Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo SN Jan Múller Blaðstjóri: Eiríkur Lindenskov | Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr ít skrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang to Haraldsen ve uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 3 110 Tórshavn | Telefon: 311820 | Telefax. 314720 | | e-mail: post &sosialurin.fo | Prent: Sosialurin Avdúking - tó ikki nokur nýggjheit Oddagrein Nú er staðfest í skjølum, at danir góvu amerikumonnum lov at seta upp eina serliga amerikanska stoð inni á NATO- stoðini í Sornfelli uttan at foroyingar vistu av hesum. Tíðindini koma úr foroysku kanningini um hernaðarmálið í Føroyum og tey vórðu sjálvandi fyrst borin í donskum fjølmiðlum, áðrenn føroysku fjølmiðlar fingu fatur á niðurstoðuni í frágreiðingini. Tíðindini eru kortini ikki ein «nyggjheit». Tað nýggja er, at nú er staðfest, at danskir stjórnarmyndugleikar fóru fram á sama imperialistiska hátt, sum USA hevur nýtt í Evropa og so manga aðrastaðni. Mynd- ugleikin á staðnum varð settur til viks og vanlig fólkaræðilig framferð fanst ikki í slíkum viðurskiftum. | hesum viðfangið skulu vit kortini minnast til, at stoðan í heiminum var spent í fimtiárunum, og sum partur í Vesturheiminum máttu danskir stjórnarmyndugleikar eisini svølgja onkran hersknan bita. At hann so eisini var gald- andi fyri Foroyar er vituligt. Tá sagt varð oman fyri, at tíðindini eru ikki nýggj, so er tað tí, at longu í fyrru helvt í åttatiårunum avdúkaði danska blað- ið Forsvar, at inni á NATO-stødini í Sorn- felli var ein serliga amerikansk stoð, sum amerikanska verjumálaráðið Pentagon stýrði. Tá leiðslan í Mjørkadali «lat upp» og bjóðaði pressu og Løgtingi at síggja stoðina, vísti ovastin eisini gestunum ta amerikansku stoðna, sum eisini varð nógv umredd um hetta mundið. Spurningurin er so, hvussu nógv fekk Foroya Landsstýri at vita. Fekk lands- stýrið, sum Kristian Djurhuus var løg- maður i, nakað at vita undan valinum i 1958. Ella fekk Petur Mohr Dam nakað at vita, eftir at hann var vorðin løgmadur í 1959. Vit minnast jú, at víðgongdir - serliga tjóðveldismenn - skuldsettu P.M. Dam fyri at hava góðtikið, at ein NATO-stoð skuldi byggjast í Mjørkadali og í Sornfelli. Fólka- fundur og mótmælisgonga varð skipað, tá legmaður kom heim við Tjaldrinum Pálmasunnudag, eftir at hann hevði sam- ráðst við danir um pensjónir og vinnuliga og verkliga útbygging í Føroyum. - Vórðu nøkur kravboð sett landsstýrinum tá, ella segði danska stjórnin einki? Vórðu nøkur kravboð sett landsstýrinum tá, ella segði danska stjórnin einki? Vónandi gevur kanningin okkum sakligar upplýsingar til nýggjaru segu okkara, og vónandi verður hon ikki misbrúkt - politiskt ella persónligt. Sosialurin Klárleggja eina fløkta byrjan Umframt at skapa eitt gott grundarstødi at byggja á, er umráðandi, at vit ikki enda í somu eyðmýkjandi stóðu sum grannar okkara fyri vestan, har tað eydn- aðist kapitalinum at „ræna arvin“, hesa ogn alra, íslendingum til lítlan sóma og ivasama trygd, sigur Jenis av Rana m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning OLAvur Í BEITI Jenis av Rana vil i 10 spurn- ingum til landsstyrismannin i almanna- og heilsumålum m.a. hava at vita, hvør hevur rættin at samráðast og taka avgerðir um samstarv ella ikki innan gransking, her- undir arvagransking, mill- um almennu Føroyar og aðrar tjóðir? Eisini spyr hann, nær var fyrsta sam- bandið millum Føroyar og íslendskar myndugleikar um arvagransking, og á hvørjum stødi/vid hvønn (alment ella privat, vid pol- itikkarar ella embætismenn) var hetta samband? Og Jenis av rana vil m.a. hava at vita um Føroya Landsstyri var kunnad um fyrsta uppskot islendinga um samstarv, og hví varð hetta uppskotið, sum íslend- ingar (leiðarin av DeCode Genetics) siga varð evnað eftir føroyskum leisti, vrak- að? Og um Løgtingid/løg- tingsmenn kunnu fáa upp- runauppskot íslendinga út- flýggja til kunningar og inn- lit í brævaskiftið, sum hevur verið millum almennar