Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. august 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið NR. 147 - 7. AUGUST 1999 Búskaparligi Menningarstjørin í Aberdeen er ikki í iva: Seismisku kann- ingarúrslitini sera spennandi Gordon Maclntosh hevur dagligt samband við risaoljufeløgini í skotska olju- býnum, Aberdeen. Hann sigur seg bara kunna vænta hitt besta í fóroyskum øki, tá farið verður at leita undir Føroyum. Samstarvid, sum Tórshavn og Aberdeen fara undir í heyst, er sambært honum sera ítókiligt, og fevnir um annað enn oljuvinnu HOGNI MOHR 1 frá býráðsfor Tórshavn, hevur komm- unali menningarstjórin í A- "rdeen, Gordon McIntosh, verið og vitjað Tórshavnar Kommunu í vikuni Vitjanin var kunnandi í sambandi við ætlanir um samstarvsavtalu = millum Tórshavn og Aberdeen, sum væntandi verður undirskriv- að á oljurådstevnu í skotska oljubýnum komandi mán- aða. Talan er ikki um van- ligt vinabýasamstarv. Havn- amenn ætla sær serliga at samstarva á útbúgvingar- og skúlagkinum, meðan aberdeenar eru serliga á- hugaðir í samstarvi á olju- økinum. Leivur Hansen, bý- ráðsformaður, vónar í hes- um sambandi, at teir í góð- ari tíð kunnu læra av roynd- hjá Aberdeen á olju- økinum; og serliga av mis- tøkunum Heimsins Orkubyir Aberdeen hevur longu g60a samstarvsavtalu vid Ny- fundland, og skotarnir hava harumframt samstarvað við norska oljubýin, Stavanger, síðan 1966. Hetta samstarv- ið hevur ment seg munandi, og í 1996 fóru býirnir uppí felagsskapin, Heimsins Orkubýir. Aðrir býir í hes- um felagsskapi, eru Aserba- djanski høvudsstadurin, Baku, Amerikanski býurin, Houston, í Texas, Calgary í Kanada og Perth í Avstral- ia. Seinni eru fýra býir aft- urat komnir uppí hetta sam- starv millum týdningar- mestu oljubýirnar í heimi- num Aðalmálið er fíggjarligt Innihaldið í avtaluni millum Tórshavnar Kommunu, og skotska býarstýrið, verður væntandi sera víðfevnandi. Sjálvandi er oljan høvuds- innihaldið, men nógv annað viðkomandi verður eisini knýtt afturat. Aðalmálið tykist at vera fíggjarligt, og tískil fer avtalan væntandi at fremja marknadarføring- ina av Tórshavn sum (kol- vetnis)høvudsstadi í Føroy- um. Kortini eru eisini onn- ur tydningarmikil øki vid. Serliga fiskivinna og kunnningartøkni eru åhug- averdir partar, eins og sam- starvað fer at vera á sosiala og útbúgvingarókinum. — Vit fara at hava aðal- fund á hverjum ári, og á hesum fundum skulu vit taka avgerðir um, hverji mál vit skulu fremja. Eg veit væl, at í mun til samstarvs- avtalurnar, vit hava við hin- ar býirnar, so hevur tað gingið óvanliga skjótt at fingið hesa undir land, men tað ger onki, tí vit vilja báð- ir, og sera nógv er at tríva í beinanvegin, sigur Gordon McIntosh, ið saknar Smyril í Skotlandi, og heldur, at tað hevur skund at fáa betri flutningssamband millum londini bæði. Betri ferdasamband ein treyt — I vinnuhøpi standa øll og stara suduryvir, nå ES gjørdist veruleiki. Vit hava valt at snara okkum å, og royna at fáa sambond norð- anfyri. Aberdeen og Reykj- avík eru nærmastu grannar føroyinga, men hvar fara føroyingar hvønn dag..? Til Keypmannahavnar, stað- festir Gordon McIntosh, hálvgum bilsin á málinum. — Leivur Hansen og eg hava prátað við stjóran á Atlantsflogi, og hann er heilt vist áhugaður í at økja HITTE + Fundur varð hildin í Vinnuhúsinum i Tórshavn fyrrapartin óðinsdag. Við á fundinum vóru m.o. hesir: frå