hósdagur 5. august 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 145 - 5. AUGUST 1999
fólkunum vit hitta á ferðini
framvið Grønlandi, Kanada
og Sibiria. Í bókum, grein-
um og fyrilestrum og ikki
minst á heimasíðum fara vit
at royna at gera hesa mynd
tóka millum fólk, sigur
Anders Bilgrim, ið sjálvur
er stigtakari og leiðari á
ferðini. Skipari er Robert
Peary, sum er royndur sjó-
fari í íshavi. Harumframt er
hann vanur at føda seg við
tí, ið Grønlendska náttúran
hevur at bjóðað. Hin grøn-
lendingurin, Frederik
Lynge, fer at standa fyri
filmsupptøkunum á ferðini.
Joel Cole er við sum journ-
alistur.
Báturin uppkallaður
Ferðaliðið verður seinni
stórri. Stendur tað til núver-
andi manningina, sleppur
ein russari umborð áðrenn
teir koma til Sibiria. Helvtin
av ferðini gongur framvið
hesum velduga landi. og tá
er ein fyrimunur at hava
onkran, sum dugir mál og
síðir, og Kanska er stað-
kendur. Ætlanin var, at ein
russari skuldi vera við frá
byrjan, men hesin myns-
traði av áðrenn teir loystu á
Longulinju. Hann fekk sær
knappliga eina aðra konu.
Fyrrverandi konan spurdi tá
beinanvegin, um hon ikki
kundi sleppa við í hansara
stað. Tað slapp hon ikki.
Ístaðin var báturin uppkall-
aður eftir henni...
Eru væl fyri
Ferðina er fíggjað við spon-
sorpengum og ókeypis tól-
um. Treytin, summir av
teimum 36 sponsorunum
hava sett, er, at manningin
gevur teimum nágreiniliga
frágreiðing um, hvussu tól-
ini hava roynst. Aðrir ætla
sær at nýta myndir frá ferð-
ini í marknadarføringini.
Sjålvur glastrevjabåturin, ið
nú stendur uppi á turrum í
Runavík er eisini partur av
sponsoravtalu. Meðan
djarva manningin fekk eina
seinking at dragast við, fáa
bátaframleiðararnir tíbetur
at vita, hví. Og tað hevur
týdning í framleiðsluni.
Hóast botnskaða og aðrar
seinkandi trupulleikar, teir
hava havt undir fyrireiking-
unum og á ferðini, eru
menninir væl fyri. Teir hava
hvørjaferd megnað at loyst
allar trupulleikar, ið hava
stungið seg upp.
— Vit halda áfram. Ella,
sum tit taka til í Føroyum:
Vit herja á, sigur brosandi
Joel Cole, avgjørdur…
Gott at strand
i Føroyum
Skemtingarsami Frederik
Lynge, spurdi um Sosialurin
ikki vildi sponsorera nakrar
nætur á sjómansheiminum.
Afturfyri skuldi blaðið
sleppa at tosa við teir ein
hálvan tíma, hvønn dag,
meðan bíðað verður í land-
inum...
Lagið á grønlendska
myndatøkumanninum var
serliga gott. At enda helt
hann fyri, at nú báturin hev-
ur fingið skaða, var tað gott
at tað hendi í Føroyum.
— Hetta er besta stað, eg
havi verið strandaður...
tíðindablaðið
Sirm i sjoroki
Strandaðu pólfarnir frå vinstru: Robert Peary,
Fredrik Lynge, Anders Bilgrim og Joel Cole, ið
handar Tór Verland fløgurar, ið teir sigldu til
Foroya
Mynd: Alvur Haraldsen
Tónleikabólkurin Sirm, við Tór Verland á odda, valdi at flyta nýggju flóguna heim við pólfari-
num, Olgu. Fyrstu eintókini vóru handað sangaranum og sellospælaranum umborð á uppdrigna
bátinum í gjårkvøldid. Fløgan verður at fáa fríggjadagin
HOGNI MOHR
Í morgin verður nýggja
fløgan hjá bólkinum, Sirmi,
við Tór Verland Johansen,
skaldi og tónleikara, at fáa
í Føroyum. Fløgan er tikin
upp í Danmørk, og marg-
faldað í Týsklandi.
