Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 147 - 7. AUGUST 1999 tíðindablaðið Poul Nyrup Rasmussen lurtar hugtikin eftir Torkil Johannesen, meðan Edvard Joensen og Martin Joensen lýða á... Poul Nyrup Rasmussen dámar sera væl beinraknu tekningarnar hjá Ola P - sum hann heldur vera í heimsflokki. Her handar Eirikur Lindenskov honum Jákup Lindenskov, fyrrverandi fólkatingsmaður, hitti eisini Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra á Sosialinum í gjár i Jonhard Hammer vísir forsætisráðharranum ymsu serblødini, sum Sosialurin hevur givið út seinastu tíðina Floksformenn hittust Fundurin millum Jóannes Eidesgaard og Poul Nyrup Ras- mussen í blaðhúsunum hjá Sosialinum í gjár var ikki ein fundur við forsætismálaráðharran - men ein fundur millum formenninar í føroyska og danska Javnaðarflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard EIRIKUR LINDENSKOV Tað var forsætisráðharrin sjálvur, sum hevði biðið um at sæð blaðhúsinum hjá Sosialinum - og biðið lovað sær at havt fundin við Jóannes Eidesgaard í blaðhúsunum. Poul Nyrup Rasmussen segði seg vera hugtiknan av, at Sosialurin sum eitt av teimum gomlu arbeið- arablødunum hevði hórað so væl undan, tí blaðdeyð- in er farin við flestu av teimum gomlu norður- lendsku arbeidarablødu- num. — Hetta er hugtakandi, og eg dugi væl at skilja tað skilagóða í, at tit eru farnir frá at vera eitt floks- blad til at vera eitt tíðind- ablað, segði forsætisráð- harrin. Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnadarfloksins fegnaðist um hetta høvid at tosa við formannin í danska Javnadarflokki- num. Sum gøllum kunnugt hava viðurskiftini teirra millum ikki altíð verið so góð, men ósemjurnar tykj- ast nú ruddaðar av veg- num, og partarnir tosa nú væl saman. — Hetta var ikki ein fundur millum meg og danska forsætisráðharran Hetta var ein fundur mill- um formannin í føroyska Javnaðarflokkin og for- mannin í danska Javnað- arflokkinum, leggur Jóannes Eidesgaard dent á. — Vit fingu hovi at tosa um aktuel mál - og sjálv- andi var ríkisrættarliga stødan uppi og vendi. Ég greiddi honum frá upp- legginum hjá Javnaðar- flokkinum í sjálvstýris- málinum, sum hann ann ars hevur fingið umsett til danskt. — Síðani faldarin kom út hava vit útgreinað ymisk viðurskifti, sum eg nú fekk greitt honum nærmari frá, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir m. a. til tað, sum Frederik Harhoff greiddi frá í útvarpinum herfyri um uppskot til broytingar í grundlógini.