fríggjadagur 6. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: | Dagfinn Olsen Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76, |
Jan Múller | Jonhard Hammer | John Johannessen | Jens Kristian Vang | 10 Tórshavn |
Fe | Dagbjort S. Hansen | Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen | Telefon: 311820 |
Blaóstjóri: | | Eydun Klakkstein | Útgevari, uppseting: | Telefax. 314720. —
Eiríkur Lindenskov | Blaðfólk: | Høgni Mohr | Sp/f Sosialurin e-mail: post Qsosialurin.fo
internet: www.sosialurin.fo | Áki Bertholdsen, ítróttarskrivari: | Bústaður:
Turið Kjølbro
Stórir partar av landinum
koma at liggja við
ongum fiskirættindum
— Á sama hátt sum tað er hent í Ís-
landi. Tí kann Heini O. Heinesen,
formaður í vinnunevndini, ikki taka
undir við viðmerkingunum hjá lands-
stýrismanninum, í hvussu so er ikki,
Emil L. Jacobsen Prent: Dimmalætting
Landsstýrið fekk ein
dyggan frammaná
Oddagrein
Landsstýrið fekk ein dyggan frammaná,
tå Logtingið vidgjørdi ólavsokuroðu løg-
mans týsdagin. Ikki frå einum andstødu-
tingmanni, men frá samgongutingmann-
inum, Bjarna Djurholm. Formaðurin í figgj-
arnevndini fór so harðliga fram ómóti figgj-
ar- og búskapðarpolitikkinum hjá lands-
stýrinum, at var talan um eitt annað land,
so hevði tað fingið avleiðingar, tí so grov
var undirmetingin.
Atfinningarnar vóru í høvudsheitum tvær:
I fyrstu syftu ímóti ti yvirorðnaða fíggj-
arpolitikkinum, sum hevur havt við sær,
at fíggjarlógin bólgnar so nógv, at tað tekur
grundarlagið undan »veruligum« fullveld-
ispolitikki. Og í aðru syftu ímóti framferðini
hjá landsstýrismanninum i figgjarmålinum
fyri ikki at hava arbeitt nóg konstruktivt
undan ionarsamráðingunum í vår, sum
endaðu við eini stórari lønarhækking.
Bjarni Djurholm hevur partvíst rætt í sínum
atfinningum. Tað er i andsøgn við alla
ætlanina um fullveldi og ætlanina at skerja
rikisveitingina í eitt åvist áramál at lata
figgjarlogina vaksa so nógv, sum verandi
fíggjarlóg, og sum síðani er vaksin við
fleiri eykajáttanarlógum. Verða tær fram-
roknaðar, hækkar fíggjarlógin einar 180
milliónir krónur. Tað er ikki logið, at Bjarni
Djurholm illneitast. Og so langt kunnu
nógv verða samd, men tá hann so fer at
reksa upp fyritreytirnar fyri fullveldinum -
kendu borgarligu ynskini hjá Fólkaflokki-
num - fær hann sjálvandi ikki viðhjald úr
einum vinstrasinnaðum sjónarhorni.
Taka vit málið um lonarsamráðingarnar,
so hevur Bjarni Djurholm partvíst rætt í tí,
at fíggjarmálaráðharrin kundi havt linkað
um lønarkrøvini frá fakfeløgunum. Tað
kundi hann havt gjørt við t. d. at lætt
skattatrýstið, tikið av oljugjaldið ella diffe-
rentierað meirvirðisgjaldið. Slík tiltok
høvdu hækkað reallonina hjá føroyska
løntakaranum, so keypiorkan gjørdist
betri. Og vit høvdu varðveitt tað góða
kappingarforið, sum vit hava vunnið sein-
astu árini. Tá hetta er sagt, skal kortini
einaferð enn slåast fast, at fakfeløgini
samráðast ikki um skattalættar ella líkn-
andi, men um bøtt lønar- og sáttmálavið-
urskifti. Samanumtikið, átti landsstýrið at
handfarið sáttmálaspurningin skynsamari,
tí oll vóru vitandi um, at krovini fóru at
gerast stór. Og rúm hevði verið fyri einum
skattalætta, ti inntøkuvøksturin hevur ver-
ið metstórur! Hvassar atfinningar - ikki frá
andstødu, men frá samgongu.
Spurningurin er so, um nakað býr undir,
ella talan er um vanligar fólkaflokslótir?
Sosialurin
tá ið talan er um umseteligheit. For-
maðurin hevur sínar egnu viðmerk-
ingar í álitinum, sum er óvanligt og
óhoyrt
OLAvur Í BEITI
Eftir 1. viðgerð 3. august
varð uppskotið um vinnu-
ligan fiskiskap beint i vinn-
unevndina, sum 4. august
1999 legði fram álit eftir at
nevndin undir viðgerðini
heyði havt fund við lands-
stýrismannin í fiskivinnu-
málum
I áliunum verður sagt, at
ein samd nevnd tekur undir
við málinum, men Jógvan
á Lakjuni, Jákup Suni Jo-
ensen, Henrik Old, Dan R.
Petersen, Alfred Olsen og
Jákup Sverri Kass við-
merkja, at teir ikki hava tik-
ið stóðu til tær viðmerking-
arnar, sum landsstýrismað-
urin førir fram sum grund-
arlag fyri lógaruppskoti-
num, við tað at høvi verður
til at viðgera hesar spurn-
ingar seinni.
