Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Sá Brandur lødir nn A AA Á NR. 147 - 7. AUGUST 1999 Jassfestivalin Komandi viku verður hin 16. Jass, Fólka og Bluesfestivalurin hildin í Norðurlandahúsinum. Fyri- reikararnir egna við sonnum krási. Poul Dissing, Sanne Salmonsen og bólkurin, Big Fat Snake, eru útlendsku nøvnini, ið standa ovast á breddanum. M.C. Restorff, Sirm, og Tangz rudda eisini slóð fyri heiðurligari fóroyskari umboðan á fýra daga drúgva festivalinum HOGNI MOHR Helga Hjørvar, stjóri i Norðurlandahúsinum setir Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestival 1999 klokkan 20.00 6dinskvøldid í kom- andi viku. Tónleikaligi aperitiffurin í hesum sambandi, verður at hoyra í forhøllini beint undan røduni hjá islendsku mentakvinnuni. Tað eru fræðini hjá Brandi Øssurs- syni, unga Big Bandið, Jass- arnir, ið fer at standa fyri tí partinum av stevnusetanini. Fleiri r eru við Kanska hevur festivalurin ongantíð áður spent so víða, sum hann ger hesaferð. Fyr- ireikararnir egna við sonn- um krási á tónleikagkinum. Virdir tónleikarar sum Poul Dissing og synir, Sanne Sal- omonsen og bólkurin Big Fat Snake eru mætastu nøvnini í år, og hesi eru ikki hissini fongur hjá ungum sum eldri, ið ætla sær í Norðurlandahúsið, stevnu- dagarnar. Tað, sum ofta hendir, tá fólk fara á festivalin, er, at tey koma í Norðurlandahús- ið við tí fyri oyra, at uppliva onkran av teimum kendu framførarunum, men tá av- tornar, er tað, ið stendur fastast í minninum, okkurt spildurnýtt, sum nertir við onkustaðni. Sigast kann, at festivalurin hevur uppalandi árin við sær, og tónlistarligi fongur áskoðaranna eisini kann verða hareftir. Dissing og synir Brandur Øssursson sigur, at fyrireikararnir hava lagt seg eftir at býta sjangrurnar út á tey fýra kvøldini, hóast væl er ansa eftir, at fram- førslurnar ikki gerast ov einstáttaðar, ymsu kvøldini. — Vit hava gjarað út við Poul Dissing fyrsta kvoldið. Tá eru vísur, fólkatónleikur og eitt dism av jassi og bluestónleiki á skránni. Poul Dissing er ein livandi tónleikari, sum saman við synunum spennir væl víð- ari, enn bara til >om lidt er kaffen klar, leggur Brand- ur Øssursson dent á. Ungdómskveld Tíðirnar broytast, og kon- septið fyri jassfestivalin broytist samsvarandi. Nú 16. ferð, skipað er fyri Jass, Fólka og Bluesfestivali í Tórshavn, er ungdómurin av álvara sloppin framat. Térskvøldid er so at siga ognad teimum yngru. Hålv- anannan tima hetta kvøldid fer danski stjórnbólkurin Big Fat Snake at gera um seg í Norðurlandahúsinum. Á sama pall hetta kvøldið fer fløguaktuelli bólkurin, Sirm, við Tór Verland Jo- hansen. ur Friggjakvøld fer danska rokk-radisan, Sanne Salo- monsen, å pallin. Høvi verður eisini at hoyra lista- mannin, ið gjørt hevur fest- ivalplakatina hesaferð, Bill Buchman, spæla ektaðan og óspiltan rimmarjass saman við Brandi Øssurssyni og Edvardi Nyholm Debes. Endabresturin, leygar- kvøldid, verður ein veldug gospelkonsert. Í hesum sambandi hava fyrireikarar- nir verið so hepnir at fingið okkara egna frílynta M.C. Restorff og vinfólk hansara at spæla. Føroyskur gospel- tónleikur hevur verið í stór- ari menning seinastu árini. Voices of Praice, ið væl kann samanberast við Un- ited Voices, sum framførdi á seinasta festivali, vera við leygarkvøldid. Stóra kórið og orkestrið fara væntandi at borga fyri einum stórum upplivilsi seint hetta kvøld- ið, áðrenn tjøldini verða drigin fyri á seinasta sinni hesaferð. Brandur og Poul Teir ið standa fyri Tórs- havnar Jass, Fólka og Bluesfestivali, eru Brandur Øssursson og Poul Jørgen- Brandur & Co lova áskoðarunum krás á sekstanda Jass Fólka og Bluesfestivalinum 1999 sen, stjóri í mentunarhúsi- num, Brandts Klædefabrik, í Odense. Danin hevur nógv sambond í danska tónleika- heiminum. Teir báðir hava áður arbeitt saman í Nord- jass, og teir leggja eisini skránna fyri festivalin í fel- ag. Teimum tónleikarum, sum hava verið bjóðaðir á festivalin, men ikki hava kunnað komið, stendur í boði at koma næstu ferð. A herðum Brandar Øss- urssonar liggur harumframt at fyriskipa sjálva ferðina til Føroya, fáa til vega lj60føri og innivist, eins og at skipa fyri flutningi til og úr Norð- urlandahúsinum. Norðurlandahúsið hollur stuðul Fyriskipararnir báðir fáa nógva og holla hjálp í fyri- reikingararbeiðinum. Norð- urlandahúsið stuðlar tiltak- inum við fullari megi. Starvsfólkið, sum skal taka sær av konsertfyriskipanini, er úr hesi mentanarháborg okkara. Tiltakið verður partvís fíggjað við pengum, sum koma frá atgongumerkja- søluni. Harumframt stuðla Norðurlandahúsið og ymsir grunnar. Avlop er ongantíð, og stuðulsveitingarnar liggja ikki í fastari legu, og mugu tískil fáast til vega á hvørjum ári. Brandur Øssursson sigur, at tað gongur sum eftir ánni at selja atgongumerkini, sum kosta 120 krónur fyri hvørt kvøldi. Skráin fyri Tórshavnar Jass, Fólka og Bluesfestival, stendur í Sos- ialinum frá 3. august (á síðu 6).