før- oyskar myndugleikar og ís- lendsku fyritøkuna DeCode Genetics? I vidmerkingunum til spurningarnar, sigur Jenis av Rana m.a., at her hjå okkum fekk kjakið um arv- agransking so 6hepna byrj- an, sum hugsast kann. Ofyrireikad varð roynt at brábyrja, hetta voldi ein 6- tryggleika stórri enn hin náttúrliga væntada, og royndirnar síðani frá lands- stýrisins síðu at greina mál- ið, hava verið alt annað enn álitisskapandi. — Flestu munnu kenna myndina av týdninginum av, at grundin, ið bygd verð- ur á, heldur. Spurningar Miðfloksins eru ein roynd at klárleggja tað fløktu byrj- anina, sum málið fekk her hjá okkum, og meting okk- ara er, at vit ongantíð tosa nóg nógv um henda spurn- ing - hetta stórmál. Um- framt at skapa eitt gott grundarstødi at byggja á, er umráðandi, at vit ikki enda í somu eyðmýkjandi støðu sum grannar okkara fyri vestan, har tað eydnaðist kapitalinum at „ræna arv- in“, hesa ogn alra, íslend- ingum til lítlan sóma og ivasama trygd, sigur Jenis av Rana. A løgtingsfundi 6. august 1999 varð samtykt uttan at- kvødugreisØslu, at fyri- spurngurin skal svarast. Sirm å tonleikamarknadinum Høgni Mohr A nyggju fløguni eru 10 løg. Summi av løgunum eru hørð og áleypandi, meðan onnur eru meira still og yndislig. Torført er í stuttum at greiða frá, hvat slag av tónleiki talan er um. Eitt sindur av hverjum. Fløgan er upptikin og ljóðblandað í Aarhus i døg- unum 4. til 25. juli. Fyri upptøkuni stóð Kaj Klein, og ljóðblandið gjørdi bólk- urin í felag við sama Kaj. Tað er Tom Andersen, ið >mastraði< fløguna í Feed- back Recording í Aarhus. Fløgan er einamest ætlað føroyingum, og tískil eru allir tekstirnir á fóroyskum. Hetta er sambært odda- monnunum í Sirmi, eisini av idealistiskum orsøkum. — Føroyar eru eitt lítið land, og vit eru fáment, ið duga malið. Tað eru einans vit, ið búgva í hesum landi, ið kunnu varðveita tann dýr- grip, ið mál okkara er. Tað ger ongin fyri okkum. Hóast Urnan við T ávirkanin kanska er pinku- lítil, er vónin tann, at henda fløga gerst eitt ískoyti til hesa varðveitslu, siga teir. Bólkurin, Sirm, varð stovnaður fyri tveimum ár- um síðani við tí endamálið at skapa og framføra egin tónleikaverk. Bólkurin er mannaður við royndum tón- leikarum úr Føroyum, Dan- mark og Noreg. Tór Verland Johansen, sangarin í Sirminum, hevur gjørt flestu løgini. Hann er óivað best kendur frá duo 1- ni, Safir, ið gav út fløgu í 1996. Umframt at vera odd- amaður í Sirmi, spælir hann sello og avkustiskan gittara. Hans Petur í Brekkunum er hin føroyingurin í bólki- num. Flest øll tónleikaáhug- að munnu hava hoyrt ynd- islig saksofonspæli hjá Hans Peturi. Í løtuni gongur hann á Rútmiska Konserv- atoriinum í Aarhus, og í mars mánaði í ár var hann í New York og fekk frálæru í saksofonspæli. Teir tríggir donsku tón- HARRIET ANDREASEN fødd tann 5. desember 1945 deyð tann 31. mai 1999 jarðað í Mathæus Kirke, Keypmannahavn, tann 5. juni 1999, verður sett niður í kirkjugarðinum í Tórshavn sunnudagin tann 8. august. Í hesum sambandi verður andakt í Kirkjugarðskapellinum kl. 16.30. Vegna familjuna Beinta og Ole leikararnir í Sirmi, eru Lars Pedersen, el-gittara, Mads Jørgensen, trummur og Palle Hjorth á Hammond- orgul og tangentar. Norð- maðurin, Fredrik Jørgensen spælir el- og kontrabass. Gestatónleikari á fløguni er Thomas Ousager. Hann spælir å slagverk. Tad fer at sirma å Jass- festivalinum, tá bólkurin fer á pall i Norðurlandahúsi- num tórsdagin í komandi viku. Spælt verður frá TØKK Hjartaliga takki eg øllum, sum å ymsan hått mintust og gleddu meg å 90 åra føjingardegi mimum 14. juli. så . . . [ e . A TER : : : : 0 klokkan 20.00 og til 20.50 i Konserthøllini. Talan er um onki minni enn frumfram- førsluna hjå Sirmi i Føroy- um, og øll løgini å nyggju fløguni verda spæld. Ætlanin er sjålvandi at nýta henda góða møguleika, og tískil taka áhoyrarnar á bóli..! Eftir konsertina verð- ur møguleiki a togna sær fløguna »Sirm« fyri festi- valkostnað, ið einans er 100 krónur... Zacharias Miller