Viðareiðissemjan
Heini O. Heinesen við-
merkir, at tá ið lógin um
vinnuligan fiskiskap varð
broytt frå kvotum til fiski-
dagar, varð sagt, at sjálv
beinagrindin í lógini skuldi
fylgjast, t.v.s. at tað prosent-
býti, sum stendur í lógini
varð standandi í lógini.
— Men vinnunevndin
broytti markið ímillum bólk
4 og 5 soleiðis, at markið
varð flutt frá 20 niður til 15
tons, og tilsvarandi prosent-
partur varð fluttur frá bólki
5 upp til bólk 4. Meiningin
hjá nevndini var, at bátarnir
niðan fyri 15 tons ikki
skuldi koma undir reguler-
ingina við fiskidøgum, men
skuldi regulerast á annan
hátt í tráð við býtið í lógini.
— Tá til stykkis kom, bleiv
ikki semja um at halda bát-
arnar niðan fyri 15 tons utt-
an fyri skipanina. Tað, at
hesin bólkur kom undir
fiskidagaskipanina, hevur
skapt teir størstu trupulleik-
arnar við skipanini. Hetta
stríðið endaði við „viðareið-
issemjuni”, har bólkurin
fekk tillutað eitt munandi
dagatal aftrat.
Trupulleikar
Og víðari sigur formaðurin
í Vinnunevndini, at bátarnir
millum 15 og 20 tons blivu
fluttir upp í bólk 4. hevur
skapt ávísar trupulleikar í
skipanin. Tað hevur vist
seg, at fiskiloyvini til bátar
millum 15 og 20 tons eru
nógv fleiri í tali, enn vinnu-
nevndin fekk upplýst, tå
hetta varð gjørt (31 fiski-
loyvi). Bólkur 4 A er í dag
tann størsti bólkurin oman
fyri 15 tons, við heilum 56
veiðiloyvum og 4461 fiski-
døgum, t.v.s. 80 dagar í part
um árið.
— Um man framroknar
nyttar fiskidagar i hesum
fiskiårinum, verda 31. aug-
ust 2282 nyttir dagar, t.v.s.
51 %, smb. upplýsingum frá
skipanarnevndini. Teir, sum
siga seg hava teir størstu
trupulleikarnar av at hava
ov lítið av fiskidøgum, eru
teir bátarnir í hesum bólki,
sum verða væl riknir og ikki
hava íslandsloyvi, sum ger,
at teir kunnu vera part av
árinum uttan fyri skipanina.
Bólkurin fær harumframt
tillutað dagar á bankanum,
sum teir í nógvum fórum
ikki fáa gjørt nýtslu av, tí at
nógvir av bátunum eru so
smáir.
Partar fluttir
Heini O. Heinesen kundi
hugsað sær, at partur av
døgunum á bankanum hjá
bólki 4 A vórðu tillutaðir á
landgrunninum.
— Tað kann undir ongum
umstødum vera rætt, at båt-
ar við íslandsloyvi skulu
hava sama dagatal, sum teir,
ið ikki hava slíkt loyvi.
Sjálvandi skuldu hesir fing-
ið eitt hægri dagatal tillutað.
Men hetta kann ikki so væl
lata seg gera, soleiðis sum
lógin er orðað í dag.
Onga meining
Og viðvíkjandi umsetilig-
heitini, sigur Heini O.
Heini O. Heinesen, løgtingsmadur
Heinesen, at bátar við ávik-
avist 80 og 98 døgum skulu
út at keypa sær fiskidagar í
sínum egna bólki í kapping
við stór effektiv skip, tá
mánaðir eru eftir av árinum.
Tað gevur yvirhøvur onga
meining at tosa um umseti-
tu)
stórur partur av flotanum
ikki er fevndur av fiskidaga-
skipanini. Tað hevur alla
tíðina verið meinigin frá
byrjan av, at fiskirættindi
skuldu kunna umsetast, í
hvussu so er innan fyri
hvønn bólkin sær.
— Fara vit nú at selja fisk-
idagar frá útróðrarflotanum
til stór skip, økja vit mun-
andi um veiðutrýstið. Verða
hesi rættindi seld til ognar,
er stórur vandi fyri, at út-
róðrarflotin verður burtur
um nøkur få ár. Herafturat
kemur, at bólkurin av línu-
bátum, sum roynir á føroy-
agrunninum, er ivaleysa
stórur sum er. Hetta kann
bara enda við tí, at ongin av
hesum bátunum fær rakst-
urin at hanga saman.
— Urslitid av hesum verð-
ur so tað, at alt endar í teim-
um ovaru bólkunum, tá
nøkur ár eru farin. Hetta
hevur so tað við sær, at stór-
ir partar av landinum koma
at liggja við ongum fiski-
rættindum, á sama hátt sum
tað er hent í Íslandi, sigur
formaðurin í Vinnunevnd-
ini, sum ikki kann taka und-
ir við viðmerkingunum hjá
landsstýrismanninum.
Hjartaliga takka vit ollum
tykkum, sum vóru við til at
gera silvurbrúdleypsdag
okkara tann 22. Juni so
hugnaligan.
Tøkk fyri morgunsang,
gávur, blómur, fjarrit, sangir
og talur.
Tøkk til kokkar, servetrisur
og øllum tykkum, ið á
annan hátt hjálptu til.
Hjartans tøkk!
Sanna og Erland