Við opna glastrevjabåti-
num, Olgu, varð fløgan flutt
til Føroya. Á leiðini varð
lagt at í Noreg og Hetlandi,
og í gjár varð fløgan handað
Tór Verland, ið er oddamað-
ur í Sirminum. Handanin
fór fram uppi á turrum í
Runavík, har Olga verður
umvæld.
Ein av pólfararunum, Joel
Cole, fekk áðrenn fráferðina
við Longulinju í Keyp-
mannahavn samband við
ein føroying harniðri, sum
er knýttur at útgávufelag-
num, Tutli. Hesin spurdi,
um ævintýrararnir íkki
kundu flyta fløguna til Før-
oya, og tað var í fínasta lagi.
Sello og rødd
ganga aftur
Vit kenna øll bólkin Safir,
við Tór Verland og Janusi
Trygvasyni, sum við fløg-
uni við sama navnið gingu
siðursgongd um landi; ser-
liga við høgru hond, ið góð
var til at taka, tá ástóð...
Tór Verland sigur, at hann
nú hevur slept takinum á tí
gamla, og við nýggja bólk-
inum hevur roynt at gjørt
eina fløgu, sum er merkt av,
at talan er um eitt rættiligt
orkestur.
Selloin, sum eyðkendi
Safirfløguna, er sloppin
framat i 5 av teimum 10
løgunum á nýggju útgávuni.
Somuleiðis gongur røddin
á Tori aftur í Sirminum.
Verður ikki
orgulbyggjari
Søgan um tónleikaran Tór,
er klassiska søgan um mus-
ikalska heimið, har tónleik-
urin hevur verið fastur tátt-
ur. Abbin var navnframi
orgulbyggjarin Verland Jo-
hansen, ið dugdi at spæla á
heili tólv ljóðferi. Påpin er
eisini orgulbyggjari.
Fyri Tór hevur pípan tó
fingið annað ljóð. Hann við-
gongur, at hann neyvan
verður orgulbyggjari sjálv-
ur. Honum dámar betur at
smíða løg og yrkja, og flestu
lógini á Sirmfløguni eigur
Tór. Ein tekst hevur Bárður
Persson kortini gjørt, og
hesum sanginum væntar
Tór sær nógv av.
Tiggju perlur
Tónleikarar á fløguni eru
umframt høvudsnavnid Tór
Verland, Hans Petur í
Brekkunum, Palle Hjort,
Mads Jørgensen, Frederik
Jørgensen og Lars Petersen.
Tónleikararnar hevur Tór
Verland sjálvur valt sær eftir
tørvi.
Upprunaliga hevði Tór
Verland ætlanir um at gera
eina nýggja Safirfløgu sam-
an við Janusi Trygvasyni.
Henda ætlanin gjørdist ong-
antíð veruleiki, tí teir báðir
fluttu til Danmarkar, í hvort
sítt herðashorn at búgva;
Tór Verland til Aarhus og
Janus til Keypmannahavn-
ar. Tór Verland heldur, at tað
hevði verið sera torført at
gjørt eina aðrar fløgu í and-
anum á tí gomlu, tí fólk
høvdu kanska í ov stóran
mun høvdu væntað eina
endurtøku av Safir-sjangr-
uni.
Sambært honum er talan
um tíggju einstakar perlur
á nýggju fløguni, sum kom
til landi við beinasomu
pólfarunum...
Havnamaðurin, Tór
Verland Johansen, hevur
smíðað flestu løgini á
nýggju fløguni hjá Sirmi
Mynd: Alvur Haraldsen