fríggjadagur 6. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EA
NR. 146 - 7. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Strandaferðslan
fær fleiri pengar
úr landskassanum
Politiskur vilji er ikki til at hækka ferðaseðlaprísirnar, tí
má Strandferðslan fáa fleiri pengar úr landskassanum,
nú útreiðslurnar hækka í hvørjum
EYÐUN KLAKKSTEIN
Strandferðslustjórin vil
sleppa at hækka ferðaseðla-
prísirnar, nú útreiðslurnar
hjá Strandfaraskipum Land-
sins (SL) eru hækkaðar
munandi.
Í gjár segði Reidar Nón-
fjall við Sosialin, at tíðin er
komin at endurskoða ferða-
seðlaprísirnar, og Strand-
ferðslan hevur heitt á vinnu-
málastýrið um at hækka á-
vísar prísir, serliga fyri flut-
ning av akførum um firðir-
nar.
Men sambært landsstýris-
manninum við samferðslu-
málum kemur ein hækking
av ferðaseðlaprísinum hjá
SL ikki upp á tal.
— Vit hava fleiri ferðir
kjakast um og kanna møgu-
leikarnar fyri at hækka prís-
irnar á ferðaseðlunum, men
politiskur vilji hevur higartil
verið ikki til tað. Tí verður
neyðugt við hægri játtan til
Strandferðsluna, um út-
reiðslurnar nú hækka, sigur
Finnbogi Arge, landsstýris-
maður.
Partur av
økismenning
SL fær sostatt ikki loyvi at
hækka ferðaseðlaprísirnar,
hóast tað gerst dýrari at reka
stovnin, og hóast ferða-
seðlaprísirnir hava hildið
sær á sama stødi í nógv ár.
— Ferðaseðlaprísirnir eru
liður í politikkinum um
økismenning, og eg ætli
mær at fylgja politiska vilj-
anum, sum er á hesum øki,
sigur Finnbogi Arge.
Hann sigur, at áheitanin
frá Standferðsluni um at
hækka ávísar prísir ikki er
liðugt vidgjørd enn, og at
viðgerðin heldur fram nú
uppskot um fíggjarlóg verð-
ur løgd til rættis, men hann
dugir ikki at imynda sær, at
politiskur vilji verður til at
hækka ferðaseðlaprísirnar.
Øll gjalda meira
Tá politisk avgerð er tikin
um, at ferðaseðlaprísirnir
ikki skulu hækka, verður
samstundis sligið fast, at all-
ir føroyingar í stórri mun
skulu gjalda fyri at reka
Strandferðsluna.
Verða ferðaseðlaprísirnir
hækkaðir, merkir tað, at
brúkararnir, sum ofta búgva
í útjaðaranum, skulu gjalda
meira. Hinvegin merkir tað,
at tá Strandferðslan skal
hava fleiri pengar úr lands-
kassanum, verða tað allir
føroyingar — eisini teir, sum
ikki brúka Standferðsluna
so nógv — sum skulu gjalda
meira.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, heldur, at
tað er rímuligt, at tey, sum
brúka tænasturnar hjá
Strandferðsluna, eisini
gjalda fleiri pengar fyri tær,
tá tær gerast dýrari at reka.
Men hesum fer hann ikki
at fáa undirtøku fyri í vinnu-
málastýrinum.
Eingin hækking fyri
framman |
Seinastu árini hevur polit-
„=
iskt grundarlag ikki verið
fyri at hækka brúkaragjald-
ið, men hinvegin heldur at
lata allar føroyingar spýta
fleiri krónur í kassan hjá
Strandferðsluni.
Og hesum politiska vilja
ætlar Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður, sær at fylgja.
Tí kann eg sláa fast, at
eingin hækking av ferða
seðlaprísunum hjá Strand
ferðsluni eru fyri framman,
sigur hann.
Í 1998 fekk Strandferðsl-
an góðar 51 milliónir krónur
úr landskassanum til rakst-
urin.
Finnbogi Arge nds
STyYriISmaður U IKKI NÆKKA
ferðaseðlaprísirnar hjá
Strandferðsluni, hóast
stjórin á Strandferðsluni
ynskir tað
Atlantic Radio ætlar at selja partabrøv
Føroyingar skulu hava møguleikan at
keypa partabrøv i Atlantic Radio,
sum ætlar at økja munandi um sitt
virksemi
EYDUN KLAKKSTEIN
Atlantic Radio, sum hevur
F
verið í luftini i triggjar mån-
aðir, hevur stórar ætlanir.
Felagið ætlar sær at senda
útvarp til allar føroyingar —
å tveimum råsum - og fel-
agið hevur eisini søkt Loft-
midlanevndina um loyvi at
senda sjónvarp.
Og felagið ætlar at bjóða
vanliga føroyingum at fáa
lut í felagnum. Tað ætlar
felagið at gera við at hækka
partapeningin úr 250.000
krónum og upp í 2,5 milli-
ónir krónur, og bjóða 30%
av partabrøvunum út í Før-
oyum.
Lárus Róbert Arason eig-
ur allan partapeningin í At-
lantic Radio, og hann ætlar
sær sjálvur at seta fleiri
pengar í felagið.
— Ætlanin er at brúka
partapeningin til at keypa
nýggja útgerð fyri, og so
reka eitt felag, sum er skuld-
arfrítt, sigur hann við Sosi-
alin.
Rásin hevur fingið
góða byrjan
Atlantic Radio hevur sent í
midøkinum síðani 7. maí í
ár, og stjórin í felagnum let-
ur væl at fyrstu trimum
mánaðunum.
— Alt hevur gingið nógv
betur, enn vit høvdu vænt-
að. Vit hava fingið stórri
undirtøku og hava havt
fleiri lurtarar, enn vit
frammanundan høvdu
væntað, sigur Lárus Róbert
Arason
Sambært stjóranum í
felagnum gongur eisini væl
at selja lýsingarnar, sum
skulu fíggja virksemi hjá
Atlantic Radio.
Knappliga 20 fólk arbeið-
a meira ella minni fyri At-
lantic Radio., sum ætlar sær
at víðka um sendigki.
Atlantic Radio ætlar at
økja munandi um virksemi
hjá sær, men fyrst skal
loftmidlanevndin taka
stóðu til umsóknirnar frá
felagnum
Samstarva við danir
Innan tríggjar mánaðir
skulu 80% av øllum føroy-
ingum hoyra Atlantic Rad-
io, og felagið samráðist í
løtuni við útvarpsrás í Dan-
mark um at endurvarpa tíð-
indi beinleiðis frá Atlantic
Radio í Keypmannahavn,
umframt at onkrar sending-
ar hjá Atlantic Radio skulu
sendast i danska høvuds-
staðnum.
Atlantic Radio ætlar sær
at senda á tveimum ymisk-
um rásum framyvir. Hetta
verður gjørt fyri betri at
kunna spæla tónleik og gera
tilfar til ávísar aldursbólk-
ar.
Sum nú er, roynir Atlantic
Radio at raka allar bólkar,
men framyvir er ætlanin at
hava eina rás fyri tey ungu
og eina rás fyri tey til-
komnu
A hesum rásum skal pláss
so verða fyri at senda alt frá
techno og house til tey ungu
og country og fólkatónleik
til tey tilkomnu
Vit kappast líka so nógv
við útlendskar rásir, sum
verða sendar yvir fylgi-
svein, og tí er tað gott fyri
føroyska samfelagið, um vit
koma at standa okkum í hesi
kapping. heldur Lárus Ró-
bert Arason