Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið NANRATO77: AOGRISE 1999 Tingmenn og forsætisráðharrin: Røddu um handilsavtalur Fundur var á Tinghúsloftinum seinnapartin hósdagin, har løgtingsmenn hittu forsætisráðharran EDVARD JOENSEN Seinnapartin hósdagin var fundur á Tinghúsloftinum, har formanskapurin í Løg tinginum hevði sett forsæt- isrådharranum stevnu Umframt formansskapin vóru eisini aðrir tingmenn við, soleiðis, at allir flokkar vóru umboðaðir. Fundurin var settur at vera klokkan 15, og skuldi eftir skránni verið liðugur klokkan 16.30, tá tíðinda- fundur skuldi vera á Hotel hafnia Men hóast løgmaður var á Hotel Hafnia ul åsetta tíð, noyddist hann at bíða meira nn hálvan tíma eftir for- ráðharranum, tí fund- urin á Tinghúsloftinum dróg Eftir fundin á Tinghús- loftinum varð Poul Nyrup Rasmussen spurdur, hvat varð vidgjørt á fundinum. Við sínum vanliga væl innlærda, diplomatiska snildi svaraði hann, at tað hevdi verid ein fundur vid góðum samrødum um trý evni. Búskaparligu gongdina í Føroyum, europeiskar spur- ningar frá komandi handils- avtalum til Evruna og før- oyskt fullveldi. Góðar, fríar og ógvuliga skilagóðar samrødur, lat hann at. Konkret úrslit spurdust ongi úr fundinum, men klár sjónarmið, sum gjørdu, at allir = fundarluttakararnir gjørdust klókari upp á fram- tíðina, segði forsætisráð- harrin. Ogjørligt er at fáa forsæt- isrådharran at siga nakað konkret um, hverja stóðu hann sjálvur og Danska stjórnin hava til føroysku fullveldisætlanirnar. Hann svarar konsekvent, at hann hevur onga tíðar- freist sett. Hann lurtar eftir føroyingum bíðar eftir tí føroyska útspælinum. Bólturin liggur alla tíðina framman fyri føroyska brotsteiginum. Og sambært Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráð- harra, hava føroyingar held- ur onga heilt konkreta dag- festing sett á fullveldið. Hóast Høgni Hoydal beint eftir fundin millum Landsstyrid og forsætisråd- harran í Tinganesi hósdagin segði, at hann hevði kunnað Poul Nyrup Rasmussen um, at hann væntaði at hava málið avgreitt í hesum åri- num. Forsætisráðharrafrúan: Fogtmann, HØ r pølitikkari-bævdi á Følka-… > í „* „ Bb: Da