fríggjadagur 6. august 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 146 - 7. AUGUST 1999
Danski forsætisráðharrin:
tíðindablaðið
Føroyingar ráða
Í Føroyum
Vilja fóroyingar hava fullveldi, fara danir ikki at seta seg ímóti tí. Men so mugu fóroyingar sjálvir gjalda gildið, sigur
danski forsætisráðharrin, sum vitjar í Fóroyum í hesum døgum
EDVARD JOENSEN
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri segði, tá
hann kom í Vágar í gjár, at
hann fer ikki at seta seg í
móti einum føroyskum
ynski um fullveldi.
Men hann gjørdi púra
greitt, at danir fara ikki at
gjalda nakað fullveldi fyri
tøroyingar.
Tað merkir, sigur Poul
Nyrup Rasmussen, forsæt-
isráðharri, at so verður
blokkurin í eini aðrari stóðu
enn nú.
>Tá fara vit at arbeiða
saman undir somu fortreyt-
um sum aðrir suverenir stat-
ir. Undir heilt øðrum viður-
skiftum enn nú.<
Men avgerðin er eina og
aleina føroyinga. Tað verða
føroyska fólkið, Løgtingid
og Landsstyrid, sum avgera
tad sigur Nyrup.
Við allari virðing fyri før-
oyingum, sigur forsætisráð-
harrin, er tað her í Føroyum,
at avgerðin skal takast.
Vónandi í forstáilsi og virð-
ing fyri hvørjum øðrum,
sigur hann
Forsætisráðharrin sigur,
at einasta heilt greiða ynski
hansara er, at tað verður so
breið undirtøka fyri teirri
avgerð, føroyingar fara at
taka, sum gjørligt. Líka
mikið, hvør avgerðin verð-
ur, sigur forsætisráðharrin.
Danmark er altíð hugað
fyri konstruktivum samrá-
ingum, men búskaparligu
avleiðingarnar eiga føroy-
ingar einsamallir, ger for-
sætisráðharri púra greitt.
Men tað er sera umráð-
andi, at ikki split kemur í,
vísir Poul Nyryp Rasmus-
sen, forsætisráðharrri, á.
Tí søgan hevur vist, at tað
kann fáa sera óhepnar fylgj-
ur, tá ein tjóð kemur í stríð
við seg sjálva.
Strævin tíð
Forsætisráðharrin fer mill
um annað at viðgera altjóða
politikk við løgmann, nú
hann vitjar í Føroyum.
Forsætisráðharrin segði,
tá hann lendi í Vágum, at
hann væntaði, at komandi
árini fara at verða strævin
altjóða politiskt, og at hann
og løgmaður fara at viðgera
hesi tingini undir vitjanini.
Poul Nyrup Rasmussen
segði, at komandi árini
verður altjóða kappingin á
øllum økjum haðari.
Og stríðið, eisini í Eu-
ropa, millum stór og smá
lond, verður eisini at
harðna, segði forsætisráð-
harrin
Hann segði, at hann vil
hjálpa føroyingum, har tað
ber til.
>Tað hevði glett meg, um
vit hildu saman. Og tí verð
ur brúk fyri í tí harða heimi
num, vit liva í í dag,<
forsætisráðharrin.
segði
Búskapurin
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri vildi ikki
siga, um hann fer at lyfta
peikifingrinum, nú hann er
á vitjan í Føroyum.
Í Danmark er nakað væl
gjørt burturúr, at føroyingar
aftur eru farnir at brúka
Forsætisráðharrin
varð umringaður
av tíðindafólki,
tá hann kom
í Vágar í gjár
( Mynd:
Jens Kristian Vang)
pengar.
Tað verður ymsastaðni
lagt út sum, at nú eru vit
við fullari fer á veg aftur í
áttatíaárini.
Men forsætisráðharrin er
varin í sínum orðingum
Poul Nyrup Rasmussen
sigur, at hann fer allarfyrst
at tosa við løgmann og rest
ina av landsins stýri, áðrenn
hann fer at siga nakað al
ment um málið
Um hann yvirhøvur fer at
siga nakað
Forsætisráðharrin sigur,
at sambært avtaluni. gjørd
er Danmarkar og Foroya
millum, eru tað føroyingar,
sum hava ábyrgdina. Og tað
fer hann at virða, sigur Poul
Nyrup Rasmussen.
»Men skuldu føroyingar
havt brúk fyri ráðum, kenn-
ur tú meg nóg væl til at vita,
at tað fari eg at geva teim-
um,< sigur forsætisráðharr-
in.
Holið í framtíðini
Niðurlagið hjá Poul Nyrup
Rasmussen, forsætisráð-
harra, seinast, hann var her,
var, at nú skulu vit seta hol
á framtíðina.
Við ávísing til hetta kenda
holið, sigur Poul Nyrup
Rasmussen, at tað hevur
gingið bara heilt væl síðan
seinast.
Avtalur eru komnar upp
á pláss, og vit er ávegis móti
nýggjum avtalum.
Og hann vónar, sigur for-
sætisráðharrin, at føroying-
ar og danir eisini kunnu
standa saman åvegis móti
góðum føroyskum avtalum
í Europa, har fleiri sera týð
Anfinn Kallsberg
løgmadur,
var í Vágum
og tók í moti
Poul Nyrup Rasmus
og forsætisráð
harrafúuni, Lone Dyb-
kjær, sum komu við
rutuflogfarinum
hjá Atlantsflog
fyrrapartin 1 gjar
sen
gJa
Mynd: Jens Kristian Vang
andi handilsavtalur standa
fyri framman
Eisini hugsar hann um
EU politikkin, sum føroy-
ingar heldur ikki sleppa
undan at hava eina støðu til
Kennir ikki málið
Um málið við amerikansku
lernaðarskjólunum. sun
s1gast avdúka, at danir av
reiddu føroyingar undir
kalda krignum, sigur for
sætisráðharrin stutt, at hann
hevur onga hóming av, hvat
tosað verður um
Hann kennir einki til
nevndu kanning, og vil tí
ikki siga nakað sum helst
um hana
Men hann hevur gjøgnum
pressuna frætt eitthvørt um,
at onkur hevur kannað nøk-
ur skjól, sigur hann.
Og tað kann vera, at tað
er onkur, sum brúkar hetta
høvid at loypa split í við-
urskiftini landanna millum.
Forsætisráðharrin vil yv-
irhøvur ikki gera viðmerk-
ingar til eina kanning, hann
ikki kennir.
»Men tað er heilt greitt,
at tey, sum vilja brúka hesa
kanningina til at loypa split
í viðurskiftini millum Dan-
mark og Føroyar, arbeiðia
til fánýtis. Tað fer ongantíð
at eydnast teimum,< sigur
ein avgjørdur forsætisráð
harri.