vinstru, Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari, Leivur Hansen, býráðsformaður, skotski gesturin, Gordon McIntosh og Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi Mynd: Álvur Haraldsen Ein optimistur á vitjan í Føroyum. Gordon McIntosh, búskaparligur menningarstjóri í Aberdeen, sigur, at eftir spenninginum at dóma, ið er komin til sjóndar viðvíkjandi Føroyum, hevur hann bara orsøk at vænta hitt besta í oljuhøpi… túratalið beinanvegin, tørv- ur er á tí. Og eg havi var- hugan av, at oljufeløgini í Aberdeen, Shell, Texaco og serliga Amerada Hess og BP longu hava henda tørv, sigur skotski menningar- stjórin í Aberdeen. Harra McIntosh hevur verið í Føroyum áður. Og tað var ein drúgvur túrur. — Eg fór úr Aberdeen til Amsterdam tíðliga á morgni. Síðani úr Amster- dam til Keypmannahavnar. Og triðja flogfari, eg fór umborð fór úr Keypmann- ahavn til Føroya. Níggju tímar eftir at eg fór upp úr songini hendan morgunin flugu vit framvið Aberdeen enn einaferð... Góð seismisk úrslit Gordon Mcintosh hevur dagligt samband við olju- feløgini, sum hava sýnt Før- oyum ans i oljuhøpi. Spurd- ur um hann veit okkurt at siga um úrslitini av umfat- andi og drúgvu seiskismu kanningum her á leiðini, sigur hann seg ikki ivast í, at úrslitini hava verið sera spennandi, og so avdúk- andi, sum seismiska kann- ingarúrslit kunnu verða. — Eftir spenninginum, ið er komin til sjóndar viðvíkj- andi Føroyum at dóma, havi eg bara orsøk at vænta hitt besta, sigur prátingarsami skotin, ið undir samrøduni við Sosialin royndi at sleppa skotsku dialektini, og tosa so »enskt« sum tilbar. Framtið í ferðavinnuni Mong hava ta fatan, at Ab- erdeen er kolvetnisbýur burturav, men so er ikki. Virksemið í býnum er sera fjøltåttad. Tvey stór lækna- fróðilig fróðskaparsetur eru í býnum. Pappírsídnaðurin er somuleiðis rættiliga stór- ur í Aberdeen; fýra verk- smiðjur eru í økinum. Eisini ferðavinnan er stór, og í hesi Mynd: Álvur Haraldsen marknadarføringini hava Viski-framleiðararnir stóran týdning, eins og allar tær gomlu borgirnar draga til sín ferðafólk, serliga sunn- anifrå. Best kend er óivað Balmoral-borgin, sum Elis- abeth Drotning og húski vitja å hvørjum åri. Í sambandi við stóru møguleikarnar í ferðavinn- uni, heldur Gordon MclIn- tosh, at vit ikki skulu halda okkum vera verri fyri, enn tey londini, sum eru væl- signað við brennandi heit- um summarveðri, árið á tamb. — Vit eiga at hava í huga, at tað eru vit, sum so fegin vilja sleppa at uppliva eitt annað veðurlag, enn okkara egna, og tí fara vit suður- eftir. Ibúgvarnir sunnanfyri, vilja eisini sleppa at uppliva annað veðurlag, enn teirra egna; tey vilja sleppa undan sólini, og leggja tey tí leið- ina norðuryvir. Veldugur møguleikar liggja í hesum veruleika, er skotski menn- ingarstjórin vísur í. Hann sigur, at tey í Skot- landi hava havt eina sokall- aða »Braveheart-effekt«, eftir at kendi filmurin við Mel Gibson í høvudsleik- lutinum, fór sína siðurs- gongd eftir ollum heimsins kykmyndaløriftum. Summi av hesum ferðafólkum eru farin longur; til Íslands og Føroya. Skotski »ferdamadurin« sjålvur, væntar, at tå hann kemur til Torshavnar aftur, er longu okkurt itøkiligt hent f samstarvinum, sum væntandi fer av barkastokki f døgunum 7. - 10. septemb- er å oljurådstevnuni, Off- shore Europe. Býráðsformaðurin í Havn ætlar, at gera sær at gera líknandi samstarvsavtalu við Stavanger í Noreg.