leygardagur 7. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 147 --7. AUGUST 1999
tíðindablaðið =
Heilsufróðiliga Starvsstovan ger bart:
Virki i Suduroy
knivin å barkan
Tey hava koyrt slógv á sjógv og tey sleppa nú ikki at keypa
fisk aftur, fyrrenn tey hava fingið viðurskiftini í rættlag
Fiskavirkini í Suðuroynni hava aftur fingið stein oman á byrðu. Afturat øllum eyka-
útreiðslunum tey hava, afturímóti virkjum norðanfjórðs, skulu tey nú eisini gjalda fyri at
sleppa av við slógvið. Hetta er ein álvarslig hóttan ímóti kappingarfórinum hjá teimum
Savnsmynd
AKI BERTHOLDSEN
--Tað er so tungt at ar-
beiða fisk í Suðuroynni, at
mann skal vera meiri enn
idiot fyri ikki at gevast.
So bersøgin er Petur Jo-
hannesen í Vági.
Tað, hann sipar til, er, at
umstødurnar at arbeiða fisk
í Suðuroynni eru ógvuliga
truplar - og tær versna al-
samt.
Sjálvur er Petur Johanne-
sen ein av oddamonnunum
í lutfalsliga nýggja virkin-
um Palm Seafood í Vági.
Hann sigur, at teir, sum
hava fiskavirki í Suður-
oynni, hava so nógvar eyka
útreiðslur at dragast við,
sum virkini norðanfyri ikki
hava.
M.a. er farmagjaldið til
Suðuroynna so dýrt, at tey
betala nógv meiri enn virk-
ini norðanfyri bæði fyri salt,
pakkitilfar og annað.
Alt hetta eru steinar
omaná byrðu, tí í fiskivinn-
uni eru marginalarnir so
smáir, at hvort oyra telur
— Hver einasta eykaút-
reiðsla er tískil ein álvarslig
hóttan ímóti kappingarfør-
inum, sigur Petur Johanne-
sen.
— Men alt hetta ger, at
virkini sunnanfyri mugu
klára seg við munandi
minni skiftisavkast enn
virkini nor'-anfyri.
Og tað er álvarligt, tá ið
hugsað verður um rentabili-
tet og evnini at endurnýggja
vinnuna.
Petur Johannesen sigur, at
virkini í Suðuroynni fingu
við neyð og deyð politik-
ararnar at seta flutnings-
stuðul í gildi, sum fyri ein
part útjavnar eykakostnaðin
av at keypa fisk á uppiboði
og til at flyta tað lidnu vør-
una av aftur landinum.
Ein byrða afturat
Men mikudagin fingu virk-
ini í Suðuroynni so eina
byrðu afturat at bera.
Og hon kom frá Heilsu-
fróðiligu = Starvsstovuni,
sum nú krevur, at eisini
virkini í Suðuroynni skulu
halda lógina.
Og ein av hesum lógum
setir forboð fyri at koyra
slógv á sjógv.
Fyrr fingu virkini nøkur
oyru fyri slógvið.
Men so fór prísurin í botn.
Og nú kostar tað virkjun-
um eyka pengar at sleppa
av við slógvið.
— Tað kostar okkum 41
oyru fyri kilo í farmagjaldi
at flyta slógvið til Havs-
brún, sum eru teir einastu,
sum taka ímóti tí.
— Men afturfyri fáa virk-
ini so 13-17 oyru frá Havs-
brún fyri kilo av slógvi.
— Men eftir eru so enn 24-
27 oyru fyri kilo, sum virk-
ini í Suðuroynni hava í
eykaútreiðslu av at sleppa
av við slógvið.
Hetta hava virkini ikki
sett seg før fyri, so tey hava
koyrt slógvið í havið.
Men nú gekk hetta ikki
longur. Tí mikudagin komu
boð frá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni um at hetta
skuldi steðga beinanvegin.
Virkini fingu boð um, at
tey sluppu ikki at keypa fisk
aftur, fyrrenn tey høvdu
fingið eina loysn á slógv-
trupulleikanum.
Og einasti møguleikin er
at senda tað til Havsbrún.
Einasta orsøk til, at hetta
ikki bleiv tann heilt stóra
vanlukkan hjá virkjunum er,
at tey hava arbeitt við mál-
inum í longri tíð.
Og tað er komið so langt,
at fyrsta dagin verður ein
kvørn tikin í nýtslu, sum
kann mala slógvið, so tað
kann sendast til Fuglafjarð-
ar.
Men umframt at kosta
virkjunum 24-27 oyru eyka
fyri kilo, kostar kvørnin
200.000 krónur at keypa,
umframt fitt av pengum í
rakstri, so alt í alt er talan
um eina munandi eykaút-
reiðslu.
Petur Johannesen sigur, at
allar eyka útreiðslurnar eru
so álvarsligar fyri kapping-
arførid, at teir fara at taka
málið upp við politikarar-
nar. M.a. fara teir at vísa á,
at aðrastaðni, har umhvørv-
islégir eru í gildi, er tað ikki
kappingaravlagandi at halda
tæ. Tvs, at er tað nakað sum
skal burturbeinast, betalir
tann, sum er langt frá, tað
sama sum tann, sum er beint
við.
Suðuroyingar halda eis-
ini, at tað er løgið, at sama
lóg ikki er galdandi gald-
andi fyri øll. Tað, hann sipar
til, er, at frystilínuskip fiskar
undir Føroyum og tveitir
høvdini í havið aftur. Teir
vísa eisini á, at tá ið grind
er, verða rovini førd til havs.
Og teir duga ikki at síggja
munin á tí og so á fiska-
slógvi.
|
16. Tórshavnar Jazz, Fólka 8 Blues Festival 1999
Mikudagur 11. August kl. 19.30 Kr. 120,-
DISSING,
DISSING,
NISSEN &
DISSING
JASSARNIR Tórsh Musikksk
AKKU (N)
HOGMARKARNA (S)
SPÆLIMENNINIR (FO)
BILL BUCHMAN (USA-FO)
Hósdagur 12. august. kl. 19.30 Kr. 120.-
BIG FAT |
SNAKE
bigfatsnake
CANDYFLOSS (Dk) I
SIRM (FO)
DYNAMITE VIKINGS (DK)
TRIO TOYKEAT (FIN)
SKINCOAT (DK)
Fríggjadagur 13 august. kl. 19.30 Kr. 120,-
SKINCOAT (DK)
TANGZ (FO)
FLIS (IS)
ALANDIA BIG BAND Åland
BILL BUCHMAN (USA-FO)
M.C. RESTORFF &
FRIENDS
NØ URBAN CONNECTION (N)
* g/ på GOT A MATCH (S)
LÆBE HÓVASTÁK (FO)
HOGMARKARNA (S)