum fráleið, og
klokkan nú var farin av
7.20; mundi hin næsti buss-
urin vera hansara...?
Sum sligin á nevið
Jú, mín sann. Løtu seinni
dagar blái bussurin undan í
mótbrekkuni. Vælhýrdi
ferðamaðurin stígur fram-
ímóti bussinum, og sær, at
ferðafólkini í bussinum eru
fáment.
Men gakk. Einasta sam-
band hann fekk við leið 100
hjá Bygdaleiðum henda
fagra morgun, var vinduti
eftirburðurin sum brast uppí
góðtrúna andlitsbráið, tá
bussurin við ferð fór fram-
við. Sum sligin á nevið stóð
ferðamaðurin nú sjálvur
annar, forfjónaður á alfara-
vegi, meðan Bygdaleiðir
hvurvu inn í døkka bergið.
Førarin sá ongan
Fyrsta viðmerkingin frá
Hera Joensen, fólkaflutn-
ingsleiðara á Strandferðsl-
uni, var, at hetta ikki var
gott...
— Eg skilji ikki, hví buss-
førarin ikki steðgaði á.
Stendur fólk við stedgi-
plássið, so eigur hann at
steðga. Hesi boð hava buss-
fórararnir fingið, sigur
bilsni leiðarin.
Hann lovaði, at royna at
finna út av, hvor orsøkin var
til mistakið.
Heri Joensen tosaði seinni
á degi við avvarandi buss-
førara. Hesin segði seg ikki
BY EIÐIR
hb GDALEIÐI!
SAR
Tað er snópisligt at síggja í reyvina á bussinum, tá tú í roynd og veru ætlaði tær við umborð..
hava sæð nakran á staðnum,
og bað so staðiliga um um-
bering. Fólkaflutningsleið-
arin heldur, at bussførarin
ikki hevur hugt nóg væl
eftir.
Miskunsami
kvívíkingurin
Sosialurin spurdi Hera Jo-
ensen, á hvønn hátt fólk
skulu gera vart við seg,
skulu tey vera vís í at sleppa
við bygdaleiðum; um neyð-
ugt er at veitra til tess at fáa
føraran at flyta fótin á
bremsuna við steðgipláss-
ini. Flutningsleiðarin sigur,
at fólk eiga at kunna seta
seg ekkaleys í skylini, ti
bussurin skal stedga.
— Eg fari at tosa vid buss-
føraran enn einaferð, ti eg
vil hava at vita, hví hann
ikki hevur hugt nóg væl,
sigur Heri Joensen at enda.
Burtursmokkaði ferða-
maðurin kom í øllum góð-
um til Havnar, men tað var
ikki við Bygdaleiðum. Ein
Savnsmynd
miskunsamur maskinsmið
ur úr Kvívík tók afturúr-
siglda ferðamannin uppí
bilin, og koyrdi hann suður
í høvudsstadin. Hvorji orð
Bygdaleiðir fingu á vegnum
til Hav nar, verður ikki end-
urgivid her í blaðnum
Grind deyð í Klaksvik
Um hálvgum áttatíðina månakvøldid varð boðað frá grind á Borðovarvík, og
á miðnátt hóvdu 196 hvalir lagt beinini á sandinum í Klaksvík. Týsmorgun
vóru seðlarnir við teimum 2.077 skinnunum býttir út. Grindin sjálv varð býtt í
bæði dráps- og heimapartar
HOGNI MOHR
Mjørki var úti á Borðoyar-
vík seinnapart mánadagin.
Tíðliga á kvoldi klárnaði
knappliga, og tá sást grind
liggja innanfyri aliringarnir
í botninum. Róp kom í bein-
anvegin, og fartelefonirnar
gingu heitar. Fyrstur at boða
frá var Markus Jacobsen á
Norðoyri, ið sostatt eigur
finningarhvalin.
Nógv tær flestu grindirnar
leggja beinini í hesum
mánaðinum, so nú ræður
um at hava reiðskapin
tókan
savnsmynd
Vid sjogv å bak
Grindin varð ríkin suður um
Borðoyarnes, og síðan
norðurumaftur og inn á
Pollin. Av sýðsluskrivstov-
uni við Sandin í Klaksvík
frættist, at grindin gekk við
úlvaferð. Um áttatíðina
vóru færri enn tíggju bátar
hjá grindini, ið longu fór við
sjógv á bak úteftir. Ein tími
er at sigla av Klaksvík og
inn á Bordoyarvik, og fjøld
av bátum stevndi alt fyri eitt
út eftir Klaksvíkini. Longu
tveir tímar seinni var grind-
in ríkin inn um keiina.
Um miðnáttarleitið var
drápið liðugt; eitt sindur
striltið gekst at fáa hendur
á onkrar hvalir, ið gingu eft-
ir, men kortini gekk drápið
sera væl.
Eitt ár í grindaloysi
Norðoyingar hava verið
grammir eftir grind, og væl
hevur gingið at fingi alt til
høldar í líggja veðrinum.
Seinast grind varð hildin til
í Klaksvík var hin 26. aug-
ust í fjør. Ta ferðina løgdu
49 hval beinini, og skinnini
vóru 406 í tali. Hendan
grindin munaði ikki nógv í
kaggunum í Klaksvík, men
tað bilti ikki, tí longu ólav-
svøkudag var onnur grind
deyð norðuri í Klaksvík.
Hon var væl stórri; 170
hval, sum máldir vórðu upp
til 1.480 skinn.
Flestu grindir í august
Klaksvík er hvalvág við lít.
Sambært hagtølum á Nátt-
úrugripasavninum eru tað
bert miðvingar, ið hava
hildið fleiri grindum til enn
klaksvíkingar síðan 1709, tá
grindaskrásetingin byrjaði.
Onnur hagtøl frá sama
stovni, benda somuleiðis á,
at føroyingar eiga at hava
grindareidskapin tøkan og
hvestan i hesum døgum.
Nógv flestu grindirnar
leggja beinin! í august-mån-
aði. Teimum ið eisini geva
havinum gætur um hetta
mundið, fellur finningar-
hvalurin kanska í lut...