hósdagur 5. august 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
NR. 145 - 5. AUGUST 1999
Joel Cole, amerikanskur pålfari:
Teir standa øksl móti øksl og ætla sær at halda fram, hóast stórar umvælinger eru
neyðugar, áðenn Olga aftur verður flotað...
Mynd: Álvur Haraldsen
Olga er uppkallað eftir
kvinnuni, sum ikki slapp
við á ferðini. Orsøkina
til, at kvinnan, Olga,
varð vrakað, var sam-
bært Frederik Lynge,
ingivandi. At havt
bæði kynini umborð á so
lítlum fari kundi elvt til
neistarok, og tað heldur
hann ikki hevði verið
heilt vandaleyst við
1.000 litrum av bensini
omandeks...
Mynd: Alvur Haraldsen
SD
There is never failure - only
different levels of succes
Báturin Olga, ið er uppkallaður eftir kvinnu, sum ikki slapp við á ætlaðu pólferðini, krevur stórar åbøtur, áðrenn
ráðiligt er at leggja frá landi aftur. Kortini ætlar dirvisgóða manningin at halda áfram á leiðini kring Norðpólin.
— Ella, sum tit taka til í Føroyum: Vit herja á, sigur Joel Cole avgjørdur
HOGNI MOHR
Hevdi ferðaætlanin hildið,
var glastrevjabåturin longu
farin um suðurendan í
Grønlandi, Hvarvið. Men á
einum bátavogni uttanfyri
høllina hjá AWI-boats hjá
Aðalsteini Antoniussen í
Runavík, stendur båturin, ið
eitur Olga.
Lítla Olga er álitið hjá
teimum fýra pólfarunum,
amerikumanninum, Joel
Cole, dananum Anders Bil-
grim og grønlendingunum
Robert Peary og Frederik
Lynge. Drivmegin á 18 fót
langa og 6 fót breiða glas-
trevjabåtinum sprikir úr 280
vælgøddum Suzukihestum.
Fullfermdur, vid hålvum-
fjóra tonsi, gongur hann
einar 35 mil.
Báturin tykist ómetaliga
lítil til endamálið; at sigla
kring Norðpólin. Men, tað
er einasta endamál við báti-
num; at sigla. Teir fýra
vænta ikki at vera umborð
longur enn eitt samdøgur,
hvørja ferð. Lagt verður at
landi at sova í tjaldi. Her í
Føroyum hava allir kortini
fingið heita song at sova í.
Hesum hava verforeldrini
hjá Joel Cole skipað fyri.
Umvæla sjálvir
Orsøkin til, at báturin longu
stendur uppi á turrum aftur,
hóast einans vika er farin
síðan varð flotaður á Long-
ulinju í Keypmannahavn, er
umfatandi botnskaði.
Sjógvur er komin ímillum
glastrevjaløgini, og tískil
eru lógini loysnað, hvort frá
øðrum. Orsøkin til skaðan
er enn ókend.
Stórar åbøtur eru neyðug-
ar, og fyri hesum umvæl-
ingum standa ævintýrarar-
nir sjálvir, tí teir á AWI eru
farnir í summarfrí. Vænt-
andi kemur ein serkønur
maður úr Danmørk fyrsta
dagin. Hesin skal kanna til-
farið, ið brúkt varð at
styrkja bátin við harniðri.
Fyribils eru leysamotor-
arnir loystir og settir undir
tak, og báturin verður nú at
holvdur, so farast kann und-
ir umvælingin av botninum.
Dekkið er alt sagað upp, so
kjølurin liggur berur. Undir
dekkinum var ein stórur
bensintangi, sum var farin
at leka. Hetta var uppruna-
liga orsøkin til. at báturin
varð tikin upp á turt, og
skaðin í glasvevnaðinum
tilvildarliga kom til sjóndar.
Tangin er burturtikin, og
verður ikki settur í aftur.
Ætlanin er at spræna skúm
í kjalarrúmið ístaðin.
Eygleiðaratúrur
Teir fýra garparnir vita væl,
at hóast ferð teirra fevnir um
eini 5 summer, er hon rætt-
iliga stórætlað. Nú teir
verða so nógv seinkaðir, eru
teir nøgdir, um teimum
eydnast at sleppa vesturum
Hvarvið og røkka Qaqortoq
í ár. Har hava donsku báta-
framleiðararnir, ið hava
stoypt Olgu, eina verk-
smiðju, sum kann taka sær
av bátinum.
Eins væl, og talan er um
eitt ævintýr, er túrurin eisini
ein eygleiðaratúrur.
— Vit ætla okkum at bera
fram eina nútíðarmynd av