leygardagur 7. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 147 - 7. AUGUST 1999
tíðindablaðið SC;
Nú verða —— |" nógv verri
at gera nakað við barnaansingina
— Hetta var ikki
tað, vit høvdu
roknað við. Og
eg dugi illa at
síggja, hvussu vit
kunnu yvirtaka
barnaansingina
undir slíkum
treytum, sigur
Elin lindenskov,
formaður í Sos-
talu nevnd í Tórs-
havnar Býráð
AKI BERTHOLDSEN
— Eg má siga, at hetta var
ein vónbrot.
— Tí verður hetta sett í
verk, er vandi fyri, at
møguleikarnir at gera nakað
munagott við tann ovur-
honds stóra barnaansingar
trupulleikan í Havn eru
munandi versnaður
Elin Lindenskov, formað-
ur í sosialu nevnd hjá Tórs-
havnar Býráð er rættiliga
vónbrotin av ætlanini hjá
landsstýrinum um at leggja
barnaansingina út til komm-
unurnar.
Ein arbeiðsbólkur hevur
gjórt eitt uppskot um,
hvussu barnaansingin kan
leggjast út til kommunurnar
mm mme de
GALVANISERADIR
VIDFESTISVOGNAR
Eykalutir, útgerð, sola
og service. Vit útvega
sleipikrókar til oll bilmerki!
Kaj Andreasen PF.
Tlf. 31 56 00 - Fax 31 80 08
ør
A
nr
Elini Lindenskov dámar onki ætlanina at leggja barng-
ansingina út til kommununa. Hetta fer at gera alt nógv
verri, sigur hon
Av tí, at kommunurnar
eru ímóti at fáa blokkstuðul
til barnaansingina, heldur
bólkurin, at frægasta loysn-
in er at avtaka lógina um
Persónligar loysnir úr rus
býtið av almannautreiðslum
ímillum land og kommunur.
Sostatt kemur landið at
betala allar hesar útreiðsl-
urnar einsamalt.
€ Gelendarar
€ Klædnastativ
€ Køksrist
€ Skósvahill
€ Ella hvat tað skuldi verið
Óbindandi tilboð útvegast
DJÚPAGILSVEGUR 34
FO-188 Hovvik : TiF: 21
Afturfyri åtaka kommun-
urnar sær so at betala barna-
ansingina einsamallar.
Eftir hesum uppskotinum
fer Tórshavnar Kommuna
eina eyka útreiðslu uppá 15-
20 milliónir, bara fyri at
fíggja barnanasingina, sum
er.
Skal so nakað útbyggjast,
kostar tað eyka.
Hetta er formaðurin í
sosialu rættiliga misnøgd
um.
— Hóast = Tórshavnar
Kommuna er rættiliga væl
fyri, er vandi fyri, at um-
stóðurnar at gera nakað
munagott við tann stóra
tørvin á barnaansing er
munandi versnaður, um vit
fáa eina slíka eyka rokning,
sigur Elin Lindenskov.
Hon sigur, at skal komm-
unan gera nakað munagott
við barnaansingina, fer tað
at kosta aðrar 20 milliónir
og hon veit ikki, um pol-
itiski viljin í býráðnum er
nóg stórur til at brúka so
nógvan pening til barnaans-
ingina.
Men fyri hesa upphædd
kundu vi havt bygt fleiri
stovnar.
Elin Lindenskov sigur, at
tað var ikki hetta, sum
byrådspolitikarar i Havn
høvdu roknað við, tá ið teir
krávdu at fáa barnaansing-
ina at umsita.
— Tá væntaðu vit at fáa
ein blokk, sum svaraði áleið
til tað, sum Landskassin
hevði goldið higartil til
barnaansing í Havn, ella
okkurt sovorði.
Men nú vóru tað komm-
unurnar sjálvar, sum ikki
vildu hava blokk?
— Ja, men tað eru ikki pol-
itikarar, sum hava umboðað
kommunurnar, í hvussu so
er ikki tær størru, sum hava
tann stóra tørvin á barna-
ansin (umboðið fyri býar-
felagið var Jens Marius
Poulsen, skrivari í Tórs-
havnar kommunu, blaðm.)
Elin Lindenskov sigur, at
fyribils er hennara niður-
stóða, at ein blokkur hevði
verið betri hóskandi.
Nú verður sagt, at ætla-
nin er at leggja fleiri onnur
sosialmál út til kommunur-
nar. Har verður Havnin
kanska betri fyri enn nógvar
aðrar bygdir, tí tað eru t.d.
lutfalsliga fá gomul í Havn.
Sostatt kann tann ójavni
sum er, verða útjavnaður ?
--Um hetta var ætlanin hjá
Landsstýrinum, so skuldi alt
verið gjørt í senn. Sjålv
trúgvi eg onki uppá at fleiri
målsøki verða løgd út til
kommurnar í rúma tíð fram.
Elin Lindenskov sigur, at
skuldi tað gerast uppá hend-
an mátan, var tað skeivt at
pilka barnaansingina burt-
urúr heildini.
Nógv brek
Annars heldur hon, at álitið
um barnaansingina hevur
nógv brek. Tað er at kalla
bara tann fíggjarligi spurn-
ingurin, sum verður við-
gjørdur.
— Men barnaansing er so
mangt annað, sum eisini átti
at verið við í einum slíkum
álitið.
Hon hugsar m.a. um, at
onki verður nevnt um,
starvsfólkatal, pedagogiskt
innihald o.s.fr.
— Eitt nú haldi eg, at vit
skuldu havt eina rammulóg,
eina barnagarðslóg, sum var
galdandi fyri alt landið og
sum ásetti karmarnar fyri,
hvussu ansingin skuldi
skipast.
Elini Lindenskov dámar
heldur ikki, at málið verður
skundað igjøgnum, sum tað
tykist at ætlanin er.
— Eg haldi, at tað manglar
so nógv í hesi viðgerðini,
at skal nakað skil vera í,
verður tað at kalla ógjorligt
hjá kommununum at yvir-
taka málið 1. januar, sum
landsstýrið ætlar.
Hon sigur, at hetta er eitt
so stórt og umfatandi máls-
øki, at tað ber ikki til at
skrumbla tað igjøgnum
Hon heldur, at tað hevði
verið rættari at gjørt Tórs-
havnar til eina royndar-
kommunu, tí so kundu
møgulig brekt verið rætta so
hvort. Elin Lindenskov veit
ikki, hverja undirtøku hetta
uppskotið fær í kommununi
í Havn. Men nú skal býráð-
ið viðgera málið og so fáa
Vit at síggja.